hósdagur 21. februar 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
3
Føroyskt umboð í Prixnum:
Sigmund vil umboða Føroyar
og Danmark í Tel Aviv
- Eg ivist ikki í, at eg fái onkrar
atkvøður úr Føroyum. Um
føroyingar atkvøða fyri mær,
havi eg størri møguleika at vinna,
sigur Sigmund Tróndheim,
sum leygardagin skal luttaka í
danska Melodi Grand Prixnum
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
Í
ár verður eitt føroyskt um
boð í danska Melodi Grand
Prixnum, sum verður leyg
ardagin 23. februar. Tað
er hálvi føroyingurin, Sigmund
Tróndheim, sum skal royna seg.
Hann hevur danska mammu og
føroyskan pápa. Sigmund bleiv
landskendur í Danmark gjøgnum
X-Factor, sum hann luttók í fyri
einum ári síðani. Hann vann ikki,
men er hóast alt tann, ið hevur
klárað seg best síðan kappingina
í fjør – og nú skal hann luttaka í
danska Melodi Grand Prixnum.
Sigmund skal kappast ímóti
níggju øðrum luttakarum um
plássið og heiðurin at umboða
Danmark til Eurovision Song Con
test, sum verður í Tel Aviv í Ísrael
í mai.
- Ein dreingjadreymur
Aftaná hansara success í X-Factor
setti umboð frá prixnum seg í
samband við hann og spurdi, um
hann hevði hug at luttaka til árs
ins Melodi Grand Prix. Hetta var
sum ein dreymur, sum bleiv til
veruleika.
- Melodi Grand Prix hevur
fostrað meg upp, síðan eg var eitt
lítið baby. Eg sang og dansaði altíð
við, tá tað var í sjónvarpinum, tá
eg var lítil. Hetta er ein dreingja
dreymur, sum nú verður til veru
leika, sigur Sigmund.
Hálvi føroyingurin tók sjálv
andi av møguleikanum at vera
við í kappingini. Hann hevur altíð
havt stórar dreymar og ambitiøs
mál, og hansara luttøka leygardag
in skal hjálpa honum at koma á
hægstu tindarnar.
- Eg vóni, at Melodi Grand
Prixið fer at hjálpa mær at kick
starta eina seriøsa og langa tón
leikayrkisleið, óansæð um eg
vinni ella ikki, sigur ósmædni
performarin.
Eitt lag um at vera øðrvísi
Sigmund skal syngja popputa
sangin, sum hevur heitið “Say My
Name”. Sangurin er persónligur og
snýr seg um tað at skilja seg frá
mongdini og venda tað til nakað
positivt.
- Hvørja ferð, eg havi ein ring
an dag ella føli, at eg ikki eri nóg
góður, so velji eg heldur at há
tíðarhalda ta sannroynd, at eg eri
eitt eindømi, sum skilir seg út frá
mongdini. At eg eri øðrvísi enn
hini, brúki eg sum ein møguleika.
Tí sigi eg mítt navn inni í høvd
inum fyri mær sjálvum aftur og
aftur og aftur.
- Eg fagni meg sjálvan og mítt
navn, óansæð hvat øll onnur
hugsa. Tað vil eg ráða øllum til at
gera, sigur Sigmund.
“Say My Name” er sangur
nummar 5 í kappingini.
Vónar at Føroyar
stuðla sær
Vit kunnu vænta at síggja føroyska
flaggið í Boxini leygarkvøldið.
Pápi Sigmund, sum eitur Oddur
Tróndheim, fer saman við rest
ini av familjuni at lurta eftir
Sigmundi, og hann hevur syrgt
fyri, at føroyska flaggið kemur
at veittra. Sigmund hevur stóran
tokka til Føroyar, og hann vónar
at fáa nakrar føroyskar atkvøður.
- Eg føli kærleikan frá føroy
ingum, so eg ivist ikki í, at eg fái
onkrar atkvøður úr Føroyum.
Eg minnist føroyska stuðulin í
X-Factor, og eg veit, at mín elskaða
familja og omma og abbi á Argjum
eisini fara at stuðla mær. Tað eri
eg æviga takksamur fyri, sigur
Sigmund.
- Um Føroyar atkvøða fyri mær,
fái eg knappliga ein nógv størri
møguleika at vinna kappingina. So
kann eg umboða bæði Danmark
og Føroyar fyri alt Evropa í Tel
Aviv!
23 ára gamli Sigmund Tróndheim
(Mynd: Agnete Schlichtkrull / DR)
Sigmund bleiv landskendur fyri sína luttøku í X-factor 2018 (Mynd: Mogens Flindt)