hósdagur 21. februar 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 22. FEBRUAR 2019
SOSIALURIN 22
15
PÆTUR HJALMAR EVENSSON
PATURE@SOSIALURIN.FO
- Tað er rættiliga sensationelt, at
ein lítil oyggjabólkur í Atlants
havinum kann fostra eina mat
stovu, sum ger seg galdandi
millum tær allar fremstu í øllum
Evropa.
Hetta sigur navnframi danski
íverksetin, Claus Meyer, um
Koks, sum júst hevur fingið sína
aðru Michelin-stjørnu. Claus
Meyer hevur í meira enn 30 ár
hevur arbeitt ótroyttiliga við
matvøruframleiðslu í nógvum
ymsum sambondum, og hetta er
ein maður, sum veit, hvat hann
snakkar um. Hann hevur lagt
lunnar undir nýggjan norður
lendskan mat sum ein av stovn
arunum av viðurkendu donsku
matstovuni Noma, sum hevur
verið heiðrað sum heimsins besta
heili fýra ferðir.
- Nú skal Koks hugsa um, um
tey vilja varðveita stjørnurnar,
ella um tey vilja fara allan vegin
og fáa tríggjar. Mann kann fara
í verjustøðu ella halda fram við
at arbeiða offensivt. Men tað er
í øllum førum nógv truplari at
fáa stjørnur enn at varðveita tær,
sigur Claus Meyer.
Claus Meyer kom til Føroya
mikudagin og hevur hildið ein
fyrilestur í Sjóvinnuhúsinum um
íverksetan.
Koks var størsta
yvirraskilsið
Claus Meyer var sjálvsagt til stað
ar, tá Michelin-stjørnurnar vórðu
latnar á stórfigna Michelin-tiltak
inum í Århus mánakvøldið 18.
februar.
- At Koks fekk sína aðru Mich
elin-stjørnu var tann størsta
sensatiónin hatta kvøldið. Tað
var í øllum førum tað størsta yvir
raskilsið. Har hendi jú ikki so nógv
hjá donsku matstovunum, so tað
var eitt sera stórt og positivt yvir
raskilsi, at har kom eitt lyft úr Før
oyum, sigur Claus Meyer.
Fer at ávirka ferðavinnuna
Danski matkongurin væntar, at
hendan seinna stjørnan veruliga
kemur at síggjast aftur í Føroyum.
- Stjørnurnar fara ivaleyst at
hava okkurt at siga fyri synergiina,
sjálvsálitið og samanhangin hjá
føroyskari gastronomi. Men burt
ursæð frá tí, so fer hetta heilt víst
eisini at ávirka ferðavinnuna,
og eg eri vísur í, at mann fer at
síggja Michelin-stjørnurnar aftur
í inntøkunum frá ferðavinnuni í
framtíðini, sigur Claus Meyer og
heldur fram.
- Fólk frá øllum heiminum ferð
ast jú eftir Michelin-stjørnum, og
ein matstova við tveimum stjørn
um er í den grad eina ferð verd.
Til Føroya at finna rávørur
Claus Meyer hevur verið í Føroy
um nakrar ferðir, og hann minnist
sera væl fyrstu ferð, hann vitjaði,
sum var í 2003. Hetta var beint
áðrenn, hann lat Noma upp saman
við kokkunum René Redzepi og
Mads Refslund. Fundamentið
við Noma var, at tað var bygt á
tað norðurlendska og arktiska
rávørugrundarlagið, og tí var tað
natúrligt hjá Claus Meyer at rann
saka føroyska rávøruskattakam
arið.
- Eg hevði brúk fyri at finna
frið í mínari sál við at fáa váttað,
at rávørur, sum veksa í einum
ekstremum norðurlendskum
veðurlagi, kundu okkurt serligt.
Rávørur við einum mytologiskum
kvaliteti, greiðir hann frá og lýsir
ferðina sum eina vallaraferð við
endamálinum at leita eftir kjarn
ini av norðurlendsku køkini.
- Eg minnist kvalitetin av fisk
inum og jomfrúhummarunum, eg
smakkaði, og eg var fullkomiliga
blástur um koll av hvítarótunum í
Føroyum. Eg fekk eisini øður, sum
eg ongantíð hevði roynt fyrr.
Fyrstu árini brúkti Noma liv
andi jomfrúhummarar og øður
úr Føroyum.
At blíva heimsins
besta matstova
Tað er blaðið Restaurant magaz
ine, sum hvørt ár velir heimsins 50
bestu matstovur, og hetta skal ikki
mistakast við Michelin Guideina,
sum er nakað heilt annað. Um
mælararnir, sum velja bestu mat
stovurnar, eru einkultpersónar frá
ymsum londum, og tað eru hesir
ummælararnir, mann skal royna
at fáa til sína matstovu, sambært
Meyer. Hann sigur, at tað at blíva
heimsins besta er í stóran mun ein
spurningur um “hype”.
- Hví velja ummælarar yvirhøv
ur at fara á eina ávísa matstovu?
Tað gera teir, tí har hendir okkurt
nýtt allatíð. Mann má hava eitt
absurt tal av fylgjarum, og mann
má allatíð royna at seta nýggjar
standardir uppá nógvar mátar og
agera sum ein óformellur felags
skapur, sigur hann.
- Fyri at skora høgt á hesum
listanum, sum Noma hevur ligið
nummar 1 á fýra ferð, er mann
noyddur til at vera ein rørsla onk
ursvegna. Tað hevur eydnast sera
væl hjá Noma at fáa hesa serligu
auruna til matstovuna. Nú hevur
Koks líka so nógvar michelin
stjørnur sum Noma, so framtíðin
sær spennandi út, sigur Claus
Meyer.
Koks hevur stongt í vetrar
hálvuni, og tí fær Claus Meyer
ikki møguleikan at royna Koks,
meðan hann er í Føroyum.
- Tað er harmiligt. Tað hevði
verið fantastiskt at fingið møgu
leikan at etið har hesaferð.
Claus Meyer:
Koks er ein
SENSATIÓN
- Eg eri vísur í, at mann fer at síggja Michelin-
stjørnurnar aftur í inntøkunum frá ferðavinnuni
í framtíðini, sigur kokkurin og íverksetin, Claus
Meyer, sum ferð aftan á ferð hevur tikið heimin á
bóli við sínum kreativu hugskotum í matvinnuni