Sosialurinarkiv
Sosialurin 2018-12-17, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 17. desember 2018síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 17. desember 2018 · Nr. 146 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI Lærarin kallaði meg »Beinta Slev« Sólvá Lindenskov Róadóttir – Vit gingu í 2 flokki, og eg minnist ikki reiðiliga, hvat og hvussu, men eg sat still, og lærarin stóð uppi við talvuna og skrivaði. So vendi hon sær á og segði: – Ikki sleva so illa Beinta! So vendi hon sær aftur løtu seinni og segði flennandi: – Ikki sleva, Beinta Slev. Soleiðis greiddi ein vaksin kvinna frá í Sosialinum um vikuskiftið um hending, sum hevur fylgt henni alt lívið. – 8 ára gomul børn halda jú, at tað er í lagi at arga eitt annað barn við einum eyk­ nevni, um ein vaksin ger tað, sigur kvinnan, sum staðfestir, at soleiðis gjørdist hon »Beinta Slev«. Happingin steðg­aði, tá hon var 28 ár, tí tá flutti hon úr Havnini. Í greinini greiddi hon frá, hvussu ræðuligt tað var. At tað vóru gjørdar haturssíður um hana á netinum, at hon byrj­aði at drekka fyri at gloyma, hvussu hon javnan bleiv álopin í býnum, og at hon ikki tordi at vera sædd við systkinum sínum. – Eg havi fortrongt nógvar av mínum upplivingum. Ofta, tá eg síggi fólk og kenni tey aftur, so ivist eg ofta, um tað er av góðum ella ringum minn­um, at eg minnist per­ són­in. Hevur tú gjørt mær nakað ella ikki? – Í dag livi eg við kronisk­ um tunglyndi og ótta orsakað av einum setningi, sum lær­ ar­in segði við meg í 2. flokki. Eina lítla 8 ára gamla gentu, sum ikki vildi nøkrum nakað ringt – Tann, sum letur seg happa hevur ikki lært at siga, at »eg eri góður nokk sum eg eri«. Tí vantar honum sjálvsálit og sjálvsvirðing, sigur Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur Sólvá Lindenskov Róadóttir – Orðið »happing« er vorið eitt ógvuliga stigmatiserað orð. Í tí tú nevnir happing, so verður tú nærmast tilvandur at hugsað “åh ert tú happaður, åh tað er synd” ella “happar tú?”. – Tá eg sigi hetta, havi eg longu sagt við kropsatburði mínum og tónalagið mínum, hvat eg haldi um happaran og um tann happaða. Soleiðis greið­ir Bjørghild Djurhuus, heilsu­frøðingur, frá um happ­ ing. »Vend hin vangan til« – Hetta er ikki einfalt. Tað veit eg væl. Tað ljóðar einfalt at siga tað, men tað er ikki so­leið­ is í veruleikanum, sigur Bjørg­ hild Djurhuus. – Í mínari verð snýt tað seg um vantandi trivnað hjá báð­ um pørtum. Bæði hjá tí happ­ aða og happaranum. Eingin skal billa mær inn, at nakar fer í skúla við tí fyri eyga at rakka niður á ein næming, sigur hon. – Ei heldur skal nakar billa mær inn, at ein letur seg verða happaðan. Tað eg meini er, at báðir partar hava manglandi sjálvskenslu, greiðir Bjørghild Djurhuus frá. – Hetta ger, at tann sum fer at happa ein annan, hevur mangl­andi sjálvskenslu. Tað merk­ir, at happarin fyrst og fremt hevur manglandi sjálvsálit og sjálvsvirði. Tann sum letur seg happa, og tá eg sigi letur, so meini, eg at viðkomandi ikki er hev­ur lært at “eg eri góður nokk sum eg eri”, og tískil eis­ini vantar sjálvskenslu. Bjørghild Djurhuus greiðir eisini frá, hvussu hon minnist, at tú fyrr bleiv biðin um bara at venda hin