Sosialurinarkiv
Sosialurin 2000-07-15, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

leygardagur 15. juli 2000síða 6

‹ fyrra síða allar 39 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

6 tíðindablaðið sosialurin Nr. 140 - 25. juli 2000 gult cyan magenta svart Stórur rútur Ólavsøkugestirnir á Hotel Føroyum skulu síggja væl út, og tí er ein av rútunum við mat- stovuna skiftur út Ógvusligt sær tað út, tá teir 5 menninir stríðast við at rigga til, so kranin kann lyfta rútin á rætta stað JÁKUP MØRK Fimm mans úr Kollafirði, ein lastbilur og kranin hjá Tórshavnar Skipasmiðju. Tað var tað, sum skuldi til, fyri at skifta ein av stóru panoramarútunum við mat- stovuna á Hotel Føroyum. Onkur vildi kanska hild- ið, at hetta ljóðar eitt sindur ógvusligt, men talan er so heldur ikki um nakað lítið vindeygað. Frá monnunum frá Atlan- ticpane í Kollafirði fekst at vita, at talan var um eini 300 kilo, sum skuldu flytast, og tá er sjálvsagt ikki hugsing- ur um at gera hetta við mannahondum. Gamli rúturin var brostin, og tí var neyðugt við hesum nýggja rútinum, so nú nýt- ast ólavsøkugestirnir á ho- tellinum ikki at óttast, at tey ikki skulu síggja nóg væl út á ólavsøkuni. JÁKUP MØRK Góðveðri seinastu tíðina hevur havt við sær, at tað nú av álvara er farið at fjara í vatngoymslunum kring landið. Tórshavnar Kommuna er einki undantak í so máta, hóast byrgingin í Villingar- dali sjálvsagt hevur viðført, at vatngoymslurnar nú eru væl størri, enn tær vóru fyri fáum árum síðani. Trupult í Eysturbýnum Tá vit í gjár tosaðu við Janus Sørensen, vatnmeist- ara, greiddi hann frá, at støðan var bæði góð og ring, hvat vatni viðvíkti. Hann greiddi frá, at vatn- goymslan í Villingardali er minkað heilt nógv, men sum so nýtist hetta ikki at vera nakar trupulleiki, tí enn er nógv vatn eftir í hinari vatn- goymsluni, sum er í Havn- ardali. Trupulleikin er, at or- sakað av hæddarmuninum er ikki gjørligt hjá øllum býnum at fáa vatnúr Havn- ardali, uttan so at hetta verður pumpað runt. Vest- urbýurin og Miðbýurin hava sum so ongar trupul- leikar av hesum, men hinvegin kann støðan gerast ring hjá Eysturbýnum og teimum býarpørtum, sum liggja ovarlaga í lendinum. Í gjár varð so arbeitt við at binda alla vatnleiðingina saman, soleiðis at vatn úr Havnardali eisini verður pumpað yvir í Eysturbýin, men hvussu hetta eydnaðist, var ikki greitt, tá blaðið fór til prentingar. Røkkur 3 vikur Janus Sørensen greiðir frá, at sum so er neyðin ikki heilt akutt. Enn er nakað av vatni í Villingardali, og fyrstu tríggjar vikurnar er helst eisini nóg mikið av vatni, sigur hann. -Vit vita bara ikki, hvussu leingi turkurin stendur við, og tí royna vit longu nú at loysa trupulleikan, sigur hann víðari. Hann vísur tó á, at roynd- irnar siga teimum, at vatn- nýtslan í vikuni undan ólav- søku altíð er sera stór. Henda tørv megnar komm- unan tó at nøkta uttan stór- vegis trupulleikar, so talan verður ikki um, at Havnin verður turrløgd á ólavsøku. Í tøkum tíma Í Klaksvík eru tey, sum vara av vatninum í býnum, fegin um, at kommunan seinnu árini hevur gjørt stórar íløg- ur á hesum øki. Jógvan við Keldu, býr- áðsformaður, sigur við Sosialin, at um útbygging- arnar ikki høvdu verið gjørdar, hevði støðan verið heilt álvarslig í Klaksvík: - Tað hevur so at siga ver- Vatngoymslurnar í høvuðsstaðnum eru nógv mink- aðar í góðveðr- inum, sum hevur verið seinastu tíðina. Í Klaksvík hevði støðan verið álvarslig, var nýggja vatn- goymslan ikki komin ið turkur í einar tríggjar mánaðir, og hetta er sjálv- sagt eitt heilt óvanligt fyri- brigdi hjá okkum, sigur bý- ráðsformaðurin. Hann sigur víðari, at gomlu vatngoymslurnar vestaru megin, hava so at siga verið tómar. Seinastu dagarnar hevur tó verið pumpað í tær frá nýggju vatnleiðingini, so hesar nú aftur eru um at verða fullar. Nýggju vatngoymslurnar hjá kommununi, t.e. í Ánunu, Svartadali og Strandadali, eru gjørdar í samstarvi við SEV, og vórðu tær tiknar í nýtslu í fjør. Jógvan við Keldu greiðir frá, at enn er nýggja vatn- leiðingin ikki løgd um allan býin, men at hetta arbeiði er í ger í løtuni, og tá hetta er liðugt, fær øll Klaksvíkin vatn úr reinsiverkinum við Ánir. Biðin um at spara Annars sigur býráðsfor- maðurin, at kommunan í løtuni er í ferð við at senda út skriv til øll húsarhaldini í býnum, har hesi verða biðin um at vera sparin við vatninum komandi tíðina. Líknandi skriv verður eisini sent virkjunum á staðnum, so hesi ikki nýta óneyðuga nógv vatn. - Trupulleikin er, at hóast tað nú fer at regna í ein dag ella tveir, so hjálpir hetta ikki stórvegis upp á støð- una, sigur Jógvan við Keldu. Hann vísir á, at tá turkur hevur verið so leingi, er jørðin at kalla uppturkað, og tí skal nógv regn til, áðr- enn jørðin er mettað, soleið- is at áirnar, og harvið vatn- goymslurnar aftur fara at vaksa.. Greflig tøl At nakað er um tosið, tá sagt verður at tað hevur verið óvanliga turt, verður stað- fest, um hugt verður at hag- tølunum. Smb. Peturi Skeel Jacobsen, veðurfrøðingi, er miðal avfallið í juli mánaði 83 mm, men nú mánaðurin er farin at halla, eru bert komnir á leið 20 mm. Eisini juni mánaður var rættuliga turrur í so máta, tó at tølini ikki vóru heilt so ógvuslig tá. Tá regnaði tað á leið 47 mm, mótvegis einum miðal avfalli upp á 66 mm. Mei mánaður var tó ring- astur í so máta. Miðaltalið her er 71,5 mm, men í ár fullu bara 21,2 mm allan mánaðin. ∆ Vatnmeistarin í høvuðsstaðnum, Janus Sørensen, stendur hugsunarsamur framman fyri brunnin í Villingardali, har tað nú av álvara er farið at fjara Vilja hava regn