hósdagur 21. februar 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
8
Eiga ikki røttu tólini
Í januar hvarv eitt privat
flogfar við argentinska fótbólts
leikaranum, Emiliano Sala, og
flogskiparanum, David Ibbotson, í
Ermarsundi. Aftaná at hava leitað
eftir vrakinum til fánýtis í nakrar
dagar, bleiv flogfarið funnið fyrst
í februar. Ein rov, sum er ein
fjarstýrdur undirvatnsrobottur
við myndatóli, fann flogfarið,
sum við myndum staðfesti, at
annar maðurin var umborð.
Síðani fóru myndugleikarnir eftir
honum. Palli á Dul undrast yvir,
hví føroysku myndugleikarnir
ikki hava líknandi tøkni tøka til
líknandi støður.
- Hatta var á Ermasundi, og
tað vóru einir 18 kilometrar
til næstu oyggj, og mann fann
hann allíkavæl. Vit lógu í
Skopunarfirði á einari kendari
positión, har tað er tætt við
land bæði til Hestoynna og
Sandoynna. Men allíkavæl fáa
vit einki gjørt við tað og funnið
vinmannin hjá mær, tí vit ikki
eiga tólini til tað. Tað er tað, sum
er so ræðuligt, sigur Palli á Dul.
Men mann royndi kortini at
leita í Skopunarfirði. Eitt trol
bleiv riggað til, og so fóru tveir
trolarar út at trola eftir bátinum.
Teir fingu hann langt upp, men
mistu hann á botn aftur.
- Tað hevði verið nógv lættari,
um mann sendi ein rov niður
fyri at kanna, um maðurin enn
var í bátinum, og so kundi mann
tikið støðu til, um fleiri royndir
skuldu gerast. Tað pínir meg, at
vit ikki eiga sovorðni tól. Vit eru
ein siglandi tjóð. At vit ikki eiga
tey amboð, sum skulu brúkast
til bráðfeingishjálp her og nú,
skilji eg ikki, sigur Palli á Dul.
- Eg veit væl, at tíðin hjá Leo
er farin, og at hann ikki kemur
aftur. Men nú hugsi eg um
framtíðina, tí ólukkur henda
jú viðhvørt, tíverri. Tað hendir
seg eisini, at persónar yvirliva í
einum luftlumma undir vatni.
Tá møguleikin fyri bjarging
er har, so eigur mann at gera
alt fyri at tryggja sær, at fólk
sleppa uppá land aftur, um tey
eru druknað, sigur hann.
Skilji ikki eg yvirlivdi
Tað er nú hálvtannað ár síðan
ólukkuna. Palli á Dul hevur
fingið sálarliga hjálp fyri at
koma víðari frá sorgini og
skelkinum, og annars heldur
gerandisdagurin hjá honum
fram sum vanligt. Hann hevur
keypt sær nýggjan bát, sum
eisini hevur fingið navnið Mars,
men hann heldur seg ikki til
enn at fara á flot síðan túrin í
Skopunarfirði.
Í dag hevur Palli á Dul torført
við at skilja, hvussu hann
yvirhøvur kom heilskapaður
burtur úr ólukkuni.
- Eg skilji tað simpulthen ikki,
at eg sum næstan 70 ára gamal
kundi klára næstan 40 minuttir
í sjónum. Eg átti ikki at havt
klárað tað og veit ikki, hvar eg
fekk alla orkuna frá. Har hava
hægri maktir verið uppií, sigur
Palli á Dul.
Í Havarikommissiónini, sum
er kanningarmyndugleikin fyri
ólukkur á sjónum, stendur, at
vanliga viðmæla tey øllum at
vera í bjargingarbelti.
- Men tað, at eg ikki var
í
bjarginarbelti,
bjargaði
mínum lívi. Um eg hevði verið
í bjargingarbelti, so hevði eg
beinanvegin flotið upp undir
stýrihúsdúrkið.
Eg
missi
svøvnin, tá eg hugsi um, hvat
hevði hent, um eg kom upp
undir bátin. So veit eg ikki, um
eg hevði sloppið út aftur, sigur
Palli á Dul.
Tað stendur eisini í rapportini
um ólukkuna, at av tí, at Palli
ikki var í bjargingarbelti,
yvirlivdi hann. Tað hevði
Havarikommissiónin fingið
kritikk fyri, men tey stóðu við
tað, tí tað var rætt í hesum føri,
sjálvt um tey ongantíð vilja
viðmæla fólki ikki at vera í
bjargingarbelti.
PATURE@SOSIALURIN.FO
PERSÓNSSØGA: Palli á Dul
Hetta var Mars. Tað eydnaðist ongantíð at fáa bátin upp aftur
- Eg skilji ikki, at eg sum næstan 70 ára gamal
kundi klára næstan 40 minuttir í sjónum