vangan til, tá tú vart úti fyri líknandi hend­ing­ um. Hetta sigur hon seg vera heilt ósamda við. Hon heldur, at øll eiga at læra børn síni at virða onnur, eins og tey virða seg sjálvan. – Letur tú bara standa til, so sendir tú boðskap út til onnur um, at tað er í lagi at viðfara ein soleiðis, tí tú hevur einki sjálvsvirði. Tí er tað serliga um­ráðandi, at tú lærir børnini sjálvsvirðing og at traðka fram og siga frá, tá okkurt ikki er sum tað eigur at verða, greiðir Bjørghild Djurhuus frá. – Tað er umráðandi, at tú nýt­ir røttu orðini, tá tað kemur til slíkt. At tú tosar um teg sjálv­an og tínar upplivingar, nýtir orðið »EG«. – Eg vil ikki, at tú kallar meg hatta. Eg verði kedd av tí. Eg verði irriterað av tí. – Í tí løtu tú nýtir orðið »EG«, gerst tað lættari at skapa samband millum teg og per­ són­in, tú prátar við. Tí tú setir tey inn í tína støðu og upp­liv­ ing. Bara tú kann broyta teg Tá talan er um happing, er tað bert móttakarin, sum kann siga, um hann upplivir tað sum happing ella arging. Vit hava øll hvør sín veruleika, eingin hev­ur somu fatan av tí, sum tú hugsar ella upplivir. – Eg eigi at virða tað, sum eitt barn ella ein vaksin sigur, akkurát líka nógv, hóast tað ikki samsvarar við tað, sum eg hugsi, sigur Bjørghild Djur­ huus. – Tað liggur í tí, at eg standi upp fyri meg sjálvan. Tá eg havi viðurkent, at eg eri eg, so havi eg sent tað sjálvs­virðis­ sign­alið út, greiðir hon frá. HAPPA MANGL SJÁLVS FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 145 6 HAPPING – Eg gjørdist »Beinta Slev« sum átta ára gomul, tí at ein vaksin kona ikki hugsaði seg um, áðrenn hon talaði SÓLVÁ LINDENSKOV RÓADÓTTIR – Vit gingu í 2 flokki, og eg minnist ikki reiðiliga, hvat og hvussu, men eg sat still, og lær ar­ in stóð uppi við talvuna og skriv­ aði. So vendi hon sær á og segði: – Ikki sleva so illa Beinta! So vendi hon sær aftur løtu seinni og segði flennandi: – Ikki sleva, Beinta Slev. Tað byrjaði ikki júst tá, altso happingin. Men stutt eftir, so børnini høvdu fangað tað, sum hon hevði sagt við meg. Soleiðis greiðir kvinnan frá, sum síðani hon gekk í øðrum flokki hevur verið illa happað av eyknevninum, sum lærarin setti á hana. – Átta ára gomul børn halda jú, at tað er í lagi at arga eitt annað barn við einum eyknevni, um ein vaksin ger tað, so hon stað festir, at soleiðis gjørdist hon »Beinta Slev«. Hon greiðir víð ari frá, at tað var ikki so ógvus ligt í teimum yngru flokk­ un um, men trupulleikin vaks, sum frá leið. – Eg hevði vinkonur mínar hjá mær, men eg var sárbar akkurát tá. Foreldrini vóru farin frá hvørj um øðrum, og besta vin­ kona mín var flutt av landinum, so eg hevði ongan, sum eg ordi­ liga kundi vera trygg sman við. Eisini tí eg var flutt, orsakað av foreldrini vóru skild, so búðu vinkonurnar ikki í granna lagn­ um, har eg búði. So eg gjørdist al­ samt meira einsamøll á tann hátt. Eingin kom í føðingardag So gingu árini. Tað byrjaði í smá­ um, eitt nú um vit skuldu skriva navnorð á talvuna, og eg skrivaði »ketta«, so vildu hini børnini ikki skriva tað orðið, tí eg hevði sagt tað. Og tá vit høvdu heystfrí søgdu tey við meg, at tey gleddu seg at hava eina viku, har tey sluppu undan at síggja