Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-02-21, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 21. februar 2019síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019 SOSIALURIN 22 14 KOKS 2 Michelin stjørnur TEMA Fiskavørur í heimsflokki til Michelin-matstovur - Tað er ikki hetta, vit liva av, tí hetta er sjálvsagt ein avmarkaður marknaður, men vit gera hetta við stoltleika, sigur Jens Martin Knudsen, virkisleiðari á Vaðhorn, sum bæði er veitari av saltfiskavørum til Koks og matstovuna Noma í Keypmannahavn, ið báðar hava tvær Michelin-stjørnur VILMUND JACOBSEN V aðhorn Seafood letur vátsaltað toskafløk og eitt sindur av flaktum til Koks, sum nú hevur tvær Michelin-stjørnur, men kenda fyritøkan á Strondum letur eisini fiskavørur til matstovuna Noma í Keypmannahavn, sum eisini hevur tvær Michelin-stjørn­ ur. Skemtandi sigur Jens Martin Knudsen, virkisleiðari, at Vaðhorn bara letur sínar fiskavørur til matstovur, sum í minsta lagi hava Michelin-stjørnur. Jens Martin Knudsen sigur, at Vaðhorn eisini letur saltfiskavørur til aðrar matstovur í Føroyum, og millum hesar er matstovan Bar­ bara, sum eisini keypir eitt sindur av flaktum. - Vit hava eisini saltað og hag­ reitt tosk av Føroyabanka fyri Bar­baru, og hagreiðing av saltfiski er ein verð fyri seg. Eins væl, og hagreiðingin er nakað serligt, er eisini útvatningin av saltfiski ser­støk. Jens Martin Knudsen vísir á, at sjálvandi útvatna keyparar sum Koks, Barbara og Noma sínar saltfiskavørur sjálvi, tí tey hava neyðugu vitanina og royndirnar. - Men, tá vit gera skundverðrar, plaga vit at útvatna fiskin, áðrenn hann verður pakkaður, soleiðis at tað verður lættari, einfaldari og skjótari at gera døgurðan, leggur hann aftrat. Haldbar vøra Virkisleiðarin sigur, at saltfiskur heldur sær ógvuliga leingi undir røttu umstøðunum – ja, heit upp til fleiri ár, men vanligt er, at merk­ ingin sigur eini tey ár. - Hinvegin eru tað matstovur í Italia og Spania, ið borðrreiða við saltfiski, sum kann vera uppí fleiri ára gamal. Tá er hann bara nógv meira búnaður og verður øðrvísi sum útvatnaður. Hetta er júst sum við víni, ið stendur leingi og verður nógv eftirspurt, leggur Jens Martin Knudsen aftrat. Keypa tað besta Saman við øðrum fegnast tey á Vað­horn eisini um at vera veitarar til matstovur við Michelin-stjørn­ um, men Jens Martin Knudsen er ikki ovfarin av, at vørurnar, sum vera framleiddar á virkinum á Strond­um, eru so høgt í metum. - Tað er bara ein veruleiki, at okkara fiskavørur eru eitt kent og sterkt ”brand” á saltfiska­markn­ að­inum úti í heimi, ikki minst í Italia, har fyritøkan hevur ein fitt­an part av marknaðinum og í Spania, sum eisini er ein týðandi marknaður hjá Vaðhorn. Virkisleiðarin heldur tað vera ógvuliga flott, at Koks nú hevur tvær Michelin-stjørnur, og tað er ikki sørt, at starvsfólkið á Vaðhorn sum veitari kenna seg at eiga ein lítlan lut í hesum. - Slíkar matstovur, sum Koks og Noma, keypa bara tað besta av tí allar besta, og hetta er sjálvsagt ein partur av orsøkini til, at tær hava rokkið Michelin-stjørnur. Á Vaðhorn leggja tey stóran dent á, at rávørurnar, sum virkið keyp­ir, eru góðar. - Tað er soleiðis við fiska­fram­ leiðslu, at tað, sum kemur feskt inn, fer eisini feskt útaftur. Sama er, um fiskurin er ov gamal og ikki nóg góður. Sum fyritøka í heimsflokki innan vátsaltað fiska­ fløk fara okkara fiskavørur eisini til bestu matstovurnar í lond­un­ um, sum vit selja til. Við stoltleika Jens Martin Knudsen sigur, at tað eru ikki stórar nøgdir, sum Vaðhorn letur til eitt nú Koks og aðrar matstovur í Føroyum. - Tað er ikki hetta, vit liva av, tí hetta er sjálvsagt ein avmarkaður marknaður. Men, vit vilja vera veitarar til tann marknað, sum er, og vit gera hetta við stoltleika. Veitingarnar til eitt nú Koks og Noma syrgja vit fyri sjálvi, men tá talan er um matstovur í eitt nú Italia og Spania, eru tað aðrir, vit samstarva við, sum veita okkara fiskavørur til keypararnar, sigur Jens Martin Knudsen. Tað eru Jógvan Gregersen og Jens Martin Knudsen, sum eiga og reka Vaðhorn á Strondum - Sum fyritøka í heimsflokki innan vátsaltað fiskafløk fara okkara fiskavørur til bestu matstovurnar í londunum, sum vit selja til, sigur Jens Martin Knudsen