Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-28, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2019síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fólkatingsval 2019 MIKUDAGUR 29. MAI 2019 · NR. 61 Sosialurin 11 Eitt trygt og vælvirkandi heilsuverk Katrin Kallsberg, valevni fyri Tjóðveldi Allir borgarar landsins eiga at kenna seg trygg­ ar í, at um teir fá tørv á heilsuhjálp, so fáa teir tað - skjótt, gott og ókeyp­is. Vit loysa ongar av­bjóðingar á sjúkra­ hús­verkinum, við at leggja okkum í danskar skip­an­ir um við­gerðar­ trygd, tí við tí er vandi fyri, at vit út­hola okkara egnu sjúkra­hús. Eitt vælvirkandi sjúkra­ húsverk er ein av grund­ súlunum undir ein­um og hvørjum mod­ern­ aðum samfelagið. Fremsta upp­gávan hjá heilsu­ verk­in­um er at tryggja eitt dygd­argott heilsu­til­ boð og hóast lækna­vís­ ind­in mennist, vitanin øk­ist, og tilboðini til ymsu sjúk­ur­nar broyt­ ist, eiga vit, í tann mun tað er lækna­liga for­svar­ligt, at bjóða hesar við­gerðir í Føroy­um. Sjálvandi eiga allir borg­arar, ið hava tørv á lækna­hjálp, at fá hesa so skjótt og gott sum til ber. Nakrir av hinum flokk­ ­un­um hava ført fram í fólkatings­val­stríðn­um, at vit ikki hava nóg góð­ ar møgu­leik­ar fyri at menna eitt nú­tím­ans heilsu­verk, og tí skulu sjúkl­ingar undir eina danska skipan um við­ gerð­artrygd. Hetta er tó eftir mínum tykki ikki for­svarligt. Tí ein donsk skip­an um við­gerð­ar­ trygd viðførir mill­um annað, at okkara egnu sjúkra­hús helst bert blíva til skaðastovur, utt­an tær læknafakligu grund­súlur, sum vit í dag øll njóta gott av, tá ið neyðin er størst. Kommunulæknar eru avgerandi Um vit hyggja eftir víð­ armenning av okkara egna heilsuverki, mugu vit byrja við fyrsta liðn­ um – kommunu­lækn­un­ um. Okkara heilsuverk bygg­ir á skipanina við komm­unulæknum og sjúkra­húsverki. Borgarin setur seg van­ liga fyrst í samband við sín komm­unu­lækna fyri at fáa kann­ingar og við­ gerð. Í teim­um førum, har komm­unulæknin met­ir at borg­arin hevur tørv á at verða kannaður víðari á sjúkra­húsi, vísir komm­unu­læknin sjúkl­ inginum viðari. Komm­ unu­læknin er sostatt tann, ið tekur støðu til, um borgarin skal send­ ast víðari. Í teimum førum, har borg­arin er fyri akuttum hendingum vendir hann sær sjálvandi til lækna­ vaktina ella 112, og víðari viðgerð verður veitt tann vegin. Fyri at tryggja øllum borgarum eitt gott og skjótt heilsutilboð er at­ komuligheitin hjá fólki til kommunu­lækna av stór­um týðningi. Tað er al­neyðugt at tryggja nóg nógvar kommunu­lækn­ ar í Føroyum, so at øll fólk hava sín egna fasta komm­unulækna. Tað er við at tryggja dygd­ina, at tað ikki eru ómannaði kommunu­ lækna­størv, ella komm­ unu­læknastørv, ið eru mannað av skiftandi av­ loys­arum. Bulurin í okk­ ara heilsuverki er jú sam­bandið við okkara egna, fasta komm­unu­ lækna. Føroyska heilsu­verkið hevur seinnu árini út­ búgvið fleiri kommunu­ læknar, men hóast hetta hava avbjóðingar verið at manna øll kommunu­ lækna­størvini. Hetta er ein avbjóðing, sum verð­ ur tikin í størsta álvara. Ein liður í at tryggja eitt dygdargott heilsutilboð til allar borgarar er eis­ ini at tryggja at­kom­ilig­ heit­ina til kommunu­ lækna. Munandi fleiri serlæknar Ein annar liður í hesum er at tryggja eitt nøkt­ andi tal av serlæknum í heilsu­verkinum. Hetta fyri at halda bíðitíðina so stutta sum gjørligt, og eisini tryggja so nógv­um borgarum, sum lækna­liga forsvarligt, við­gerð í Før­oyum. Tá tað ræður um at ger­ast frískur kann landið viðgerðin fyri­ gong­ur í tykjast undir­ ordnað, ja sjúklingar ferð­ast gjarna langt um tað er neyðugt. Men, tað er sera møtu­mikið bæði at vera sjúkur og at noyð­ast at vera langt heim­an, eisini at noyð­ ast at ferðast ímill­um lond til viðgerðir. Tað er tí av stórum týðningi at vit veita so nógvar við­ gerð­ir, sum tað er lækna­ frøði­liga forsvarligt í egn­um landi. Serlækna­ pulj­an hevur gjørt góð­ an mun her, men enn er nakað á mál. At føroysk lækna­les­ andi eftir loknan lestur hava fingið framíhjárætt til sokalkaðu KBU-pláss­ ini í Føroyum hevur eis­ ini verið eitt framstig. Tað er sjálvsagt at vit ikki kunnu veita allar við­gerðir í Føroyum, men málið er at veita tær við­gerð­ir, sum lækna­frøði­ligt er for­ svar­ligt her í land­inum. Tað er ein stór­ur fyri­ mun­ur hjá sjúkl­ingum at fáa við­gerð­ina í egn­ um um­hvørvi og kunna