týsdagur 28. mai 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
MIKUDAGUR
29. MAI 2019 · NR. 61
Sosialurin
10
Fólkatingsval 2019
Eg stilli upp til
fólkatingsvalið
fyri at stuðla
Fólkaflokkinum!
Jógvan á Lakjuni
Fólkatingið ger eisini
lógir, sum hava stóra
ávirkan okkum, og tí
má ein føroyskur fólka
tingsmaður fylgja væl
við í øllum málum, sum
so ella so hava við Før
oyar og føroyingar at
gera!
Mínar royndir eru,
at danskir politikarar
vita ov lítið um føroysk
viðurskifti!
Tí er uppgávan hjá
einum
føroyskum
fólkatingsmanni eisini
at kunna danir um, at
vit føroyingar – so
ósamdir vit enn kunnu
vera – kenna okkum
ikki sum danskarar.
Vit hava jú okkara
egna identitet, okkara
egna mál og okkara
egna virðisgrundarlag.
Hetta virðisgrundarlag
vil eg gera alt fyri at
verja, verði eg valdur!
Tað ger ikki tað sama,
hvønn tú velur!
Hvít, reyð og blá á Fólkatingi
Bjørt Samuelsen
valevni til Fólkatingið
Tjóðveldi
Føroyar skulu kunnu gera
egnar avtalur við øll
heimsins lond. Vit skulu
hava fult frælsi at reka
okkara uttanríkispolit
ikk. Við teimum møgu
leikum, tað gevur og
teirri ábyrgd, tað krevur.
Og vit skulu, eins og øll
onnur fræls lond, taka
altjóða ábyrgd.
Tað er alt annað enn
tilvild, at lond brúka
stóra orku og nógvan
pening
til
uttanríkis
politikk. Tað er við utt
anríkispolitiskum
am
boðum, at lond vinna
sær handilsavtalur, gera
bindandi sáttmálar, ger
ast limir í altjóða felags
skapum og -nevndum,
knýta neyðug sambond
og
hent
vinarbond.
Ráddu vit sjálvi fyri
borgum, so vóru Føroyar
limir í eitt nú Norður
landaráðnum, Arktiska
ráðnum, ST, WHO, FAO -
og vit luttóku undir
Merkinum í Olympisku
leikunum. Ja, vit vóru
alla staðni, har vit mettu,
tað tænti landi okkara –
uttan at spyrja um loyvi
fyrst.
Føroyar hava uttan
ríkisráð og uttanríkis
ráðharra.
Men
eitt
annað land bæði kann
taka og tekur avgerðir
okkara vegna uttanríkis
politiskt. Danmark, sum
enntá hevur lagt flestu
egg síni í stóru ES-kurv
ina. Tí detta vit javnan,
fyri ikki at siga aloftast,
millum fleiri stólar. Vit
hava avbjóðingar, tá ið
vit stríðast fyri at gerast
limir í EFTA, og harvið
vinna okkum fríhandils
sáttmálar við nógv onn
ur lond. Ella vilja í WTO
ella gerast sjálvstøðugir
limir í altjóða felags
skapum. Vit passa ikki
inn. Eru eitt ógvuliga
sjálvstøðugt land, men,
sum kortini framvegis
ikki hevur fullan ræðis
rætt og møguleika at
gera av, hvønn vit sam
starva við, og hvar vit
luttaka.
Uttanríkispolitiska
heimildarlógin veingja
skerjir Føroyar enn meira.
Hon lógarfestir, hvat ið
vit kunnu – og enn verri,
hvat vit ikki kunnu. Hon
forðar okkum effektivt í
at
tamba
avoldaðu
heimastýrislógina
-
nakað, sum áður hóast
alt bar til. Danir høvdu
tørv á at fáa lógina sam
tykta, millum annað tí
teir sjálvir fluttu so stórt
vald til ES. Og heima
stýrisflokkarnir tryggj
aðu eina lóg, ið bindir
fyri, at Føroyar ikki fáa
ov stórt frælsi uttan
ríkispolitiskt.
Tí
eitt
land við fullum uttan
ríkispolitiskum frælsi, er
eitt sjálvstøðugt land.
Ein høvuðsgrundgev
ing fyri, at føroyingar
framvegis eiga at velja
umboð á Fólkating er, at
vit mugu vera við til at
viðgera og ávirka tey
mál, sum hava týdning
fyri Føroyar, og beinleið
is
ávirka
okkum.
Tí
mugu
vit
hava
eina
sterka rødd, sum ikki let
ur alt um seg ganga,
men sakliga og málsøkin
arbeiðir fyri at vinna
okkum størri rættindi.
