hósdagur 21. februar 2019síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
5
torshavn.fo
Í Tórshavnar kommunu eru eitt hýruvognsloyvi leyst at søkja.
Loyvið er knýtt at bilstøðini BIL.
Umsóknin verður fylt út í sjálvgreiðsluni á torshavn.fo.
Umsókn
Umsóknir skulu vera Tórshavnar kommunu í hendi seinasta lagi
fríggjadagin 1. mars 2019.
Sambært kunngerð nr. 33 frá 30. mars 1983 um hýruvognsreglur,
sum broytt við kunngerð nr. 139 frá 7. desember 1990, umsitur
vinnunevndin hýruvognsloyvi í kommununi. 66 hýruvognsloyvi eru í
Tórshavnar kommunu.
Hýruvognsloyvi
Umhugsin
Nærverandi
Ítøkiligur
MIÐFLOKKURIN SJÁLVANDI
hvørt
vikuskifti í
Sosialinum
Albin Johannesen, Klaksvík
Siglir við Christian í Grótinum
www.midflokkurin.fo
MIÐFLOKKURIN
“Sitandi samgonga dugir sær ikki hógv og tekur alt ov nógvan pening
inn í fyrsta liði frá fiskivinnuni. Tilfeingisgjøldini saman við uppboðssølu
av rættindum mergsúgva yvirskotspening úr vinnuni við tí avleiðing, at
vinnan ikki megnar at gera neyðugar íløgur.
Besti máti at framtíðartryggja samfelagið er at eggja vinnuni at gera
íløgur í varandi og trygg arbeiðspláss. Men tá peningurin, sum vinnan
skal brúka at gera íløgur fyri, verður tikin frá vinnuni, verða íløgurnar
í varandi og trygg arbeiðspláss ikki gjørdar. Vøksturin kemur at steðga
og framgongdin, sum seinastu árini hevur verið, kemur ikki at halda
fram.
Orsøkin til, at vit hava trý nýmótans uppsjóvarvirkir í Føroyum er, at
vinnan hevði pening at gera íløgur fyri. Uppsjóvarvirkini høvdu ikki
verið bygd, um undanfarna samgonga tók meginpartin av vinninginum
frá vinnuni. Tá høvdu uppsjóvarskipini verið noydd at avreitt uttanlands.
Og tá høvdu arbeiðsplássini á landi innan uppsjóvarvinnuna ikki verið
tilstaðar. Og tá høvdu allar hjávinnurnar, sum eru komnar í kjalar vørr
in um av, at allur uppsjóvarfiskur verður landaður í Føroyum, heldur
ikki verið.
Vinnan hevur prógvað, at hon ikki leggur seg á vinningin, men fremur
íløg ur við tí endamáli at vaksa og økja um vinningin. Hendan drív meg
in hvørvur við verandi politikki. Drívmegin í einihvørjari vinnu er vinn
ing ur. Um tann drívmegin hvørvur, hvørvur uppfinnsemið og íðin skap
ur in.
Miðflokkurin tekur ikki undir við ovurstóru tilfeingisgjøldunum og vil
minka hesi. Vinnan hevur góðtikið, at eitt ávíst gjald kann latast fyri
rætt indini at veiða, men slíkt gjald skal hava eitt rímiligt mark.
Eg velji Miðflokkin, tí flokkurin vil tryggja vinnuni góðar og tryggar
karm ar at virka undir, so vinnan veit, hvørjar treytir eru galdandi ikki
bara í dag men langt inn í framtíðina.”
Vangamynd
AÐALFUNDUR
Føroya Lærarafelags
og árligi limafundurin í
Stuðulsgrunni Lima Føroya Lærarafelags
verða á Hotel Føroyum
leygardagin 6. apríl 2019 kl. 10.00.
Fundarskrá sambært viðtøkum felagsins.
Uppskot til valevni sum formaður, nevndarlimir og innkomin
mál skulu skrivliga vera komin á skrivstovu felagsins í
seinasta lagi
leygardagin 16. mars 2019 kl. 10.00.
Føroya Lærarafelag