Sosialurinarkiv
Sosialurin 2004-11-30, síða 31
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 30. november 2004síða 31

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 229 - 30. november 2004 31 Samskipari til Amnesty Amnesty leitar eftir samskipara, sum saman við nevndini skal skipa Amnesty International Føroya Deild av nýggjum. Stórar broytingar eru framdar í Amnesty seinnu árini. Vit fara tí undir eina verkætlan, fyribils í eitt ár, at leggja eina ætlan fyri arbeiðið hjá deildini komandi árini. Starvið verður ætlandi sett frá 1. januar 2005 ella skjótast til ber. Uppgávur Høvuðsuppgávan er • at orða strategisku og praktisku ætlanina fyri deildina komandi árini og • at gróðurseta fyrstu tiltøkini í ætlanini Partar av hesum eru • at økja um og tryggja inntøkugrundarlagið • at skipa limavirksemið av nýggjum og • at hava skeið fyri limum og øðrum áhugaðum um Amnesty, arbeiðshættir og mannarættinda- spurningar Førleikakrøv Vit rokna við, at tú umframt at hava hug at arbeiða miðvíst fyri mannarættindum hevur • góð samskipingarevnir • góð samstarvsevnir • hóskandi útbúgving • skrivstovuroyndir – stutt sagt vit leita eftir eini eldsál! Lønar- og setanartreytir verða at avtala samsvarandi royndum og førleikum. Roknast má við nakað av ferðing uttanlands. Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Anniku Sølvará, forkvinnu, á tel 320636 ella teldupost chair@amnesty.fo Umsóknir við grundgevingum, prógvum, CV og møguligum viðmælum skulu stílast til Amnesty í seinasta lagi 17. desember 2004. Amnesty International Føroya Deild Postrúm 1075 FO-110 Tórshavn att. Annika Sølvará Les meira um starvið og arbeiðið hjá Amnesty International á www.amnesty.fo Lesið - so eru tit við