Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-28, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2019síða 12

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

MIKUDAGUR 29. MAI 2019 · NR. 61 Sosialurin 12 Fólkatingsval 2019 Savnist um eina frælsa rødd! Tjóðveldi stillar upp til fólkatingsvalið, tí vit halda, at ein frælsisrødd skal vera á fólkatingi, ið tal­ar fyri at skipa Før­oyar sum sjálvstøðugt land Magni Arge, valevni hjá Tjóðveldi Tað gera tvær sam­ bands­røddir ikki. Tær tala Danmarkar søk í Før­oyum og verja ta støðu, at Føroyar skulu vera undirskipaðar Dan­ mark í heimastýrinum. Farna valskeið hevur Tjóðveldi talað Føroya søk á fólkatingi og um all­an heim. Vit hava varpað ljós á hópin av málum við ráð­ stevnum, fyrispurn­ing­ um, røðum, nevndar­ sam­ráðum og fjøl­miðla- ­um­røðum. Vit hava fingið stað­ fest, at Danmark ong­an­ tíð hevur boðað frá sjálvs­ avgerðarrætti før­oy­inga hjá ST. Vit hava støðugt víst á, at grundarlagið undir føroysku vælferðini er skapt burtur úr egnum til­feingi og egnum stríði. Vit hava gjørt greitt, at fiskivinnu- og handils­ politisk mál mugu liggja fult og heilt á før­oyskum hondum, tí Dan­mark vel­ur ES-áhuga­mál fram um før­oysk áhugamál. Vit hava talað fyri, at fólkið í Norður­atlants­ havi skal kunna gagn­ nýta havsins tilfeingi burð­ardygt, og at vit skulu hava sjálv­støð­ug­ an limaskap í Arktiska Ráðn­um. Vit hava av ST- høvuðs­borgini í New York fingið grundfest tey 17 heimsmálini í Før­ oy­um. Vit hava talað at ódemo­kratisku atferðini, tá sjálv­stýris­rørsl­ur í Ev­ropa vórðu kúg­að­ar við lurka­sløg­um og fongsl­ingum. Og vit hava við okk­ ara áhaldni skapt stóra virðing fyri sjálvstýris­ strembanini í Føroyum. Eisini hava vit tikið upp hópin av øðrum mál­um - um loftferðslu, markna­forðingar, flaggið, løgregluna, flyt­ ing­ar millum lond hjá fyri­tíðarpensjonistum, ein­stak­lingar í fløkju mill­um skipanir, læknar í turnus, stjórnar­skip­an­ ina, útlendingamál, verju­ mál og rættar­gangs­lóg­ ina. Føroya søgu í donsk­ um skjalasøvnum tóku vit heim, og vit vardu før­oyska løgfrøði á Setr­ in­um. Ongantíð í søguni hava Føroyar verið so væl fyri sum nú. Blokk­ urin er tódnaður niður í 3% av BTÚ, og føroyski skattgjaldarin rindar minst níggu av hvørjum tíggju krónum, sum væl­feriðin kostar. Vit skulu taka við full­um ræði á uttan­ríks­ pol­itiskum málum, so vit fáa vart og ment okk­ara áhugamál í fiski­ vinnu- og handils­polit­ isk­um málum til fulnar. Tað ber snøgt sagt ikki til at lata evsta vald í slík­um málum liggja í hond­unum á einum landi, sum stongdi sínar dyr fyri føroyskum út­ flutn­ingi. Næsta valskeið eru vit til reiðar taka dystin upp­aftur og fara at virka miðvíst fyri at fremja eina skipaða til­ gongd úr heimastýri til full­veldi, so vit í øllum lut­um kunnu virka í heims­samfelagnum á jøvn­um føti við onnur lond. Altumráðandi er, at hes­in boðskapurin næstu fýra árini verður borin fram í fólka­ting­in­ um og kring heimin. Savnist tí og veljið eina frælsa rødd á fólka­ ting! Setið X við lista E! FRÆLSA RØDD Á FÓLKATING - Røddin sum talar, tá hini tiga