Beintu Slev. Enn tann dag í dag hugsi eg, hvørjaferð heystið nærkast, at heystfrítíðin er í eina viku, tí tá sleppa øll undan at síggja meg. Tað hongur við í mínari fatan av heystfrítíðini, greiðir hon frá. Føðingardagarnir gjørdust eis ini ein marra. Í fyrstuni komu øll í føðingardagar. – Men tað eina árið høvdu vit gjørt nógv burturúr, men brád­ liga skuldu øll børnini í flokk in­ um at venja fótbólt. Mamma helt tað sjálvandi verða í lagi. Hon helt tað vera óheppið, at vit ikki høvdu hugsað um, at fótbóltur var tann dagin. Men eg visti sum var, at tað vóru bert tríggir dreing ir í flokkinum, sum gingu til fót bólt. Eg var sjálvandi kedd, men soleiðis var tað bara. Eisini tá vit spældu spøl, har man skuldi velja lið. Tá var eg altíð tann, sum var síðst vald, tí eingin vildi hava meg við á teirra lið. Eg dugdi ikki væl at spæla hesi spøl, men tá eg hugsi um tað í dag, so haldi eg, at um eg hevði sloppið at roynt meg, so kundi eg kanska havt dugað okkurt ella lært okkurt. So fluttu vit skúla. Har sum vit høvdu gingið var bara upp til 7. flokk. Eg havi fortrongt ræðu­ liga nógv, minnist ikki nógv til, at tað var serliga nógv happing, tá eg kom í framhaldsdeildina. Tað var í øllum førum ikki uppá sama máta, sum eg hevði upplivað, og sum eg fór at uppliva. Drakk meg fulla fyri at gloyma Tá eg bleiv liðug har og fór í studentaskúlan, tá kann man so siga, at happingin av álvara tók LÆRARIN KALL MEG »BEINTA S »Eg vil, at Føroyar og føroyingar lata upp eyguni fyri veruleikanum, at happing er so álvarsamt, og at tað kann oyðileggja ein persón « FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 145 7 dik á seg. Eg varð kallað »Beinta Lús« í eitt tíðarskeið í staðin fyri »Beinta Slev«, men kortini, so hekk »Beinta Slev« við. – Fólk tveittu sigarettir í hárið hjá mær, bæði tendraðar sigarett­ stubb ar og gamlar, so hárið brend ist. Hvørjaferð eg var í býn­ um, bleiv eg næstan álopin. Fólk róptu eftir mær, blakaðu gløs eftir mær og øskubikør og hóttu við at sláa ella banka meg. Tað kom eisini fyri, at eg varð sligin, so fyri at klára at fara út, fór eg at drekka meira, enn eg nakrantíð skuldi havt gjørt. – Eg drakk meg fulla, soleiðis at eg ikki nýttist at minnast alt, sum hendi. Eg drakk fyri at gloyma allan mótgangin eina løtu, so eg kundi lata sum um, at eg hevði havt eitt gott kvøld sum øll hini. Soleiðis kundi eg eisini siga við meg sjálva, at tey bláu merkini og tað bláa eygað, eg hevði eftir ein býtúr var tí, at eg hevði verið for full. Ikki tí at nakar hevði viljað mær nakað ilt. Eg tók skuldina á meg sjálva, tí tað var lættari enn at hugsa, at tað vóru hini, sum vildu mær ilt. Og hon greiðir víðari frá, at tað kom ofta fyri, at hon fór heim til hús, áðrenn hon yvirhøvur kom oman í býin. Og dansistøðini hjálptu onk­ un tíð og tveittu fólk út, um tey vórðu ov ógvuslig. Eg gjørdist rótin til alt ilt – Tað kom til eitt tíðarskeið, har eg fór at síggja, at vinkonurnar hjá mær eisini fingu ringt orð á seg, tí at tær vóru mínar vin kon­ ur. Eg gjørdi tí av at halda meg burtur frá teimum, fyri at tær ikki skuldu fáa tað líka sum eg hevði tað og soleiðis, at tær kundu hava tað gott saman við hin um fólkunum. – Eisini