hósdagur 21. februar 2019síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
12
Millum heimsins
bestu matstovur
Koks er millum tær bert fimm matstovurnar í
Norðanlondum, sum hevur tvær stjørnur frá Michelin
ÁRNI GREGERSEN
- Tá ið ein er millum tær fimm
matstovurnar í Norðurlondum, sum
hava tvær stjørnur frá Michelin,
so kann ein róliga siga, at ein er í
heimsflokki.
Mortan í Hamrabyrgi hevur í nóg
ár fylgt við, hvussu menningin hevur
verið á matmarknaðinum í Føroyum
og aðrastaðni kring okkum. Eisini
hann fegnast um, at tað hesaferð
vóru latnar tvær stjørnur til føroysku
matstovuna Koks.
-Eg haldi, at Michelin hevur valt
eina aðra kós enn teir høvdu fyrr. Tað
er eins og teir nú leggja heldur størri
dent á tað nýggja og innovativa –
heldur enn sum teir gjørdu fyrr, tá ið
tað snúði seg um at hava matstovur
í franskan stíl, uttan mun til hvar
í Evropa tær vóru, sigur Mortan í
Hamrabyrgi.
Hann vísir á, at fyri nøkrum fáum
árum síðani fekk Michelin- matguidin
nýggjan ovasta leiðara og hetta helst
er ein fylgja av stjóraskiftinum.
Tvey sløg av metingum
Tað er hørð kapping millum matstov
urnar í Evropa um at vera tann besta.
Nógvir listar verða gjørdir og hjá
teimum, sum meta um matstovurnar
gongur tað út uppá at hava hægstu
virðingina.
Michelin og stjørurnar frá Michelin
er tann gamla metingin, sum hevur
høga virðing, millum annað tí tað at
fáa eina Michelin-stjørnu í mong ár
hevur givið matstovunum ein høgan
status.
Men ein annar listi telir eisini
nógv. Tað er listin yvir tær 50 bestu
matstovurnar í verðini, har Noma og
El Bulli í Spania hava ligið ovast fleiri
ferðir.
- Tað er soleiðis, at metingarnar
verða gjørdar uppá tveir ymiskar
mátar, veit Mortan í Hamrabyrgi at
siga.
Michelin hevur lagt seg eftir at
senda egin umboðsfólk – inspektørar
– á vitjan á ymisku matstovunum og
tey hava so gjørt metingarnar eftir
hesar vitjanir. Tað kunnu vera ein ella
fleiri vitjanir um árið.
Metingin hjá listanum yvir tær 50
bestu matstovurnaar byggir á eina
atkvøðugrediðslu millum 850 mat
kennarar.
Koks er framanfyri Noma
Matserfrøðingur heldur, at Koks er frammanfyri
Noma, tá ið tað snýr seg at bróta upp úr nýggjum
ÁRNI GREGERSEN
M
atstovan Koks er óvu
liga frammalaga, tá ið
tað snýr seg um at bróta
uppúr nýggjum.
Tað heldur matserfrøðingurin,
Mortan Í Hamrabyrgi.
Hann heldur, at tá ið Koks byrjaði,
so var skeitt eittt sindur eftir, hvat
Noma i Keypmannahavn gjørdi.
- Nú haldi eg, at eg tori at siga, at
tað err vent í holuni. Nú kveita tey á
Noma eftir, hvat verður gjørt á Koks,
sigur Mortan í Hamrabyrgi.
Noma í Keypmannahavn hevur
tvær Michelin-stjørnur – tað sama sum
Koks. Matstovan í Keypmannahavn
hevur leingi verið miillum tær bestu
í heiminum, men er flutt og misti eitt
skifti stjørnurnar undir flytingini.
Nú hava tey fingið tvær stjørnur
aftur.
Bæði Noma og Koks hava lagt
seg eftir at gera mat eftir tí nýggja
norðurlendska konseptinum.
Kanska á veg
Mortan í Hamrabyrgi fylgir sera
væl við, hvat hendir á føroysku mat
stovunum. Spurdur um hann heldur,
at nøkur onnur matstova í Føroyum
kann koma uppá sama støðið sum
Koks, sigur hann seg ivast.
- Tað krevur rættiliga nógv og tað
krevur, at matstovurnar halda høga
støðið hvønn einasta dag.
Hann hevur kortini eitt boð uppá
eina av matstounum, sum kann fáa
Michelin-stjørnur.
- Ræst hevur skapt eitt heilt nýtt
smakkunivers, sum er øðrvísi enn
tað vit annars kenna, sigur Mortan í
Hamrabyrgi.
- Tað tykist, sum matelskarar taka
tað til sýn. Fermenteraður matur – ella
ræst – vinnur fram og tað vísir seg, at
fleiri og fleiri leita sær hendan vegin
at royna føroyska matin, sigur hann.
Tað hava gingið nógvar søgur um
fólk, sum hava bílagt borð á Ræst,
men eru farin á dyr aftur, bert av
luktinum.
- Hetta er eftir øllum at døma
broytt. Fleiri og fleiri taka nú tað
ræsta til sín, sigur Mortan í Hamra
byrgi
Hann sigur annars at føroysku
matstovurnar eru tað, sum verður
kallað fyri bistro.
Stjørnurnar verða ofta latnar
matstovum, sum hava tað, sum rópt
verður “ fine dining”. Tað sum Koks
ger og sum Michelin letur stjørnur
fyri.
KOKS 2 Michelin stjørnur
TEMA