leygardagur 15. juli 2000síða 5
‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JOHN JOHANNESSEN
Seinasta hálvtannað árið
hevur Petur Skeel, veður-
frøðingur, sitið og savnað
hagtølini fyri veðrið í Før-
oyum seinastu 120 árini.
Hesi hagtøl skulu í næst-
um gevast út í bók, sum
lýsir søguligar hendingar
umframt veðrið fyri hvønn
mánað síðani 1880.
Í bókini fær hvørt av hes-
um 120 árunum eina opnu.
Á vinstru síðuni av hesi
opnu skulu hagtølini fyri
veðrið standa. Á høgru síð-
uni skal ein serlig mynd frá
Skrivar bók um
veðrið í 120 ár
Petur Skeel Jacobsen, veður-
frøðingur, hevur savnað saman
hagtøl um føroyska verðrið í 120 ár.
Hagtølini verða í næstum givin út í
bók
Petur Skeel, veður-
frøðingur, er í ferð
við at skriva bók um
veðrið í Føroyum
seinastu 120 árini
ávísa árinum vera saman
við einum teksti um onkra
serliga hending frá árinum.
Tað er Bókadeild Føroya
Lærarafelags, ið gevur bók-
ina út. Men Petur Skeel er
høvundur at allari bókini,
bæði tí veðurfrøðiliga og tí
søguliga.
Ætlanin var, at bókin
skuldi koma út í heyst. Men
nú er kortini ikki vist, at hon
kemur fyrr til jóla ella tíð-
liga næsta ár. Tað hevur
nevniliga verið eitt sindur
torførari at savna tilfar til
høgru síðurnar við søgulig-
um myndum og teksti, enn
væntað.
Tað er Allan Brockie,
fotografur, ið hevur ábyrgd-
ina av at savna myndatilfar
til bókina.
»Veðrið í Føroyum í 120
ár« verður ikki ein bók til
skúlabrúks, men heldur ein
gávubók.
Niels
Jákup
Thomsen frá Bókadeild
Føroya Lærarafelags sigur,
at arbeiðið við hesi bókini
er nakað, bókadeildin ger
við síðuna av vanliga ar-
beiðinum, ið er at gera
bøkur til skúlabrúks.
∆
JOHN JOHANNESSEN
Ísfiskatrolarin, Beinta, úr
Trongisvági er seldur til
Walvis Bay í Namibia fyri
níggju milliónir krónur.
Tað er skipsmeglarfelag-
ið, Martec, á Argjum, sum
hevur fingið søluna í lag
fyri partafelagið, Skorða-
fossur í Trongisvági.
Beinta varð bygd í Noreg
Beinta seld
til Namibia
Ísfiskatrolarin Beinta úr Trongisvági er seldur til
Namibia
í 1972. Tá fekk hon navnið
Myrebuen. Í 1992 varð
skipið selt til Vágs og fekk
navnið Brimborg. Í 1995
varð skipið selt til Trongis-
vágs, og fekk tað tá navnið
Beinta.
Beinta er 558 bruttore-
gistertons til støddar, hon er
46,68 metrar long og 9
metrar
breið.
Høvuðs-
maskinan er ein Wichmann
við eini orku á 1.500 HK.
Skipið var í fínasta standi,
nú tað varð selt. Tað leyk
øll klassa- og skipasýnis-
krøv.
Beinta fór av Havnini í
dýrdarveðrinumm sunnu-
dagin um middagsleitið og
verður í Namibia um 25
dagar. Við á túrinum eru
fimm mans úr Namibia og
tveir føroyingar.
5
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 140 - 25. juli 2000
gult cyan magenta svart