mánadagur 17. desember 2018síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 17. desember 2018 · Nr. 146
TÍÐINDI
Beinta er 8 ár fyrstu ferð
hon upplivir happing.
– Tað er grovt av einum
vaksnum fólki at verða so
virðisleyst, heldur Bjørghild
Djurhuus.
– Ein góð sjálvskensla er at
fáa viðurkenning frá øllum
rundan um barnið. Tað veri
seg heima, skúli, ítróttur v.m.
Hóast eg havi eina meining,
sum tú møguliga er ósamd við,
so er tað meira umráðandi at
lurta, tú nýtist ikki at skilja,
sigur hon.
– Tað er umráðandi, at vit
viðurkenna hvønn annan, sum
vit eru. Vit kunnu vera samd
um at verða ósamd, plagi eg at
siga. Man kann ikki broyta
nakran annan enn seg sjálvan.
Tú skuldi fingið eina nobel
heiðursløn, um tú megnar at
broyta nakran annan enn seg
sjálvan, tað ber jú ikki til. Lærir
tú at viðurkenna og góðtaka
teg sjálva og at skilja, at vit eru
øll ymisk við ymiskum mein
ingum, so lærir tú eisini at við
urkenna onnur.
– Eg minnist ein drong, sum
var umleið 16 ára gamal, tá
hann kom til mín. Hann greiddi
mær frá, at hann var so troytt
ur av at blíva argaður, tí hann
var so tjúkkur. Eg bæð hann
siga við hini børnini, at hann
gjørdist keddur av at blíva arg
aður. Men tað vildi hann ikki
siga tí hann helt tað var alt for
gentusligt at siga so. So bað eg
hann heldur fara út og siga,
“Ja, tað eri eg og hvat so?”
– Hvør hevur ilt av, at hann
er tjúkkur? Nýttust Per og Pól
í einum flokki at taka sær av tí,
at hann var tjúkkur. Er tað ikki
hansara egna avbjóðing?
– Hann helt tað var nakað
um tað eg segði, og gjørdi av at
prøva. Hann gjørdi av at siga
við øll, sum argaðu hann “Ja,
eg eri trummi tjúkkur, og hvat
so?”, og aftaná tað riggaði tað
ikki at arga hann meira, tí hann
legði einki í tað longur.
– Óansæð útsjónd, um ein er
høgur, lítil, klænur, tjúkkur,
myrkhærdur, reyðhærdur. Út
sjóndin hjá mær gevur ikki
øðrum rætt til at niðurgera
meg. Tað skal vera rúm fyri
okkum øllum, sigur Bjørghild
Djurhuus.
Eg kenni bara mín
egna sannleika
Um tú sigur við eitt barn: »Hvat
er tað besta upplivilsið, tú
hevur havt í skúlanum?«.
Ein genta, sum Beinta, hevði
garanterað ikki sagt fríkort
erið. Hon hevði heldur sagt, at
hon hevði brúkt tímarnar upp
á at stúra fyri næsta fríkorteri
heldur enn at fylgja við í tím
anum. Eitt barn sum gleðir seg
til fríkorterið, er eitt barn sum
trívist, heldur Bjørghild Djur
huus.
– Fyri meg er tað er púra
burturvið at ein lærari, sum
hevur
ábyrgd
av
børnum,
skuldi sleppa við hesum, sigur
Bjørghild Djurhuus. Hendan
gerðin hevur ávirkað lívið hjá
hesi ungu gentuni. Hetta skuldi
aldrin verið hent. Tað skuldi so
langt síðan verið steðgað. Tað
skal eingin billa mær inn, at
hetta er farið framvið, at eing
in hevur sæð ella hoyrt, hvat
hevur gingið fyri seg. Eg plagi
at siga tað, at børn siga frá við
nógvum orðum, ella við ongum
orðum. Tað vil siga, at tey hava
eina atferð, har tey antin gera
alt fyri at goyma og tosað seg
burtur
frá
trupulleikanum,
ella tey gera alt fyri vísa, at tey
ikki hava tað gott og brúka
færri orð, greiðir Bjørghild
Djurhuus frá.
– Munurin á foreldrum í dag
og fyrr er, at í dag góðtaka tey
ikki, at barnið er út fyri líkn
andi. Eisini tosar heilsufrøð
ingurin einaferð árliga við øll
børn um trivnað, eina heilsu
samrøðu. Tað er lærarin, sum
hevur tikið álit hennara á tey
vaksnu, um hon hevði fingið
kensluna av, at lærarin hevði
staðið til svars fyri tað, hann
hevði sagt, so hevði hon heilt
sikkurt fingið eina aðra upp
living. Møguliga hevði hon
leitað sær meira hjálp, tosað
við onkran vaksnan heldur
enn at goyma seg og halda seg
burtur frá øllum. Sjálvkenslan
hjá henni hevði vaksið, hon
hevði fingið ta fatan, at vaksin
taka ábyrgd av feilum, tey
gera, at verðin er tryggari at
liva í. Sjálvskenslan veksur í
samveru við onnur, sum geva
viðurkenning fyri tann tú er.
– Eitthvørt barn sigur sín
sannleika, ein hvør vaksin
sigur sín sannleika, vit kunna
vera í sama stað og hava hvør
sína uppliving. Vit hava hvør
sín sannleika. Tað sum eg
greiði frá fyri tær er tað, sum
eg veit. Eg veit ongan annan
sannleika enn mín egna, eg
kann royna at skilja og viður
kenna tín sannleika, men eg
kenni bara mín egna.
Tann keðiligi fylgisveinurin
Sálarsjúkur eru stigmatiserað
ar, tær eru óskiljandi fyri fólk,
tí tær eru ikki fornuftigar.
Man sær ikki eina sálarsjúku,
hon er ikki sjónlig, og ofta gev
ur hon ikki meining fyri onnur
enn teg sjálvan.
– Eg plagi at siga, at tað situr
eftir í kroppinum, til dømis við
ótta. Tað er Beinta eitt gott
dømi um. Hvørjaferð hon følir
sum hon ger framstig, kennist
tað sum hon verður sligin nið
ur aftur, hon veit væl at tað
ikki er soleiðis, men hon kenn
ir tað soleiðis, tí kroppurin
minnist aftur á hendingarnar,
hon hevur verið út fyri í lívin
um.
– Mínar royndir eru, at um
tú torir at seta orð á kenslurnar
og upplivingarnar, til dømis at
tú sigur “eg var illa happað
sum barn og vildi ynskt, at
onkur lurtaði eftir mær”, er
hjálp til sjálvhjálp. Vit siga ofta
“eg eri tunglynt”. Eingin ER
tunglyndur. Fólk dragast við
tunglyndi, ein keðiligur og
stravin fylgisveinur. Beinta við
tunglyndi.
–- Góða fitta, leita tær tað
hjálp, tær tørvar, so tú kann
liva eitt gott lív fyri teg, tína
famlju og tín son, tí tað hevur
tú uppiborið, sigur Bjørghild
Djurhuus at enda.
ARIN HEVUR
LANDI
SKENSLU
Bjørghild Djurhuus, heilsufrøðingur