hósdagur 21. februar 2019síða 7
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
7
spakuliga. Í mínari verð tók tað
øgiliga langa tíð, men tá mann
er í einari sovorðnari støðu,
so gongur tíðin seint. Til síðst
kláraði eg ikki at hava høvdið
oman fyri vatnskorpuna. Eg visti
ikki, hvat eg skuldi gera. Men eg
megnaði at kempa meg fram
eftir gummilistanum og klatra
upp á stevnið, sum var omanfyri
vatngangin, nú báturin var um
at søkka. Eg flættaði beinini inn
ímillum rekkverkið fyri ikki at
detta á sjógv, greiðir Palli á Dul
frá.
Hann rekur víðari, og ein
bjarging tykist nú vónleys.
- Eg var klárur yvir, at hetta
var tað. Nú var yvirstaðið. Men
eg hugsaði allíkavæl, at eg mátti
royna at hanga í, tí kanska har
var ein kjansur at yvirliva.
Vónin birtist
Knappliga hoyrir hann óljóð
aftan fyri seg. Tað er mín sann
Mykines, sum spakuliga rekur
afturlens ímóti sær. Teir høvdu
vent við aftur. Skjótt eru fýra
onnur skip í Skopunarfirði at
leita eftir Mars bátinum.
- Eg geylaði alt, eg orkaði.
Eg veit ikki, hvar eg fekk alla
megina frá, men tað var øgilgia
kraftigt.
Tað vísti seg, at skiparin
umborð á Mykinesi hevði sett
manningina at lurta bæði á
stýriborð og bakborð fyri at vita,
um teir hoyrdu onkran rópa.
Ein teirra helt, at hann hoyrdi
okkurt, men var allíkavæl í iva.
- Stýrimaðurin hevur fortalt
mær, at hann leyp á dekkið
og sløkti allar ventilatorarnar
umborð á skipinum, tí teir
larmaðu so illa. Tá teir sløktu
hetta, so hoyrdu teir meg týðuliga.
Manningin fer beint at leita
við ljóskastarum, og teir fáa
eyga á Palla, sum situr á tí lítla,
sum enn er undan á bátinum,
einsamallur í myrkinum.
Bjargaður í síðstu løtu
Ein bjargingarbátur kemur
siglandi yvir ímóti Palla. Hetta
er í síðsta eygablikki. Lítla pettið
av gronini á bátinum eigur lívið
í Palla.
- “Kom, leyp umborð her!”,
segði ein maður frá bátinum
við meg. Men eg fekk ikki, tí
beinini vóru blivin stív av at sita
krossað so leingi, so eg fekk tey
ikki leys. Eg kavaði bara niður
til teir, og teir loftaðu mær og
hálaðu meg inn í bjarginarbátin,
fortelur Palli.
Nú er Palli á Dul bjargaður.
- Vit vóru tveir!, sigur hann
við manningina umborð á
Mykinesi.
Menn frá Mykinesi skunda
sær, alt teir eru mentir at
fáa ein enda krøktan fastan í
rekkverkið á lítla bátinum, sum
næstan ikki sæst meira. Tað sær
út til at eydnast, og endin verður
koyrdur upp á trolaran Bak, sum
nú var komin til. Teir hála hann
upp í sliskuna, men rekkverkið,
sum endin er bundin í, slítur seg
leyst, so báturin glíður av aftur
og søkkur.
Hann eigur onga grøv
Palli á Dul er sera ávirkaður av
kenslubornu ólukkuni í dag.
Hann hevur tað serliga trupult
við at góðtaka, at vinmaður
hansara fekk eina váta grøv
og ikki kom heim aftur við; um
hann so var deyður ella á lívi.
- Tað pínir meg inn á sálina,
at hann ikki eigur eina grøv í
kirkjugarðinum. Hann eigur
bara eina minningarplátu,
sum er sett upp á grøvina hjá
foreldrum hansara. Um hann
doyði í einari hosptalssong, so
hevði eg góðtikið tað og kundi
fylgt honum til gravar, sigur
ein sorgblíður Palli, sum eisini
heldur, at tey avvarðandi høvdu
verið glaðari, um tey kundu
vitjað hann á grøvini.
- Eg var har, tá tað hendi, men
eg fekk ikki hjálpt honum. Tað
er ein sorg, sum eg ikki sleppi
burturúr.
Palli á Dul heldur,
at Føroyar
eiga at hava
neyðugu tólini til
bráðfeingishjálp
á sjónum