Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-21, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 22 9 Fríggjadagin 22. februar fyllir Gunnvør Justinussen í Havn 80 ár. Gunnvør er dóttir Tinnu og Sigurd Berghamar og er elst av fýra børnum. Systkini eru Øssur, Rúna og Erla. Tað var ikki undir bestu um­ støðum, at Gunnvør varð fødd, tí pápin lá sjúkur av tuberklum uppi í Hoydølum, og sosialu um­støðurnar vóru ikki tað, sum tær eru í dag. Gunnvør vaks upp niðri í Rættará, men sein­na barnaheimið stóð uppi við Dalavegin. Eftir lokið prógv á Prelimierskúlanum fór hon at arbeiða á posthúsinum í Havn í eitt áramál. Hon giftist í 1961 við Jefri Justinussen úr Leir­ vík, sum hon hitti, tá ið hann gekk á sjómansskúla í Havn. Tey eiga fýra børn, Absalon, Anniku, Sigurð og Trónd. Barnabørnini eru 7 í tali, og eitt langommubarn kom fyri einum ári síðan. Væl hava hjúnini staðið saman um sína familju, og heim teirra hevur verið merkt av trúgv og guds­ ótta. Jefri hevur verið sjómaður alt sítt lív og er stutt síðani uppi­ lagstur.  Gunnvør starvaðist sum dagrøktari í nøkur ár, men hevur annars verið húsmóðir og tikið sær av heimi, børnum og barnabørnum. Tó so – hon hevur seinastu árini kunnað givið arbeiðnum í Reyða Krossi eina hond. Gunnvør hevur verið ein savnandi persónur í familjuni, og Krosslíð 3 hevur verið karm­ ur um mangar hugnaligar løtur, eisini hjá øðrum, sum stukku inn á gólvið. Hon er musikalsk og hevur ans fyri humori, og hon hevur egnar meiningar um mangt av tí, sum fyriferst í sam­felag­num. Gunnvør gong­ ur høgt upp í føroyska málið, og væl liggur fyri at yrkja. Hon hevur sett dám á fleiri merkis­ dagar við sangum sín­um. Samkoman í Ebenezer hevur verið andaliga heimið hjá Gunnvør frá barnsbeini, og har er føðingardagsbarnið saman við manninum, Jefri, fram­vegis javnan at síggja.  Jefri fylti 80 ár 30. september 2018, og tá hildu hjúnini ein felags føðingardag, so nú verður hesin dagurin hildin saman við teirra eftirkomarum. Góða Gunnvør, takk fyri so mangt gott at minnast aftur á, ikki minst tína umhugsan og umsorgan so mangan. Vit ynskja blíðan byrð og og sign­ ing Guds yvir lívskvøldið.  Ø. Fríggjadagin 22. februar fyllir mín besti vinur Odd­ fríð­ur Marni Rasmussen, rit­ høvund­ur, lærari, tónleikari og fotolistamaður, 50 ár. Afturat hesum eru tað í ár júst 25 ár liðin, síðan fyrsta yrkinga­savn hansara Aldur hugans kom út. Og sum um hesar báðar hendingar í sjálv­ um sær ikki skuldu verið nóg mikil grund til at heiðrað Odd­ fríð fyri alt tað, hann hevur av­ rikað, og fyri at vera tað góða og klóka menniskja, hann er, so krúnar hann sjálvur sítt ritverk higartil við, á sjálvum 50 ára degnum, at geva út sína fyrstu skal­d­søgu, Ikki fyrr enn tá, sum vann skaldsøgukappingina í heyst, umframt eitt úrval av yrk­ing­um úr teimum 17 søvn­ un­um, hann hevur givið út hesi 25 árini. Hetta er alt samalt onki minni enn eitt bragd. Oddfríður er, eins og eg sjálvur, bygdarmaður búsitandi í Havn. Hann vaks upp á Sandi í sjeyti- og áttatiárunum og er son­ur Leiv og Adu Rasmussen, yngst­ur av trimum systkjum. Hini bæði eru Sunleif og Krist­ vør. Nær tað stóð honum greitt, at hann skuldi verða rit­ høvund­ur, veit eg ikki, men so vítt eg veit, byrjaði hann sína lista­ligu lívsleið sum tónleikari, eins og eg sjálvur. Oddfríður var nevniliga trummuspælari í bólki­num Ravnar, sum fram­ vegis finna saman av og á til spæl og gamans. Hóast vit báðir spældu til dans í hvør sínum bólki í átta­ ti­ár­unum, skaraðust vegir okkara ikki fyrr enn í úti­seta­ lívi­num í Keyp­mannahavn mitt í nítiárunum, tá Oddfríður flutti niður og gjørdist partur av hópinum aftanfyri blaðið Oyggjaskeggja, sum Rigmor og eg ritstjórnaðu útisetaárini í níti­árunum. Tá hevði Odd­ fríður longu givið út síni fyrstu tvey yrkingasøvn, og