sam­skifta við læknar og onn­ur heilsu­starvsfólk um sína støðu á móður­ mál­in­um. Tá tað ræður um við­ gerðartrygd meti eg tað vera rættast at nýta mest møguliga orku at tryggja føroyingum dygd­ ar­góða heilsubót í Før­ oy­um, men sjálvandi senda teir sjúklingar, sum hava tørv á tí, av land­inum til ser­viðgerð Vit eru eitt av ríkastu londum í heiminum. Vit megna eisini at taka okk­um av okkara sjúku. Sjálv­andi. Evsta vald liggur í Føroyum og hjá Føroya fólki – tað skal føroyskur fólkatinglimur berjast fyri Helena Dam á Neystabø Valevni Javnaðarfloksins til fólkatingvalið grundlógardagin 5. juni 2019 Eg krympi tær, tá ið eg hoyri framløgurnar hjá Sam­bandsflokkinum, Tjóð­veldi og eisini Fólka­flokkinum – og hvat tey ætla sær í Fólka­tingið av avrika. Sam­bandið vil, sær sjálv­ um líkt, hava meira pen­ ing og hægri blokkstuðul úr danska statskass­an­ um til Føroyar – hóast før­oyska bruttotjóð­ar­ úr­tøkan í dag er hægri pr. íbúgva enn í Dan­ mark. Er ikki skomm skapt í? Tjóðveldi vil brúka røðarapallin á Fólkatingi til at proklamera loys­ ing­ina. Og mála eina mynd av, at tað er danska stjórnin, sum forð­ar fyri loysingini. Øll vita vit, at hesin dyst­ur skal vinnast í Før­oyum – og onga aðra staðni. Og Fólkaflokkurin hev­ur bitið høvdið av allari skomm og vil hava ráð­harra í danskari stjórn. Hugsið tykkum ta øvugtu støðu – dansk­ ur ráðharri í føroyskari stjórn! Valskráirnar hjá Sam­ bandinum, Tjóðveld­in­ um og Fólkaflokkinum eru ein háðan móti okk­ ara egna hart vunna fólka­ ræði. Sálin og ryggurin í før­oyska fólkaræðinum er, at evsta vald liggur í Føroyum og hjá Føroya fólki! Tað má ongantíð henda, at eitt føroyskt fólka­tingsumboð sáar iva um hesa tign hjá Løg­tingi og Landsstýri – bara fyri at fáa umrøðu. Eitt føroyskt fólkatings­ umboð skal fram um alt virða og verja føroyskt fólkaræði og samstarva við Landsstýri og Løg­ ting. Eitt føroyskt fólka­ tingsumboð skal ikki mót­arbeiða Føroya lands­ stýri – tað er at und­ir­ grava føroyskan sjálv­av­ gerðarrætt. Eg bjóði meg fram sum valevni fyri Javn­að­arflokkin til hetta fólka­tingsvalið Hvørki eg sjálv ella Javnaðarflokkurin fara at dragsa føroyskan parta­ politikk niður á Fólka­ ting. Fyri framman liggja stórar avbjóðingar. Til dømis í sambandi við grøna orkuskiftið, út­ búgv­ingarpolitisk sam­ størv, altjóða gransking, al­tjóða skipaferðslu og nýggjar siglingarleiðir. Alt stórmál, sum fara tvørt­ur um landamørk. Fái eg møguleikan, vil eg av fullum huga arbeiða fyri skilagóðum loysn­ um á hesum og mongum øðr­um málum. Við samstarvi, greið­ ari talu og semjusøkjandi sam­starvi skulu vit ávirka øll mál, sum við­ víkja føroyingum, før­ oysk­um vinnulívi og før­oysk­um ment­an­ar­ lívi. Nøkur dømi um samstarv, sum hava givið úrslit: - Í 2015 komu føroyingar undir sama krav sum útlendingar, at skula hava búð í Danmark í sjey ár, fyri at fáa rætt til ávísar sosialar veit­ ing­ar – til dømis barna­ kekkurin. Hetta mál tók Javn­aðrflokkurin upp, og vit fingu tað broytt. Og tey, sum vórðu rakt, fingu endurgjald. - Nógv orka er løgd í at verja føroyska ser­ støðu – t.d. avgerðina um framhaldandi at selja fisk til russiska markn­aðin. Tað virða okk­ara samstarvspartar í dag. Tað er eitt breitt ynski í Føroyum um at broyta uttanríkispolitisku heim­ildarlógina. Tí er tað ein uppgáva, sum fólka­tingsumboðið eig­ ur at arbeiða fyri – í sam­starvi við Føroya Lands­stýri. Taki fegin eitt tørn í Fólkatinginum – og fari at arbeiða í Fólkatinginum burturav Eg havi í mínum langa politiska lívi upplivað viður­skifti millum Før­ oy­ar og Danmark – tá tey virka sum ringast. Tað var í kreppuni í 90-ár­unum. Tað var eitt tógvið stríð at endur­ reisa Føroyar búskap­ar­ liga og ikki minni at end­ ur­reisa álitið millum part­arnar. Tað má ong­ an­tíð henda aftur. Eg havi eisini upp­ livað, at tann gongdin kann vendast. Og havt tann framíhjárætt at vera við til at taka tey tøk her í Føroyum, sum hava vent gongdini. Tað eri eg takksom fyri. Eg havi nú tikið av­ gerð um at gevast í lands­politikki og stilli tí ikki upp til løgtingsvalið í heyst. Men eg taki feg­ in eitt tørn í Fólka­ting­ inum, og tað gevur mær afturfyri møguleikan at arbeiða burturav í Fólka­tinginum. Verði eg vald í Fólka­ tingið – so skal tað vera mín stevna, at har tað er ein vilji er eisini ein vegur. Konfrontatiónina hava vit roynt. Hon bar ikki á mál.