Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-21, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 22 10 KOKS 2 Michelin stjørnur TEMA HETTA ER PÚRA ÓVERULIGT Málið var at koma á listan yvir tær 50 bestu matstovurnar í heiminum. At verð heiðrað við Michelinstjørnum hildu tey vera ómøguligt EIRIKUR LINDENSKOV – Hetta er prúra óveruligt at vit fingu aðru stjørnuna. Tað segði Johannes Jensen, stjóri á Koks, tá starvsfelagar høvdu skipað fyri móttøku í Skeiva Pakkhúsi, tá ferðalagið frá Koks kom aftur til Føroya týs­ kvøldið Johannes Jensen segði, at tá tey fingu innbjóðing at koma til til­takið hjá »The Michelin Guide«, so fóru tey sjálvandi avstað, men tey vistu einki. Fyri nørkum døgum síðani fekk hann ein spurning frá Kára Tór­ steinnsyni, sum hevur einastu Mich­el­inmatstovu í Íslandi, Dill í Reykja­vík. – Hann spurdi via messenger, um vit høvdu fingið eina inn­bjóð­ ing. Eg mátti siga sum var, at tað høvdu vit. – Shit, segði hann. Eg havi onga fingið. – Tað var so sjón fyri søgn, at tey onga stjørnu fingu – og at vit fingu tvær, segði Johannes Jensen og legði speiskliga afturat: – So nú er 2-0 til Føroyar. Hann legði dent á, at tey einki ánaðu um, hvat fór at henda. Men av tí at tey vóru boðin at vera við, so fór okkurt at henda. Tí tey, sum missa stjørnurnar, tey verða ikki boðin við. – Og vit høvdu avgjørt onga ábending um, at vit fóru at fáa nakra stjørnu afturat ella ann­an prís, og tað sást eisini frá øll­um um­mælarum, tí bara ein skriv­ aði »Måske går der to stjern­er til Færøerne«. Vit sótu so har í sal­ in­um. Framman fyri okkum sótu fólk, sum ummælarar søgdu fóru at fáa tvær stjørnur, og aftanfyri sótu fólk frá Norðurjyllandi, sum væntaðu at fáa eina stjørnu. Vit vistu einki. So tá ið listin yvir tær matstovurnar, sum varðveiddu eina stjørnu, so var okkara ikki við. – Tað var eitt sindur undarligt, hildu vit. – Hava vit mist stjørnuna? Nei tað kunnu vit ikki hava, tí vit eru boðin. Og so bleiv tað øgiliga stilt, greiddi Johannes Jensen frá. Og tað var øgiliga stilt, líka til vit fingu at vita, at vit høvdu fingið tvær stjørnur, segði hann. Johannes Jensen sigur, at hetta hevur verið ein spennandi ferð. – Málið var ongantíð at fáa eina Michelinstjørnu. Tað trúðu vit ikki ordiliga uppá. Men málið var at koma upp á listan yvir »World’s fifty best«, og tann listin, hann er til enn, og hann verður kunn­gjørd­ ur í juni, mær kunnugt. Og tað var altso málið, men hvat er nú málið? Ja vit halda fram við sama lag og síggja hvat hendir. Og so er tað tað. Næstu ferð – um tey verða boðin við. So verður tað við tveimum stjørnum. – Og vit vita ikki, um vit fara av­stað aftur við tveimum stjørn­ um, tí nú er váði fyri, at vit kunnu missa hana. Hinvegin so kann tað eisini henda, at man fær eina aft­ ur­at, segði Johannes Jensen lág­ mælt­ur. Hann takkaði toyminum á Koks –  og serliga høvuðskokkinum, Poul Andrias Ziska: – Og eg burdi lisið grund­gev­ ing­ina fyri hasa virðislønina, tú fekk, sum ársins kokkatalent, og eg haldi, at orðini í har eru akkurát orð­ini, sum lýsa teg øgiliga væl, at tú ert ótrúligta búgvin til tín ald­ ur, óvanliga gløggur, og tá man so hevur Karin Visth við síðuna av, sum kemur úr Sveis, vit vita jú øll, at sveisarar duga so væl at org­anisera, so tann kombinatiónin fung­erar øgiliga væl, segði hann. Johannes Jensen helt, at heið­ ur­in var til okkum øll. – Vit fáa øll meira ella minni ágóð­an av, at Føroyar verða sett­ ar í fokus so ella so. Vit eru eitt mat­vøru­framleiðandi land, og at fáa eina Michelinstjørnu, hækkar ofta støðið í tí økinum, hon verður latin, so tað hevur týdning at hava fingið henda heiðurin. Michelin var ein meira konservativ »The Michelin Guide« er meira konservativ guide, sum hevur 100 ár á baki, og sum hevur havt onnur krøv sum til dømis til garderobu, til dúkar á borðinum, at tænarar ganga í slipsi og so framvegis. Men hetta er broytt. Men seinastu árini er hetta broytt, so matstovur, sum ikki eru so foremllar, sum eru meira causual, avslappaðar, nú eisini fáa Michelin stjørnur. Og fólk í vinnuni spyrja, hví eitt nú Noma ikki fekk sína triðju stjørnu eisini hesaferð. – Tað er júst tí, at Noma ikki er so formell, sum til dømis Geranium í Keypmannahavn er – einasta danska matstova við trimum stjørnum. Í bmatstovuransjuni sigur fólk, at tað er tí at Geranium er meira stílrein, meira perfekt, har er sæst ikki eitt støv, alt verður sagt á rættan hátt –  ja alt er altíð 100 prosent perfekt. – Noma er nógv stuttligari at eta á, tí at tað er crazy, tað er óperfekt, tænarin sum kemur til tín er í rukkutum buksum, og hvat so? Sjálvt um tað kostar 4.000 kr at eta. Tað halda vit er orsøkin til, at Noma ikki fær ta triðju stjørnuna. Tey eru ikki so »100 prosent«, sigur Johannes Jensen. – Men tey eru 100 prosent og nógv betri enn hinar mat­ stov­urnar, sum hava tríggjar stjørn­ur, sigur hann og leggur aftuarat: – So er tað eisini hetta filo­sof­iska hugtakið, hvat er verðins besta matstova, tað er sjálvandi ikki til at siga, heldur Johannes Jensen. - Um vit fáa eina Michelin-stjørnu ella báðar tvær á vegnum, so er tað bara eitt bónus. Poul Andrias Ziska í 2017. Starvsfelagar í Gist & Vist samtakinum høvdu skipað fyri stórari móttøku í Skeiva Pakkhúsi týskvøldið Mynd: Álvur Haraldsen