eitt triðja var á veg. Umframt at skriva, var Oddfríður eisini virkin í Nær­varpinum, sum eins og Oyggja­skeggi helt til í Føroya­ húsinum á Vester­bro­gade. At tað lá væl fyri hjá honum at seta saman orð, tað gekk sjón fyri søgn, tá hann í 1998 sum fyrsti føroyingur nakrantíð slapp inn á Rithøvundaskúlan í Keyp­mannahavn. Eftir lokna út­búgv­ing flutti hann í 2000 heim aftur til Føroyar at búgva. Sjálvi fluttu vit heim í 1998, og tað skuldu ganga fleiri ár, áðrenn vegir okkara aftur skaraðust av álvara. Oddfríður og Rigmor komu at arbeiða saman í Eysturskúlanum í nøkur ár, hon sum lærari, hann sum lærara­vikarur, og á jóla­veitsluni hjá Eystur­skúla­ num í 2005, har eg var við sum maki, fullu vit báðir í prát, og tá funnu vit út av, at báðir høvdu gingið hvør í sínum lagi við tonkum um at geva út eitt tíðarrit bara við skaldskapi á føroyskum, upp­runa og týðingum. Vit vóru samdir um, at tað var bæði brúk og pláss fyri einum slíkum riti, og soleiðis kom tað í lag, at vit, við góðari hjálp frá Niels Jákupi Thom­sen á Bókadeild Føroya Lærara­felags, Jan Andersson og Fríðu Matras Brekku á Stein­prentum, og fleiri øðrum góðum fólkum, fóru undir at geva út skaldskaparritið Vencil á heysti 2006. Síðan tá hava vit báðir verið bestu vinir, og tað gongur næstan ikki dagur, uttan at vit hava samband við hvønn annan so ella so. Eisini hava vit verið í mongum vási saman, ikki minst, tá vit nakrar ferðir árliga hava leitað okkum suður­ eftir, heim á Sand ella til Tvør­ oy­rar, at ritstjórna Vencil. Hetta hava verið minnisríkir og virðis­miklir dagar við hópin av bók­mentapráti og viðgerð av inn­sendum tilfari, og kanska ein­um potti av kókaðum nátum og eplum av Sandi. Jú, ríkar eru vinarløtur. Afturat Vencili hava vit í fleiri ár eisini samstarvað um at halda skriviskeið, bæði á há­ skúla­num og í kvøld­skúla­num. Oddfríður næm sær út­búgv­ ing sum lærari á Lærara­skúla­ num í 2011 og hevur síðan tá verið lærari í Skúlanum á Fløtum/Kommunuskúlanum. Eg veit, at hann hevur verið ein sera góður og væl lýddur lærari, bæði millum lærarar og næm­ingar. Oddfríður hevur altíð verið sera virkin, ikki bara sum lærari og rithøvundur, ritstjóri og týðari, men hann hevur eisini tikið stór tøk til frama fyri bæði rithøvundar og listafólk í Før­oyum. Millum annað var hann í samfull 11 ár formaður í listafólkasambandinum LISA, og hann hevur eisini sitið í fleiri nevndum og ráðum, umboðandi rit­høvundar og listafólk, eitt nú Leik­listaráðnum, nevndini fyri Mentanarvirðislønir Land­sins og nevndini fyri Barna­bóka­ virðis­løn Út­norður­ráðsins. Bara fyri at nevna nøkur av álitis­størvunum, hann hevur røkt. Tað er so sera nógv annað gott, eg kundi sagt um Oddfríð, men lat tað bíða til eina aðru ferð. Vert er kortini at nevna, at hann tvær ferðir hevur fingið mentanarvirðisløn M.A. Jacob­sens, fyrru ferð í 2000 fyri fagur­bók­mentir, seinnu ferð í 2009 fyri mentanaravrik, tá vit báðir í felag fingu virðislønina fyri arebiðið við Vencili. Og so eitt afturat. Sum nevnt í innganginum, gjørdi Oddfríður ikki mætari enn at vinna skald­søgu­kapp­ ingina, sum Sprotin og Bók­ handlara­felagið skipaðu fyri í 2018, í kapping við eini 20 onnur skaldsøguhandrit, og tað er hendan skaldsøga, sum nú er útkomin, við heitinum Ikki fyrr enn tá. Hetta er ein nem­andi, poetisk og lætt­ skrivað skaldsøga, sum er bæði nútíðarlig og sera viðkomandi. Eg mæli øllum til at ogna sær og lesa hana. Hjartaliga takksamur eri eg fyri at hava fingið ein so góðan vin í Oddfríði, og eg fari við hesum at ynskja honum og familju hansara, Rann­vá, Bartali og Mikkjali, til lukku við teimum fimti, við 25-ára út­gávu­degnum, og við teim­ um báðum nýggju bóka­út­ gávunum. Arnbjørn Ólavsson Dalsgarð Kvøða til Oddfríð á 50 ára degnum Gunnvør Justinussen 80 ár NØVN