hósdagur 21. februar 2019síða 13
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
13
Koks er ein góð
søga at fortelja
Tey vóru hjartans fegin á Visit Faroe Islands, tá ið
Koks fekk sínar tvær Michelin-stjørnur í vikuni
ÁRNI GREGERSEN
- Fólk eru imponeraði av, at vit
kunnu hava eina matstovu á hes
um støði – vit sum bert eru gott
50.000 fólk.
Guðri Højgaard, stjóri á Visit
Faroe Islands, fegnast saman
við okkum øllum um, at Koks í
vikuni fekk tvær stjørnur í Mich
elin-guidinum.
- Hetta hevur ómetaliga stór
an týdning, tá ið vit skulu branda
Føroyar og miðla okkara søgu,
sigur hon.
- Í fjølmiðlaarbeiðnum hjá
okkum er tað av alstórum týdn
ingi, at vit hava eina góða søgu at
fortelja. Koks er ein forvitnislig
søga, sum samantvinnar so nógv:
rávøru, ferðavinnu, mentan og
design.
Hon sigur, at fyri Visit Faroe
Islands kemur tað væl við, at
Koks fevnir so breitt, tí so skapar
tað eisini stóran áhuga.
Tá ið matstovan fyri tveimum
árum síðani fekk eina stjørnu,
merktist tað eitt sindur í
hagtølunum.
- Men tað er eitt serproddukt.
Matstovan hevur pláss til eini 25
gestir hvørt kvøld, so í hagtøl
unum sæst tað kanska ikki so
væl, men fólk undrast á, at tað
ber til at hava eina slíka mat
stovu í Føroyum, sigur stjórin í
Visit Faroe Islands.
Visit Faroe Islands arbeiðir
við at miðla søguna um Føroyar.
Í fjør høvdu tey umboð fyri 250
útlendskar miðlar á vitjan í Før
oyum.
- Nógv av teimum vilja eisini
fortelja søguna um Koks og tað
er ein góð søga at fortelja kring
heimin, sigur Guðri Højgaard.
Í heimsflokki
Guðri Højgaard sigur, at Koks
sjálvandi nú er í heimsflokki.
Matstovvan verður eisini í stór
an mun brúkt í brandingini av
Føroyum.
- Tað gera vit alla tíðina, sigur
hon.
Í næstu viku skipar Visit Faroe
Islands fyri einum tiltaki í New
York Har er Koks við og stendur
fyri matinum, meðan Marius
Ziska stendur fyri tónleikinum.
Guðri Højgaard sigur, at tá ið
føroyska matstovan fekk sínar
tvær stjørnur í Århus, tá var tað
ein góður og stórur dagur fyri
Føroyar sum ferðamannaland.
- Vit jublaðu saman við øllum
føroyingum, sigur hon
Ein slík hending frættist víða
og hon ivast ikki í, at hetta fer at
gera, at uppaftur fleiri ferðafólk
fara at leita sær hendan vegin.
Í ferðafólkavinnuni eru tey
fult greið yvir, at nú á døgum
er tað ein hópur av vælhavandi
ferðafólkum, sum ferðast kring
heimin at royna tær bestu mat
stovurnar.
Í Føroyum hava vit hoyrt søg
ur um ríkfólk, sum koma hendan
vegin í privatum flogførum, bert
fyri at eta á Koks.
Summi teirra nýta so høvi
at vitja onnur støð í Føroyum.
Eitt avkast av, at vit hava eina
matstovu á so høgum støði, at
hon dregur ferðafólk hendan
vegin.
Visit Faroe Islands hevur mið
víst seinastu árini arbeitt fyri at
vaksa um ferðafólkavinnuna.I
løtuni verður sagt, at ferðavinnan
hevur ein umsetning uppá einar
600-800 milljónir krónur um
árið.
Nýggi málsetningurin er, at
umsetningurin av ferðavinnuni
komandi árini skal fara uppá 1,5
milljard krónur.
Viðurkenningin av Koks er
ein stórhending, sum gera tað
lættari at fortelja søguna um tær
18 oyggjarnar í Norðuratlants
havinum.
Góð 50.000 fólk, sum kortini
eru í fremstu røð.