mánadagur 15. apríl 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 15. apríl 2019 · Nr. 44
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
POLITIKARAR BRÚKA
Eirikur Lindenskov
Hóast vit kanska skuldu
hildið, at politikarar, sum
hava sagt okkum, at Føroyar
skulu vera grønar í 2030, eru
undangongufólk í at nýta
grønar orkuloysnir, so er tað
kortini ikki so.
Sosialurin hevur gjørt eitt
spurnarumfar millum løg
tings- og landsstýrisfólk fyri
at lýsa støðuna.
Og støðan er púra greið:
Tá tað snýr seg um upp
hiting av bústaði hjá teimum
40 landspolitikarunum, vit
fingu fatur á, so vísir tað seg,
at flestu teirra hava »svartar
loysnir« fram um »grønar
loysnir«:
33 løgtings- og landsstýr
isfólk hava ta gomlu sið
bundnu orkuloysnina við
oljufýri, sum brennir olju.
Tað vil siga, at 82,5 prosent
av politikarunum innan 11 ár
skulu gera eina stóra íløgu í
eina nýggja orkuloysn.
Tveir
politikarar
hava
eina fjarhitaloysn. Fjarhiti er
bara í Tórshavnar kommunu,
fyrst og fremst í býlingunum
í Hoyvíkshaganum. Sigast
skal, at tá er tað ikki eitt val,
sum tann einstaki sethúsa
eigarin hevur gjørt, tí velur
hann at búgva í tí partinum
av Hoyvíkshaganum, so hev
ur hann ikki annað val, enn
fjarhitaskipanina hjá Tórs
havnar kommunu. Tað er 5%
av politikarunum.
Tveir politikarar hava ta
nýggjaru grønu loysnina,
jarðhita. Tað er 5% av poli
tikarunum.
Tveir politikarar loysnina
við hitapumpu, sum er luft
til vatn. Tað er eisini 5% av
politikarunum.
Ein politikari hevur alt
ernativu loysnina við træ
pillarum, sum verða brendir
í ketlinum.
Eingin el-bilur
Tá vit koma til bilarnar, so er
støðan enn svartari.
Eingin politikari, ikki ein
tann einasti, hevur keypt
sær ein el-bil.
Tað nærmasta, vit vita um
tað er Johan Dahl, fyrrver
andi landsstýrismaður, sum
á eini ráðstevnu í Íslandi fyri
eini 10 árum síðani bílegði
sær ein Tesla el-bil. Tað hildu
tey í Vinnumálaráðnum vera
so áhugavert, at ráðið sendi
út tíðindaskriv um, at lands
stýrismaðurin hevði bílagt
sær ein Tesla el-bil. Men bil
urin kom ongantíð.
Tveir tingmenn koyra við
hybrid bili. Tað er ikki ein
beinleiðis grøn loysn, mein
ein loysn, har bilurin eisini
Bilur
Bústaður
Bensin
Diesel
hybrid
el
Olja
Fjarhiti
Jarðhiti Luft/vatn
træpillarar
prosent
45
50
5
0
82,5
5
5
5
2,5
!
Sjálvt um politikarar javnan tosa um grønar orkuloysnir og hava sett í samgonguskjalið, at Føroyar skulu vera
»grønar« í 2030, so kunnu vit staðfesta, at flestu teirra framvegis nýta olju og bensin til sínar privatu orkuloysnir
Elsebeth M. Gunnleygsdóttur:
Bústaður: Olja
Bilur: Diesel
Jacob Vestergaard:
Bústaður: Olja
Bilur: Diesel
Jákup Mikkelsen
Bústaður: Jarhiti
Bilur: Hybrid
Joen Magnus Rasmussen:
Bústaður: Olja
Bilur: Hybrid
Jógvan á Lakjuni
Bústaður: Olja
Bilur: Bensin
Jørgen Niclasen:
Bústaður: Olja
Bilur: Diesel
Bárður Nielsen:
Bústaður: Olja
Bilur: Diesel
Bjørn Kalsø:
Bústaður: Olja
Bilur: Diesel
Edmund Joensen:
Bústaður: Olja
Bilur: Diesel
Kaj Leo Holm Johannesen:
Bústaður: Olja
Bilur: Diesel
Magni Laksafoss:
Bústaður: Olja
Bilur: Diesel
Magnus Rasmussen:
Bústaður: olja
Bilur: Bensin
Aksel V. Johannesen:
Bústaður: Fjarhiti
Bilur: Diesel
Bjarni Hammer:
Bústaður: Olja
Bilur: Diesel
Eyðgunn Samuelsen:
Bústaður: Olja
Koyrir ikki bil
Heðin Mortensen
Bústaður: Olja
Bilur: Diesel
Helena Dam á Neystabø:
Bústaður: Olja
Bilur: Bensin
Henrik Old:
Bústaður: Olja
Bilur: Bensin