Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-04-15, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 15. apríl 2019síða 2

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 15. apríl 2019 · Nr. 44 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 TÍÐINDI SÍÐA 8 Reisa Petur Mohr Dam í Skopun TÍÐINDI SÍÐA 8 »Ein miðvís ætlan fyri útbygging, um­legging, framleiðslu og nýtslu av var­andi orkukeldum verður rað­ fest. Í minsta lagi helvtin av øllum seth­ús­um og bygningum skulu inn­ an­ fyri 10 ár hitast við grønari orku. Í 2030 skal øll elorka á landi koma frá varandi orku. Fyri at gagn­nýta elorkuna í yvirskoti og geva rúm fyri størri útbyggingum skal eggj­ast til grøna orkunýtslu hjá hús­ar­hald­ um, í flutningi og í vinnu. Ver­andi stuðuls- og avgjaldsskipanir skulu umleggjast til tess at røkka mál­u­ num. Allir almennir nýbygningar skulu hit­ast við grønari orku, og ætlan fyri ork­usp­aring og -umlegging gerast fyri eldri bygn­ingar. Vinnumenning og út­búgv­ingar innan grøna tøkni og orku skulu stimbrast.« Soleiðis skrivaðu teir trígg­ir sam­ gongu­flokk­arnir, Javn­að­ar­flokk­ur­in, Tjóð­veldi og Framsókn í sam­gong­u­ skjal­i­num, sum tey kunn­g­jørd­ur tann 14. september í 2015. Føgur orð, kunnu vit siga – og sam­stundis spyrja: Hvussu gongur? Jú, vit hava fingið eina skipan við afturbering at mvg'num av út­reiðsl­ um av at leggja um grøna orku og eina differentiering av Sev-prís­inum soleiðis, at tað verður eitt vet bíl­ig­ ari hjá teimum, sum hita hús síni við grøn­ari orku. Tað er sjálvandi at fegnast um. Men tað skulu stór tøk takast, um grøna orkuumleggingin skal eydn­ ast. Tað krevur nakað av okkum brúk­ar­u­m, og tað krevur nakað av okk­ara politikarum. Eitt spurnarumfar í blaðnum í dag mill­um politikarar vísir, at teir eru ikki serliga »grønir«, um onkur helt, at teir persónliga gingu sum fyri­myndir. Fara vit at telja, hvussu nógv lands­stýris- og løgtingsfólk koyra við el-bilir. So er svarið 0, tí bara tveir tingmenn koyra við hybrid-bil­ um, sum eru bilar sum bæði brúka van­ligt brennievni og el.. Spyrja vit hvussu nógv landsstýris- og løg­ tings­fólk koyra við olju ella diesel, so er svarið 94 proset. Av teimum 17 tingfólkunum, sum skriv­aðu áðurnevnda sam­gong­u­ skjal, so koyrir til dømis eigin teirra við el-bili. Hetta vísir okkum, at tað gong­ ur kanska ikki so øgiliga skjótt politikarum persónliga at leggja um til grøna orku. Akkurát sum hjá fólkinum annars. Tað vísir okkum eisini, at ferð skal setast á, um nakað skal henda. Spurningurin er so bara, hvør tað er sum skal seta ferða, politikararnir ella fólki? FERÐ Á GRØNA ORKU Roskilde: Nú koyra bara elbussar Hvør man vilja ganga á odda at gera Føroyar grønar í 2030? Nú resta einans 542 metr­ar eftir at spreingja í Eyst­ur­ oyartunlinum. Tað boð­ar tunnilsfelagið frá á Face­ book í morgun, aftan á at tunn­ils­toymini í síðstu viku sprongdu 137 metrar. Frá rundkoyringini og móti Rókini mangla nú ein­ ans 85 metrar at spreingja, meðan tað mill­um Eyst­ ur­oynna og Streymoynna mangla 445 metrar. Viðvíkjandi arbeiðinum í farnu viku skrivar tunn­ils­ fel­ag­ið, at 46 metrar blivu sprong­dir frá Streym­oy­ ar­landi, meðan 38 metr­ar vórðu sprongdir eyst­ur­oy­ ar­megin. Harumframt blivu 53 met­r­ar sprongdir á tein­ inum frá rundkoyringini og móti Rókini. Nú eru bara 542 metrar eftir Tórshavn Tórsgøta 1, 100 Tórshavn tel. 341800, post@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Tel. 341800 www.sosialurin.fo Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Fyritaksstjóri Jonhard Hammer jonhard@sosialurin.fo Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Stovnaður: 1927 Prent: Prentmiðstøðin 20 nýggir el- buss­ar vórðu um viku­skift­ið tikn­ir í nýtslu í Ros­ kilde kommunu. Roskilde er sostatt fyrsti býurin í Danmark, har allir buss­arnir eru elbussar. Buss­ arnir eru framleiddir í Kina. Føroyingar eru eisini á­hug­ aðir í hesum bussunum. Tað er bussfelagið Umove, sum vann útbjóðingina, og sum komandi 12 árini skal syrgja fyri bussferðsluni í Rosk­ilde kommunu. Brian Sundberg, sum er ein av teimum hjá U­move, ið hevur arbeitt við verk­ætl­an­ ini, sigur, at teir hava valt at keypa hesar bussarnar frá kin­verska framleiðaranum Yu­tong. Felagið framleiðir hvørt ár 75.000 bussar, og til­ sam­ans koyra 400.000 el­buss­ ar frá Yutong um allan heim­ in. 99 prosent av øllum hesum el­bussunum koyra í Kina. Bussarnir í Roskilde hava ár­liga koyrt 1,3 milliónir kilo­ metr­ar. Nú bussarnir broyta orku­keldu frá diesel til el, sparir kommunan 1.400 tons CO2 árliga. Løða um náttina Tað eru 12 battaríir í hvørjum bussi, sum tilsamans gevur 374 kilowatt tímar. Hetta merk­ir, at teir kunnu koyra mill­um 250 og 300 kilometrar upp á eina løðing. Tað er bara tann eina bussrutan, ið koyr­ir fleiri kilometrar um dag­in, og tí verður neyðugt at skifta bussin um dagin á hes­ari rutuni. Allir hinir buss­ar­nir verða løddir um nát­t­ina. Men um neyðugt, so eru eisini eyka bussar, sum kunnu fara í rutu. Føroyingar áhugaðir í elbussum 29. apríl fer eitt ferðalag úr Før­oy­um ­við 20 fólkum til Rosk­ilde at síggja og royna hesar elbussarnar og at fáa meira at vita um ver­k­ ætlanina. Í føroyska ferða­ lagnum vera millum ann­að Sirið Stenberg, lands­stýr­ iskvinna við orku­mál­um, umboð fyri SEV, Strand­far­a­ skip Landsins, borg­ar­stjórar­ nir í Havn, Runavík og Klaks­ vík eins og umboð fyri aðrar komm­unur. Tað er Johan Mortensen, kons­ul­ent­ur, og Árni Jak­ob­ sen, stjóri í SMJ, sum skipa fyri ferðini. Vártil­ tak og bátar á Toftum