mánadagur 15. apríl 2019síða 3
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
3
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 15. apríl 2019 · Nr. 44
TÍÐINDI
Føroyingar brúka svarta orku
til upphiting og til flutning
18.000 oljufýringar eru í Føroyum – bert
122 bilar verða drivnir við el-orku
Árni Gregersen
Ongantíð fyrr hevur verið
tosað so nógv um grøna orku,
sum í hesum tíðum.
Samgongan hevur sett sum
mál, at í 2030 skal øll orka á
landi vera grøn orka. Men
langt er eftir á mál.
Helvtin av framleiðsluni hjá
SEV er hendinga ferð úr vindi
og vatni, men eisini hjá inter
kommunala felagsslkapinum
er langt eftir á mál.
Tá ið samgongan var skipað
í september 2015 stóð soleiðis í
samgonguskjalinum:
Ein miðvís ætlan fyri út
bygging, umlegging, framleiðslu
og nýtslu av varandi orkukeld
um verður raðfest. Í minst lagi
helvtin av øllum sethúsum og
bygningum skulu innanfyri 10
ár hitast við grønari orku.
Í 2030 skal øll elorka á landi
koma frá varandi orku. Fyri at
gagnnýta elorkuna í yvirskoti
og geva rúm fyri størri útbygg
ingum skal eggjast til grøna
orkunýtslu hjá húsarhaldum, í
flutningi og í vinnu. Verandi
stuðuls- og avgjaldsskipanir
skulu umleggjast til tess at
røkka málunum.
Allir almennir nýbygningar
skulu hitast við grønari orku,
og ætlan fyri orkusparing og –
umlegging gerast fyri eldri
bygningar.
Vinnumenning og útbúgv
ingar innan grøna tøkni og
orku skulu stimbrast.
Sjálvt um málsetningurin er
rættuliga greiður, so er ikki
komið serliga langt við um
leggingini.
Eitt yvirlit vísir, at vit hava
18.000 oljufýringar til upphit
ing av sethúsum og bygning
um. 1000 hús verða hitað við
fjarhita og 1000 hús við hita
pumpum.
Millum tey 1000 húsini eru
meira enn 300 hitað við jarð
hita.
Hjálp á vegnum
Sjálvt um tað gongur seint við
umleggingini frá svartari til
grøna orku, so eru ávís tiltøk
sett í verk, so tað loysir seg
betur at skifta til hitapumpu
og elbil.
SEV hevur sett serligai el
prísin
til
hitapumpur
og
heimaløðistøðir til elbilar er
1,39 kr. pr. kWt.
Endamálið við bíligari el
prísum
til
hitapumpur
og
heimaløðing av elbilum, er at
skunda undir skiftið frá olju
riknum
hitaskipanum
til
meira burðardyggar hitaskip
anir, og skiftið frá olju- og
bensinriknum bilum til elbilar.
Flutningur á landi stendur
við eitt vegamót.
Nærum allar bilaverksmiðj
ur eru í holt við at menna
bussar, lastbilar og persónbilar
til ein broyttan marknað, har
m.a. el er orkukeldan. Í Føroy
um stendur flutningur á landi
fyri um 12 prosent av CO2 út
látinum í Føroyum.
Menningin av persónbilum
er komin longst, men komandi
tíðina verða eisini alsamt fleiri
bussar og lastbilar at persón
bilar at síggja á vegunum.
Jarðhitin
Í sambandi við upphiting av
húsum, er jarðhitin helst grøn
asta keldan.
Hetta virkar soleiðis, at eitt
djípt hol verður borað niður í
jørðina og so verður beska
send gjøgnum holið niður og
uppaftur . Hitamunurin á tí
sum fer niður og tað sum kem
ur upp, hitar húsini.
Meir enn 300 slík hol eru
borað, men tað vísir seg, at ein
slík umlegging kostar millum
100.000 og 200.000 krónur.
Royndirnar vísa eisini, at hetta
verður mest brúkt, tá ið nýggj
hús verða bygd.
Viðvíkjandi flutningi, soe r
menningin komin nakað áveg
is, men higartil er sum nevnt
bert 122 el-persónbilar í Føroy
um.
Tankarnir um umlegging
eru kortini, tí júst í hesum
døgum verður hugt at, um tað
ber til hjá tí almenna og hjá
kommununum at krevja, at
tey sum skulu røkja bussrutur
nar í Føroyum brúka albussar
til endamálið.,
Eitt rættuliga stórt ferðalag
fer seinast í hesum mánaðin
um til Roskilde, at hyggja at
nýggju skipanini har. Har
verða bert el-bussar brúktir.
Umfram at øll orka á landi í
Føroyum skal vera grøn í 2030,
so vil samgongan eisini, at
helvtin av øllum húsum í Før
oyum eru upphitað vil grønari
orku, longu í 2025.