hósdagur 21. februar 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
11
EG ERI ENN FORVITIN
Poul Andrias Ziska væntar ikki,
at hann fer at ganga tómur
fyri hugskot, hvussu føroyska
matgerðin kann mennast víðari.
DANJAL AV RANA
P
oul Andrias Ziska er ikki
í iva: At KOKS fekk tvær
stjørnur er størri enn at
hann sjálvur bleiv kosin
ársins ungi kokkur.
- At fáa tvær Michelin-stjørnur
er so óveruligt, at eg havi ongantíð
hugsað tankan, ongantíð tora
at droymt tað eingong, tí tað er
so sjáldsamt, sigur Poul Andrias
Ziska.
Tað eru einans átta aðrar mat
stovur í Norðurlondum, sum hava
tvær stjørnur, meðan tríggjar
hava tríggjar stjørnur. Til saman
beringar kann nevnast, at hóast
Noreg hevur eina trýstjørnaða
matstovu, Maaemo, so er eingin
tveystjørnað matstova í Noregi.
Ei heldur í Finlandi ella Íslandi.
- At fáa persónliga heiðurin
sum ársins besti ungi kokkur
er eisini stuttligt, men hetta er
fyrstu ferð, at Michelin hevur
handað slíkar serprísir, og tí er
ikki sama tign yvir teimum, sum
yvir Michelin-stjørnunum, sigur
høvuðskokkurin á KOKS.
Sjálvur treivst hann ongantíð
stórvegis á skúlabonkinum, men
kom á røttu hill, tá hann eftir
loknan fólkaskúla søkti um læru
pláss á Gourmet. Har treivst hann
heilt væl.
- Tað gav meining á ein heilt
annan hátt enn tað, eg hevði roynt
áður. Í staðin fyri at stara í eitt
blankt pappír, slapp eg at smakka,
lukta og arbeiða við sansunum í
einum køki, segði Poul Andrias
Ziska við Sosialin í 2017, beint eft
ir, at KOKS fyrstu ferð fekk eina
Michelin-stjørnu.
Miðaðu ikki eftir
stjørnunum
Poul Andrias Ziska sigur, at Mich
elin-stjørnur vóru ikki í teirra
huga, tá matstovan KOKS lat upp
í 2011.
- Michelinskráin helt seg til ta
klassisku, fronsku matmentanina
og til høvuðsstaðirnar í Norður
londum. Tað var ikki tann bógv
in, vit valdu at leggja okkum á.
Vit miðaðu ongantíð eftir stjørn
unum, á tann hátt, sigur Poul
Andrias Ziska.
- Málið var at bjóða hinum
norðurlendsku matstovunum av
og dreymurin var at vinna okkum
pláss á sonevnda World’s 50 best
listanum, listanum yvir 50 tær
bestu matstovurnar í heiminum.
Tí var tað nærmast sjokkerandi, tá
vit fingu fyrstu Michelin-stjørn
una. At fáa tvær er sjálvandi enn
meiri ótrúligt, sigur hann.
Hetta er tó eisini eitt tekin um,
at Michelinskráin hevur broytt
hugsjón seinastu árini. Fyrr vóru
tað klassisku, fronsku matstov
urnar, sum fingu pláss, men nú er
alt meiri vanligt, at síggja aðrar
matmentanir á listanum.
- Tað er sera kul at fáa tvær
stjørnur, men tað setir eisini
nøkur krøv. Motivasjónin verður
tó framvegis hin sama, at blíva
enn betur til tað, sum vit gera,
líkamikið hvat Michelinskráin
sigur. Vit hava eina greiða visjón.
Vit leggja okkum ikki eftir at fáa
stjørnur frá Michelin, so sum við
at hava polerað silvur og hvítar
dúkar, men halda fast við at
borðreiða við okkara egna mati
í okkara egna serføroyska um
hvørvi, sigur høvuðskokkurin.
Skal framvegis royna
okkurt nýtt
Hóast tað kanska kann sigast,
at Poul Andrias Ziska nú hevur
rokkið tí, sum er gjørligt innan
kokkaheimin, í øllum førum úr
Føroyum, so óttast hann ikki, at
hann motivasjónin skal ganga
undan.
- Eg eri bara 28 ára gamal enn.
So leingi eg verið verandi forvitin
og tori at eksperimentera við rá
vørum og teknikkum, so kann
eg halda á. Tá verður tað verandi
stuttligt og kann dríva verkið
frameftir, sigur hann.
Føroysku rávørurnar eru
kanska avmarkaðar, men Poul
Andrias Ziska ætlar sær at halda
fram við at royna okkurt nýtt.