Tjóðveldi vil flyta bæði
uttanríkispolitikkin og
alla ábyrgd higar, hon
hoyrir heima – til fólka
valda parlamentið í Før
oyum.
Føroysku flokkarnir
siga seg vera samdar í,
ikki at leggja seg útí
danskan innanríkispol
itikk. Kortini sigur Javn
aðarflokkurin, at hann
greitt peikar á Mette
Frederiksen sum stats
ministara, og Sambandið
og Fólkaflokkurin peika
á Lars Løkke Rasmus
sen. Uttan mun til, hvør
av hesum vil geva Før
oyum størri frælsi og
rásarúm á eitt nú uttan
ríkispolitiska pallinum.
Politikkur er at vilja,
politikkur er at fremja,
og týdningarmest fyri at
røkka sínum málum er,
at brúka tey amboð,
møguleikar og vald, tú
fært litið upp í hendur
nar. Frá fólkinum.
Fyri at fremja søk
Føroya, eigur tú at sam
starva við allar partar
við tí eina endamáli fyri
eygað: At røkka teim
úrslitum, tú hevur fingið
fólksins mandat til.
Tey, sum velja eina
fullveldisrødd vita, at
tað merkir at taka burt
ur allar forðingarnar á
uttanríkispolitiska økin
um og vinna okkum full
an
sjálvsavgerðarrætt.
Tað merkir eisini at taka
ábyrgd altjóða, og at
samstarva við danir og
onnur lond um Heims
málini, um veðurlags
politikk og grøna orku
skiftið,
um
at
basa
fátækradømi úti í heimi
og so frameftir.
Men, vit møta alt ov
nógvum forðingum, tí
vit ikki hava endaliga
avgerðarrættin á einum
fyri eitthvørt land so
týdningarmiklum øki –
tí uttanríkispolitiska.
Tað er heilt avgerandi,
at vit hava eina sterka
rødd, sum talar Føroya
søk á Fólkatingi. Ikki
eina reyða rødd, ið uttan
treytir stuðlar donskum
vinstrablokki. Ikki eina
bláa
rødd,
ið
uttan
spurningar stuðlar donsk
um høgrablokki. Og als
ikki eina rødd, ið ger alt
svart ella hvítt, tí polit
ikkur er ongantíð svart-
hvítur.
Tí bjóði eg meg fram
til Fólkatingsvalið. Eg vil
hvørki vera ein reyð ella
blá rødd á Fólkatingi,
men ein greið rødd, sum
áhaldandi arbeiðir fyri
rættindum okkara. Ein
hvít-reyð-og-blá rødd.
Konsert við
Tórshavnar
Kamarkóri
– við forkunnugari vitjan av
tónaskaldinum Prof. Paul Mealor
Leygardagin 1. juni kl.
17.00 hevur Tórshavnar
Kamarkór konsert í Vest
urkirkjuni.
Tá
verður
frumframførsla av ein
um verki, sum kórið hev
ur bílagt frá altjóða við
urkenda tónaskaldinum
Prof. Paul Mealor, og
hann verður eisini til
staðar í sambandi við
konsertina.
Paul Mealor er føddur
og uppvaksin í Wales,
men
hevur
seinastu
mongu árini starvast sum
professari í kompositión
við University of Aber
deen. Hann gjørdist heims
kendur eftir at hansara
kórverk
“Ubi
Caritas”
varð framført til brúðar
vígsluna hjá Prins Willi
am og Kate í 2011. Kór
verkini hjá honum verða
javnan framførd av kór
um kring allan heimin,
og eftir at Tórshavnar
Kamarkór var og vitjaði í
Aberdeen í fjør, heitti
kórið á hann, um at
skriva eitt verk. Hóast
nógv
umbiðin
játtaði
hann, og verkið, sum ber
heitið “Sing unto the
Lord a New Song”, verður
frumframført 1. juni í
Vesturkirkjuni.
Tórshavnar Kamarkór
hevur eisini eina aðra
forkunnuga
frumfram
førðslu á skránni. Talan
er um verk, sum Anne
Mette Greve Klemmen
sen,
prestur,
hevur
skrivað til tekstin “Faðir
Vár”. Hetta er hennara
fyrsta kórverk.
Umframt hesar báðar
frumframførslurnar eru
eisini verk eftir m.o. Teit
Lassen, Erik Essenwald,
Ola Gjeilo, og Paula í
Sandagerði á skránni.
Tríggir solistar verða
við á konsertini, Paula
Danielsen,
Eyð
Stein
bjørnsdóttir
og
Edith
Dahl Jakobsen.
Bernharður Wilkinson
stjórnar
Tórshavnar
Kamarkóri.
Verið
vælkomin
á
konsert, í Vesturkirkjuni
leygardagin 1. juni kl.
17.00.