Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-11-08, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 8. november 2018síða 31

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 9. NOVEMBER 2018 SOSIALURIN 130 31 Burn Showdown: TRÓNDUR ARGE F itness-kappingar hava í eina tíð fingið fasta­ tøkur í Føroyum. Í fjør vóru 15 luttakarar við til fit­ness-kappingarnar hjá Burn Show­down, men í ár verður til­ takið nógv størri, tí longu nú eru 59 luttakarar tilmeldaðir. - Hetta verður størsta fitness- til­takið í Føroyum nakrantíð, tí higar­til hava 59 fólk meldað til. Nú beint áðrenn kappingina fáa vit umleið tríggjar til fimm til­ meld­ingar um dagin. Tað kann hugsast, at tað verða einir 80 til 100 íðkarir á pallinum til tiltakið, sigur Jákup Súni Berg, høvðus­ fyri­skipari. Hann heldur eisini, at tað gevur kappingini nakað, at tað eru so nógvar kappingar og at tey kunnu vinna sokallaði ”Pro- card” og atgongd til Olympia senuna. -Vit fara at síggja kvinnuligar body­buildarar, figure, menn, kvinn­ur og classic physique. So er tað teir stóru dreingirnir í body­building. Vit kenna øll films­stjørnuna, Arnold Schwar­ ze­negger, ið gjørdis kend­ur júst av at vinnna Olymp­ia, sum er HM innan hendan ítrótt. Fólk blivu hug­tikn av hansara kroppi, sum var massivur í vøddum og lágur í feitt prosenti. Hetta koma vit at síggja, tá bodybuildarnir koma á pallin, sigur Jákup Súni Berg, høvðusfyriskipari. IFBB Pro Qualifier Burn Showdown hevur fingið átta sokallaði ”Pro Cards”, meðan vinnari í Bikini-fitness vinn­ur pláss í Olympia. - Pro Qualifier liggur eitt sindur í orðinum sjálvum. Vit hava átta bólkar, har kappast verður um at vinna eitt ”Pro Card”. Tað merkir, at hesir íðkarir verða professionellir íðkarir. Tí er hetta ein stór drívmegi hjá út­lenskum íðkarum, at koma til Føroya at kappast, sigur Jákup Súni Berg. Hann leggur afturat, at til­ meld­ingar eru longu komar úr londum sum Danmark, Íslandi, Svøríki, Noreg, Finnlandi, Bret­ landi, USA, Kuweit, Dubai og Iran. Hjá kvinnum verður kapp­ ast í Womens Fitness, Bikini, Figure, Womens Physique og Womens Bodybuilding. Hjá monnum verður kappast í Men´s Physique, Classic Physique og Bodybuilding. Í Olympia Qualifier er ein bólkur. Tað er í Bikini-flokki­ num, sum er hjá kvinn­um. Vinn­ ing­urin er eitt atgongu­merki til Olympia-pallin, sum inn­an fitness verður roknað sum tað besta av tí besta, heldur fyri­ skiparin fyri. - Um vit taka fótbóltin sum dømi, so er hetta Champions League. Hetta er tann kappingin, sum øll vilja vinna. Hesin felags­ skapurin telur 85 prosent av fitness­heiminum. So tann, sum vinnur seg til Olympia, kemur í "Champions League" innan fit­ ness­kappingar at kappast, sigur Jákup Súni Berg. TRONDUR@SOSIALURIN.FO Skráin: Burn Showdown 2018 Fríggjadag 16. november: 17:00 Strongwoman 19:00 Strongman 21:00 MMA Leygardagin 17. november: 12:00 Kettlebell 12.00 Vektlyfting 14:00 Rolling Thunder 14:00 Jiu Jitsu 14:00 Powerlyfting 15:00 Crossfit 15:00 Captain of Crush 16:00 Sjómanstak 17:00 IFBB Novice: Womens Fitness Classic Physique Figure Womens Physique Womans Bodybuilding Mens Physique Bikini Bodybuilding 19:00 IFBB Pro Qualifier: Womens Fitness Classic Physique Figure Womens Physique Womans Bodybuilding Mens Physique Bikini Bodybuilding 21:00 Olympia Qualifier: Bikini A ftur í ár verður kapp­ing­in, Føroya sterkasta kvinna, ein partur av Burn Show­down. Í fjør vóru tríggir før­oyskir luttakarar, men í ár verða eisini tveir danskir lut­ takarar við í kappingini. -Fyri fyrstu ferð naktatíð er altjóða luttøka í Strongwoman kapp­ingini, sum eisini er FM- kapp­ing. Tað koma tvær sterkar kvinnur úr Danmark at kappast við, sigur Jákup Súni Berg, høvðusfyriskipari. Í fjør vann Tóra Martins­ dótt­ir frammanfyri Armgarð Arn­bjarnar­dóttir á Regni, meðan Jóna Nicolajsen bleiv numm­ar trý. Í ár verða tvey før­oysk umboð og tvey donsk­ um­boð. -Strongwoman er ein nýggj grein í føroyskum hopi, sum er í holt við at mennast. Nú vóna vit, at hetta kann blíva ein fastur táttur og fleiri fara at bjóða seg fram við tíðini, sigur Jákup Súni Berg, sum eisini hevur luttikið í nógvum sterks­mans­kappingum í síni tíð. Føroya sterkasta kvinna verður fríggjakvøldið 16. novem­ber í høllini á Hálsi. Meðan føroysku umboðini kapp­ast um FM, so kappast øll fýra um Burn Showdown strong­woman heitið. Sterkar kvinnur koma úr Danmark DAGLIGAR TILMELD­ INGAR TIL FITNESS Tað eru longu nú komnar 59 tilmeldingar fit­ ness-kappingarnar. Hetta er nógv tað sørsta nakran­tíð í Føroyum, siga fyriskiparnir av til­ taki­num, sum dagliga fáa tilmeldingar, nú ein vika er eftir til kappingin byrjar Luttakararnir til Burn Showdown sterkir menn: Bjarni Nielsen, Føroyar Laurence Shahlei, Bretland Krzysztof Radzikowski, Pólland Vytautas Lalas, Litava Ryan England, Bretland Mikkel Leicht, Danmark Kim Lorentzen, Grønland John Wiberg, Svøríki DÓMARI: Bill Kazmaier, USA