hósdagur 21. februar 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
6
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
31. august 2017 var ein dagur, sum
70 ára gamli Palli á Dul ongantíð
fer at gloyma. Kvøldið fyri gjørdu
hann og vinmaður hansara Leo
Clothier av at fara ein túr á flot
við glastrevjabátinum hjá Palla,
Mars.
Leo var illa sjúkur, men
hann vildi so fegin sleppa ein
túr við kalvalínu vestanfyri,
sum honum dámdi so væl.
Hann fortaldi fólki, at hetta
bleiv helst hansara síðsti
túrur. Tað vísti seg so eisini, at
hetta bleiv hansara allar síðsti
túrur, tí hann kom ongantíð á
land aftur. Teir blivu partur av
einum samanstoyti við stóra
farmaskipinum Mykines. Palli
yvirlivdi, men Leo druknaði, 71
ára gamal.
Í dag skilir Palli ikki, hví mann
í Føroyum ikki hevur neyðugu
tólini, sum kunnu tryggja, at
mann fær fólk, sum eru druknað,
uppaftur.
Samanstoyturin
Klokkan er farin av midnátt,
og tað er myrkt, nú teir báðir
vinmenninir eru á veg heim.
Teir eru staddir mitt á fjørðinum
millum Sandoynna og Hest og
sigla spakuliga við umleið 6 míla
ferð, tí tað er so myrkt.
Knappliga varnast teir, at eitt
ovurstórt skip kemur siglandi
um Kirkjubønes. Teir gerast
bilsnir, tá teir síggja tað kraftiga
ljósið koma nærri og nærri.
- Vit blivu samdir um at
halda sjóreglurnar og snaraðu
í stýriborð. Vit snaraðu 90
stig og sigldu beint ímóti
Sandoynni fyri at koma
afturum stóra skipið og so
yvir á Gomlurætt, fortelur
Palli á Dul, sum er úr Havn.
Teir umborð á Mars
vænta, at stóra skipið eisini
fer at snara í stýriborð, men
tað heldur fram í somu kós.
Skjótt eru fáir metrar millum
lítla útróðrarbátin á 26 fót og
risastóra skipið, sum hevur
20.000 hestar. Teir eru báðir
staddir í stýrihúsinum. Leo
frammi í stýrihúsinum við rútin,
meðan Palli situr við hurðina
afturi á dekkinum.
- Knappliga rópar Leo á meg:
“Út! Út! Vit verða ásigldir!”
Hann er ikki meira enn
liðugur at rópa, og so er skaðin
hendur. Mykines siglir beint
inn á bakborðssíðuna aftan
fyri miðjuna á lítla Mars
bátinum. Báturin fer runt í
samanstoytinum, og teir eru nú
undir vatni.
Einsamallur í myrkrinum
Palli á Dul sær vinmann sín
aftan fyri seg, tá
hann fer út gjøgnum
hurðina í stýrihúsinum. Hann
tekur í karmin og megnar
akkurát at hála seg út, meðan
sjógvurin fossar inn, og hann
sær ikki Leo aftur.
Til alla lukku kemur Palli
upp við síðuna av bátinum,
sum nú liggur við kjølinum
uppeftir. Hann fær fatur á
einum lensiholi, sum hann fær
gott tak um.
Har
hongur
hann púra einsamallur í bøla
myrkinum mitt í Skopunarfirði
og vónar, at vinmaður sín eisini
kemur upp. Men har kemur
eingin Leo.
Palli á Dul sær tað stóra skipið
sigla víðari. Teir høvdu ivaleyst
ikki lagt merki til samanstoytin,
hugsar hann.
- Eg rópti “tykkara helvitis
fanar! Sóu tit ikki, hvat tit
gjørdu?”. Eg var skelkaður og
hugsaði ikki um, at teir sjálvandi
einki hoyrdu, so langt burturi
teir tá vóru.
Helt stundin var komin
Mars báturin rekur eystureftir
við eystfallinum, og avstandurin
millum Mykines og Mars verður
longri og longri.
- Báturin byrjaði at søkka
Her eru Leo Clothier
og Palli á Dul á einum
av mongu túrunum við
kalvalínu. Teir hava
nógvar túrar tilsamans,
bæði við línu og við snellu
Blivu ásigldir í Skopunarfirði:
PERSÓNSSØGA: Palli á Dul
- TAÐ PÍNIR MEG
AT VINMAÐUR
MÍN IKKI LIGGUR Í
KIRKJUGARÐINUM
- Eg var har, tá hann sjólætst. Men eg fekk ikki hjálpt
honum. Tað er ein sorg, sum eg ikki sleppi burturúr, sigur
Palli á Dul, sum saman við vinmanni sínum Leo Clothier
bleiv partur av einum samanstoyti í Skopunarfirði