royndi eg at halda meg burtur frá systkinum mínum, so­ leiðis at eingin visti, at tey vóru í fam ilju við meg, ella høvdu nakað við meg at gera. Eg royndi at verja tey rundan um meg, so­ leiðis at eg ikki skuldi oyðileggja nakað fyri tey, tí onkursvegna var tað eg, sum var trupulleikin og rótin til alt ilt, helt eg sjálv. So minnist hon einaferð, at hon kom heim úr skúlanum við ein um bláum eyga og mamman spurdi, hví hon hevði fingið blátt eyga. – Eg tordi ikki at siga sann­ leikan. Eg greiddi henni frá, hvussu ein drongur royndi at sláa ein annan drong, men kom til at sláa meg, so tað var av óvart, at eg hevði fingið blátt eyga, tí eg stóð fyri. Sjálvt um tað í veru leik­ an um var drongurin, sum hevði sligið meg við vilja. – Eg vildi bara ikki hava, at mamma ella nakar skuldi stúra fyri mær, so eg fortaldi teimum lítið og einki. Enn í dag vita tey ikki alt, sum er hent mær. Eg klári illa at greiða teimum frá øll­ um. Tað er hart fyri meg, tí eg veit, at tað særir tey. Tey eru so góð við meg, og eg vil bara verja teirra kenslur, sigur hon. Happingin steðgaði, tá hon var 28 ár, tí tá flutti úr Havnini. – Men tað var forferdeligt, tey árini tað var. Tað vóru eisini hat­ ur síður um meg á netinum. Eg minn ist ikki, um tað var ein heima síða ella bólkar á ymisku sosialu síðunum sum vóru tá. Eg havi fortrongt nógvar av mínum upplivingum. Ofta, tá eg síggi fólk og kenni tey aftur, so ivist eg ofta, um tað er av góðum ella ring um minnum, at eg minnist persónin. Hevur tú gjørt mær nakað ella ikki? Tað er keðiligt, tí tað er so ofta. Føroyar eru eitt so lítið land, at tað kann ikki um­ gang ast. Óttin fyri at missa sonin – Í dag livi eg eitt lív við kron isk­ um tunglyndi og ótta, ótta sum eg eri væl greið yvir, er heilt ALLAÐI A SLEV« »Eg stúri hvønn dag fyri at missa sonin, bara tí at eg eri eg« »Fólk tveittu sigarettir í hárið hjá mær, bæði tendraðar sigarettstubbar og gamlar, so hárið brendist« – Eg gjørdist »Beinta Slev« sum átta ára gomul, tí at ein vaksin kona ikki hugsaði seg um, áðrenn hon talaði. Tað sigur kvinna, sum hevur verið happað við hesum eyknevnið, síðani hon gekk í øðrum flokki s 6-8 MIÐFLOKKURIN Lýsing á síðu 5 BØRNINI ÁRG. 91, BLAÐ NR. 145 14. DESEMBER 2018 ULLERSLEV HC. ANDERSEN Uml. 1400 g. 8995 VANL. 110.- TOMEX OVNKIPS 2500 g. Fryst 20.- AVMARKAÐ NØGD FARMOR’S HOLUKØKUR 1120 g. Fryst 35.- AVMARKAÐ NØGD tilboð VIKUSKIFTIS- TILBOÐINI ERU GALDANDI FRÁ FRÍGGJADEGI 14. DESEMBER TIL OG VIÐ LEYGARDAG 15. DESEMBER 2018 Politikkur: Fleiri upp- skot... s10-11 Rokasligir dagar í Løgtinginum s20-21 Happað síðani hon var smágenta: Ársins føroyingur 2018: Vit halda jól TEMA LÆRARIN KALLAÐI MEG 'BEINTA SLEV' FRÍGGJADAGUR 14. DESEMBER 2018 SOSIALURIN 145 8 HAPPING óneyð ugur og ikki gevur nakra ser liga meining. Eg kann við vissu siga, at hetta er orsakað av has um lítla setninginum, sum lær arin segði við meg í 2. flokki, eina lítla 8 ára gamla gentu, sum ikki vildi nøkrum nakað ringt. – Tá eg átti sonin fyri nøkrum árum síðan nú, kom alt fram aftur. Alt sum eg havi fortrongt og goymt burtur langt afturi í minninum raplaði fram aftur, tá eg fekk sonin. Eg fekk barns­ burð artunglyndi. Eg var bangin fyri, at