Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-21, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Blaðstjóri: Barbara Holm barbara@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin Tað er vorðið sum bragd, at ein mat­stova í Før­oy­um megnar slíkan heiður, sum fyrst at fáa eina Michelinstjørnu. At varð­veita hana árið eftir, fyri síðani at fáa eina aft­ur­at hesaferð. Tað merkir, at vit hava eina av heims­ ins bestu matstovum. At Før­oyar eru við í heims­ins úr­vals­liði í mat­list. Tað merk­ ir, at heimsins bestu kokk­ar úti í heimi hyggja hend­a­veg­in at fáa í­blás­t­ur. Vit skilja helst ikki týdningin, tað í veru­leik­a­num hevur. Í heiminum eru kanska 500 matstovur, sum eins og Koks hava tvær Michelinstjørnur. Í Norð­an­ lond­um eru bara níggju. Fýra í Danmark, fýra í Svøríki, eingin í Finnlandi, eingin í Nor­eg, Grønlandi, Ís­landi ella Álandi – men ein matstova í Føroyum. At ein matstova hevur tvær stjørnur merk­ir, at hon er verd ein umveg fyri at finna. Hevur hon tríggjar stjørnur merk­ ir tað, at hon er so mikið góð, at hon er verd at ferðast fyri. Tað er einki at ivast í, at ein matstova sum Koks hevur ómetaligan týdning fyri Før­oyar sum ferðamannaland. Sum markn­að­ar­føring hevur hon so stóran týdn­ing, at tað valla kann mátast. Tí er tað spell, at myndugleikarnir ikki enn hava givið matstovuni endaligt loyvi at hava opið aftur frammi við Gjónna. Tað kann ikki passa, at mót­støð­ an skal vera so stór, at virksemi ikki skal kunna halda fram. Sjálvandi skulu regl­ ur og frið­ing virðast. Men tað skal vald­ ast skriv­stov­u­veldi. Tí sjálvandi ber tað til at hava slíkt tíðar­avmarkað virksemi, uttan at gera seg inn á serstaka um­ hvørvi við Leynavatn og frammi við Gjónna. Tað er greitt, at hetta ikki er ein end­a­ lig staðseting hjá matstovuni. Sum sæst her á síðuni, so eru ítøkiligar ætlanir at byggja eina matstovu úti í náttúrini, har um­støð­ur­nar eru eins hugtakandi, sum frammi við Gjónna. Vit hava ein trupulleika í Føroyum, tá tað gongst onkrum væl. Okkum dámar so væl at leggja fótonglar. At finnast at og bera fram okk­urt negativt heldur enn alt tað pos­i­tiva. Tað er ein keðilig mura, sum vit hava. Koks er eitt fantastiskt brand. Mat­stovu­vinnan er í stórari menn­ing. Ráð­ini til myndugleikarnar eru tí: Spyrj­ið vinn­una, hvussu tit kunnu hjálpa henni held­ur enn at leita eftir forðingar. Stjørnudustið frammi við Gjónna Oddagrein Eirikur Lindenskov ábyrgdarblaðstjóri 22. FEBRUAR 2019 Sum avleiðing av, at Koks nú hevur fingið tvær Michel­in­ stjørn­ur, fara fleiri in­spek­tør­ar frá Mich­el­in at ferðast til Fø­r­ oya fleiri ferð­ir um árið. Tað fer heilt víst at á­virka aðrar mat­stov­ur í Føroyum, held­ur Poul Andr­i­as Ziska, høvuðskokkur á Koks. – Tá tú hevur eina stjørnu, og ert so langt burturi, sum vit eru, so er nóg mikið við eini vitjan frá Michelininspektørum ann­aðhvørt ár. Tað siga leysasøgurnar í øll­um førum, segði Poul Andrias Ziska. – Men tá tú hevur tvær stjørnur, so skalt tú hava vitjanir av Mich­el­ ininspektørum fleiri ferðir um árið. Tað merkir so, at nógv fleiri inspektørar fara at vitja á hvørjum ári. – Og eg rokni við, at tað fer at kasta av sær hjá hinum matstovunum í Føroyum. So eg ivist onga løtu í, at innan fyri eitt til tvey ár verða nakrar matstovur afturat, sum – um tær ikki fáa eina stjørnu – so í hvussu so er ein »Bib Gourmand« ella eina »Recommondation« frá Michelin Guide’ini, sum eisini er í bókini, so tað verður ordiliga spennandi at síggja, segði Poul Andrias Ziska. Hetta fær fleiri stjørnur til Føroya STJØRNUKOKKURIN Oddfríður fimmti Nøvn síða 9 Gunnvør Justinussen 80 ár Nøvn síða 9 Málið er The World's 50 Best Restaurants Seinastu árini hevur mat­stov­ a­n Koks ferðast mill­um Hotel Før­oyar, Kirkju­bø og frammi við Gjónna við Leynavatn. Í­tøk­i­ligar ætl­anir vóru um at byggja eina matstovu í Kerjum nið­an fyri Hot­el Føroyar við Oyggj­ar­vegin í Havn. Men tann ætl­anin er slept. – Vit arbeiða nú við eini var­ andi loysn. Og tað verð­ur ein staðseting úti í nátt­ú­r­u­ni, sigur Johannes Jen­sen. – Tað verður ikki í Havn, men úti í ein­um stað, har út­ sýni er yvir oyggjar, firð­ir og hav, sigur Johannes Jen­sen, sum ikki vil av­dúka, hvar ítøkiliga staðið er, sum arbeitt verður við. Sum skilst verður tað eitt stað, sum eins og um­hvørvi frammi við Gjónna er stó­r­bart, eitt stað í ó­bygd­um. Málið hjá Johannes Jensen og teimum á Koks hevur í fleiri ár verið at koma á listan hjá »The World's 50 Best Restaurants«, sum er »listin«, sum allar matstovur, sum halda seg vera í heimsflokki, vilja vera á. – Tað eru tveir listar – av óendaliga nógvum listum – yvir matstovur, sum hava týdning í verðini. Tað eru »The Michelin Guide« og »The World's 50 Best Restaurants«, sigur Johannes Jensen. Spurdur um málið framvegis er, at Koks skal gerast nummar 1 á »The World's 50 Best Restaurants«, svarar Johannes Jensen heldur eyðmjúkur. – Dreymurin er at koma á listan, kanska ikki at gerast nummar 1, sigur hann. Á »The World's 50 Best Restaurants« er ein listi frá 50 til 100 við upcomings matstovum, sum bíða at sleppa á listan. Har er Koks ikki komin á enn. – Men nú fingu vit fyrst eina Michelinstjørnu, og nú tvær. Tað høvdu vit als ikki droymt um, sigur Johannes Jesnen. Í juni verður nýggi listin hjá »The World's 50 Best Restaurants« kunngjørdur, so spennandi verður at síggja, um stjørnudustið hjá Koks fær ávirkan og fær dreymin hjá teimum um at koma á listan hjá »The World's 50 Best Restaurants« at ganga út. Við at finna endaliga Poul Andrias Ziska, kokkur, Johannes Jensen, stjóri og Karen Visth, víntænari og matstovuleiðari Stjóri og kokkur á veg upp á pallin til Michelinhandanina