- Her er nógv eftir at uppdaga
og ikki minst at fáa fatur á. Mín
ætlan er at fáa ein urtagarð
knýttan at nýggju matstovuni hjá
okkum, soleiðis at vit kunnu dyrka
okkara egnu rávørur og grønmeti.
Onkrar teirra eru torførar at fáa
fatur á sum er, og á hendan hátt
kunnu vit betra um útboðið. Tað
eru nógvir mátar at gerast betri
upp á, ikki bara í køkinum, sigur
hann. Hann vísir eisini á, at tað
eru aðrar rávørur, sum ikki verða
gagnnýttar til fulnar, so sum tari
og ymisk hjáveiða.
- Nú fáa vit at síggja, hvussu
veðurlagsbroytingarnar fara at
ávirka okkum. Tað sigst, at konga
krabbin nærkast Føroyum í hvørj
um, sum fer at lata upp fyri nøkr
um heilt nýggjum. Hinvegin, um
tað gerst ov heitt, so verður ógjør
ligt at ræsa kjøt og fisk í Føroyum,
og tá missa vit nógv, sigur Poul
Andrias Ziska.
KOKS letur upp 19. mars. Ætlan
in at lata upp frammi við Gjónna,
men yvirfriðingarnevndin hevur
ikki tikið endaliga avgerð.
- Vit mugu arbeiða, sum um at
vit lata upp har, men vit mugu fáa
endaligt svar fyrst. Bókingin hev
ur gingið væl, tí av teimum 3.000
plássunum, sum vit hava hesa
sesongina, eru eini 2.200 teirra
longu bíløgd.
Poul Andrias Ziska er 28 ára gamal,
føddur og uppvaksin í Havn.
Hann byrjaði í kokkayrkinum
sum 17 ára gamal, tá hann fór í
læru á matstovuni Gourmet hjá
Leif Sørensen. Tá Gourmet lat
aftur, fór hann eins og tey flestu
hini starvsfólkini niðan á Hotel
Føroyar at arbeiða.
Hann byrjaði í kokkalæru á
KOKS, tá matstovan lat upp í
2011. Trý ár seinni, 24 ára gamal,
tók hann við sum høvuðskokkur
á víðagitnu matstovuni, sum
fyrr í vikuni fekk tvær Michelin-
stjørnur. Hann fekk sjálvur
heiðurin sum ársins besti ungi
kokkur. Í fjør bleiv hann kosin
ársins kokkaprofil í Danmark av
Den danske Spiseguide og ársins
unga kokkatalent í Danmark av
The White Guide.
Hvat etur ein
stjørnukokkur
- Haha, vit eta fyri so vítt
tað sama, sum øll onnur. Til
morgunmat er tað havragrýn
ella müsli. Á miðdegi eta vit
breyð við viðskera. Tá KOKS
er opið forkela vit so okkum
sjálvi eitt sindur um kvøldið. Tá
skiftast vit um at gera døgurða
til kokkarnar, og royna at eggja
útlendingunum til at gera
okkurt av sínum egna, sigur
Poul Andrias Ziska.
Michelinstjørnur:
Ein stjørna: Matstova, sum
er góð í sínum flokki
Tvær stjørnur: Matstova,
sum er verd ein umveg, fyri at
uppliva.
Tríggjar stjørnur: Matstova,
sum er somikið góð, at hon er
verd at ferðast til.
Dulnevndir matummælarar
eta á matstovunum og gera
eina heildarmeting. Endamálið
við dulnevninum er, at
ummælararnir skulu fáa somu
viðferð sum aðrir gestir.
Michelinstjørnur
í Norðurlondum
58 matstovur hava
eina Michelinstjørnu
9 matstovur hava 2 stjørnur:
• Danmark: 4
• Svøríki: 4
• Føroyar: 1
• Noreg: 0
• Finnland: 0
• Ísland: 0
• Grønland: 0
• Áland: 0
3 matstovur hava 3 stjørnur:
• Geranium í
Keypmannahavn
• Naemo í Oslo
• Fransen í Stokkhólmi
Michelinstjørnur
ring allan heimin:
• 5000 matstovur, sum
hava 1 stjørnu
• umleið matstovur, 500
sum hava 2 stjørnur
• 125 matstovur, sum
hava 3 stjørnur
- Eg eri bara 28 ára gamal enn. So leingi eg verið
verandi forvitin og tori at eksperimentera við
rávørum og teknikkum, so kann eg halda á, sigur
Poul Andrias Ziska, høvuðskokkur á Koks.