eg ikki var góð nokk, og at onk ur fór at taka sonin frá mær. Hvørjaferð eg skal á foreldrafund, enn tann dag í dag, eri eg bangin fyri, at hann verður tikin, tí eg eri eg. – Um næturnar droymi eg um ymiskar hendingar. Eg síggi ikki, hvør persónurin er, men tað eru hendingar, eg havi upplivað. Hvørja ferð eg haldi, at eg fái tað betri, so minnist eg aftur eina hend ing, og so kennist tað, sum um eg verði sligin niður aftur. Nú tá sonurin nærkast skúla­ aldri, kennir hon seg meira og meira ótrygga og beiska, tí hon veit, at tað var bara av einum lær ara, at lívið endaði soleiðis. – Eg stúri hvønn dag fyri at missa sonin, bara tí at eg eri eg. Tað tók mær langa tíð, til eg yvir­ høvur tordi, at fólk skuldu síggja meg saman við soninum, tí eg helt, at um tey vistu, at eg átti hann, so funnu tey onkran máta at taka hann frá mær. – Av hesum óttanum fyri at missa hann, gjørdist eg ógvuliga hørð við meg sjálva. Alt sum eg gjørdi skuldi vera perfekt. Eingin skuldi hava nakað at seta fing ur­ in á. – Eg kann onkuntíð fara ein heil an tíma fyrr upp um morg­ un in fyri at gera matpakkan til son in. Matpakkin skal vera heilt feil fríur. Eingin skal kunna siga nakað um son mín. – Eg gangi ógvuliga høgt upp í, at alt er ordiligt, og at eg ikki geri nakað skeivt. Eg eri bangin fyri at traðka skeivt, og eg toli slett ikki, tá fólk siga, at eg ikki havi gjørt okkurt heilt perfekt. Til dømis, um eg standi fyri at gera døgurða heima, og maðurin held­ ur, at sósin kundi havt eitt sindur meira av salti í, so fari eg í sorl. Eg klári slett ikki at hoyra nakran kritik. Tað er heilt ótrúliga keði ­ ligt at hava tað soleiðis, men eg má liva við tí og góðtaka tað. Eg kann ikki annað. – Eg skilji væl, at nógv av tí eg geri kann tykjast meiningsleyst fyri onnur, men um eg ikki geri alt tað, eg kann, fyri at fáa tað besta úrslitið, so kann eg ikki vera góð við meg sjálva. Tað er stravið at hava tað soleiðis, og tað er eisini stravið fyri tey rund­ an um meg at liva við tí. Men tey eru góð og duga væl at skilja meg. Tabuevni í Føroyum – Eg haldi, at tað er umráðandi, at vit eisini hugsa um tey, sum ikki hava tað lætt, tí eg haldi, at tað er ofta eitt tabuevni í Føroyum. Fólk vilja ikki síggja veruleikan, at tað eru summi, ið ikki hava tað gott. Eg vil hjálpa teimum. Tí legði eg út á Facebook um mína søgu. – Tað er fyrstu ferð, eg havi sagt tað alment, at eg varð illa happað. Um eg varð biðin um at greiða frá hesum fyri hálvum ári síðani, so hevði eg ikki sagt ja og hevði ikki kunna funnið uppá at tosa um tað. – Eg vil, at Føroyar og før oy­ ing ar lata upp eyguni fyri veru­ leik anum, at happing er so álvar­ samt, og at tað kann oyðileggja ein persón. – Viðmerkingin eg fekk frá læraranum sum átta ára gomul genta í 2. flokki vísti seg at verða mín dómur. Eg gjørdist »Beinta Slev« sum átta ára gomul, tí at ein vaksin kona ikki hugsaði seg um, áðrenn hon talaði. »Hvørjaferð eg skal á foreldrafund, eri eg bangin fyri, at sonurin verður tikin, tí eg eri eg« »Í dag livi eg við kroniskum tunglyndi og ótta orsakað av hasum lítla setninginum, sum lærarin segði við meg í 2. flokki, eina lítla 8 ára gamla gentu, sum ikki vildi nøkrum nakað ringt«