hósdagur 21. februar 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
4
Vikan ið fór
Sæð á Facebook:
Koks fekk
mánakvøldið
tvær stjørnur í
Michelinskránni.
Poul Andrias Ziska
bleiv kosin ársins
besti ungi kokkur
av Michelin.
Johan Restorff,
fyrrverandi
hotellánari,
andaðist týsdagin.
Eyðna Magnussen
er sett í starv
sum skúlastjóri í
Eysturskúlanum.
Danjal og Aslaug
av Rana høvdu
jarnbrúdleyp
týsdagin.
Michelin-stjørna
MEST
NÝTTA
ORÐIÐ
HESA
VIKUNA
...uppá ein minutt
Vit innfluttu
35% meiri
brennievni í
2018 enn í 2017.
tons av laksi
vórðu flutt
úr Føroyum
í fjør.
35%
59.321
Viðurkenning fyri fyrstafloks dygd
fyri matin á matstovum
Hvørt ár verður Michelinskráin
yvir heimsins bestu matstovur
útgivin. Matstovurnar fáa eina,
tvær ella tríggjar stjørnur. Ein
stjørna merkir at matstovan er
sera góð í sínum flokki. Tvær
stjørnur, at hon er verd ein umveg
at vitja. Tríggjar stjørnur merkir,
at matstovan í sjálvum sær er verd
at ferðast til.
Koks fekk mánadagin tvær
stjørnur í nýggjastu útgávuni av
Michelinskránni.
FRÍGGJADAGUR
LEYGARDAGUR
SUNNUDAGUR
Kannabisflokkurin
sleppur við í
fiskivinnukjakið
um flúgvifiskar
Um morgunin og fyrrapartin stívt
andøvsgul upp í hvassan vind av suðri,
10 til 15 m/s. Skýggjað og támut og
regn, men so fer at klára í og sólin
sær. Út á kvøldið aftur skýggjað og
út á náttina fer at regna. Hitin alt
samdøgrið millum 5 og 10 stig.
Andøvsgul upp í ein strúk í vindi
av útsynningi, 8 til 13 m/s, sum
lækkar í ein sunnan og minkar
vindin í gul til stívt andøvsgul, 5 til
10 m/s. Yvirhøvur turt og skýggjað,
men út á náttina regn. Hitin alt
samdøgrið millum 6 og 9 stig.
Stívt andøvsgul upp í hvassan vind
av suðri, 10 til 15 m/s, í støðum
upp í skrið, 18 m/s. Út á dagin fer
hann í ein útsynning og makar vindin
í andøvsgul upp í ein strúk í vindi,
8 til 13 m/s. Yvirhøvur skýggjað
og regn av og á og hitin millum
8 og 10 stig. Um náttina lutvíst
klárt og hitin millum 4 og 7 stig.
10-15 m/s
8-13 m/s
Tað var stórt, tá ið føroyska matstovan
Koks fekk tvær Michelin -stjørnur í
Århus fyrr í vikuni.
Vit vóru bilsin, tá ið matstovan fekk
fyrru stjørnuna fyri tveimum árum
síðani, men at ein skuldi koma afturat
í ár er fantastiskt.
Hetta ber boð um, at matstovan
hevur lyft seg uppá eitt støði, sum
kann metast við ttað besta, sum er í
heiminum.
Onkur serfrøðingur sigur, at Koks
er serliga frammalaga í menning av
nýggjum og innovativum matvørum.
Stjørnurnar hjá Koks eru eisini eitt
herðklapp til føroysku veitararnar,
sum lata matstovuni rávøruna.
Hjartaliga tillukku.
Ája!
Hesa vikuna hevur Klaksvík
verið í brennideplinum við árliga
afturvendandi tiltakinum, Torradagar.
Tað er eydnast klaksvíkingum at gera
hesar dagarnar til nakað serligt innan
mentan og ikki minst fiskivinnu.
Kjakið á Torradøgum millum
politisku
formennirnar
er
afturvendandi og dregur nógv fólk til
skúlan á Ziskatrøð.
Mikukvøldið var kjakið hesaferð
um nýggju fiskivinnulógina. Greitt er,
at flokkarnir flyta seg ikki nógv, men
kortiniu hómaðist onkur møguleiki
at gera onkra semju, men generelt
stendur í botni millum samgongu og
andstøðu.
Ája!
Politiskt er sjálvandi hent tað,
at vit hava fingið eina nýggja
landsstýriskvinnu. Hanna Jensen úr
Framsókn situr nú fyri borðendanum
í mentamálaráðnum, tá ið tað snýr seg
um undirvísing og gransking, meðan
Høgni Hoydal úr Tjóðveldi tekur sær
av mentan annars og kirkjumálum.
Enn hevur samgongan tó ikki
meldað út, hvussu ymiskt annað fellur
uppá pláss, men álvaratos, hvussu
avgerandi er tað, hvør er formaður í
hvørjari tingnevnd hesar tveir-tríggjar
mánaðirnar tingið arbeiðir afturat í
hesi tingsetuni.
Ája!
Kann ikki lata vera at fegnast um at
tað er ljósari, men samstundis er lætt
at troyttast yvir regnið, sum herjar.
Góða kavaveðrið var til at skilja og
persónliga dámar mær tað betur enn
lýkku og regn um veturin, men hetta er
tað , veðurlagsserfrøðingar hava sagt,
skuldi henda.
Ája!
Vert er kanska at leggja til merkis,
at framvegis gerast so at siga allar
eindir størri og størri. Júst nú frættist,
at ætlanin er at leggja teir smáu
skúlarnar saman við teimum størru.
Jú, jú, hetta mátti eisini koma.
Pengar og útreiðslur eru bestu
argumentini fyri at gera
ymiskar broytingar.
Eisini tá ið tað snýr seg
um almennar pengar.
Samanleggingar
kenna vit væl til, tá
ið tað snýrs eg um
privatar fyritøkur.
Hoyrdi onkran
yngri siga nú ein
dagin, at tað ljóðat
so romantiskt, tá
ið tey hoyra um
h a n d i l s v i n n u n a
fyrr. Tá keyptu tey
ost í einum handli, kjøt
frá slaktaranum og mjólk
á meirarínum.
Nú fæst alt í supermarknaðinum.
Ája!
Árni Gregersen,
journalistur,
skrivar
Ája!
Visti tú?
Visit Faroe Islands
síðsta vikuskiftið í
apríl steingir nøkur
ferðamál í Føroyum
fyri at rudda tey?
10-15 m/s