Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-05-28, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 28. mai 2019síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 29. mai 2019 · Nr. 61 TÍÐINDI Happing fer at minka enn meir – Eg giti, at skjótt fer tað at minka nógv skjótari við happing í Føroyum, sigur Katrin av Kák, ið er ein av teimum, ið hevur gjørt kanningina Frants Jensen frants@sosialurin.fo 10 tilmæli eru gjørd, sum gjarna skulu viðvirka at minka um happing í fólkaskúlanum. – Høvuðsábyrgdina av at til­ mælini verða fylgd upp, hevur Mentamálaráðið og Undirvís­ ing­arstýrið, sigur Katrin av Kák, ið hevur verið við til at gjørt kanningina. Ábyrgd hvílir á skúlunum Hon vísir tó á, at skúlarnir eis­ ini hava sína ábyrgd. – Skúlarnir mugu millum annað arbeiða við at skipa ar­ beiðið, sum longu er, og mest av øllum arbeiða við at vera til­ vitað um, hvørji virði vit hava í skúlanum, og hvørji virði vit framhaldandi vilja hava, og hvussu vit kunnu vera í skúl­ an­um, har øll kenna hesi virð­ ini, og har øll kenna seg bundin at hesum virðum. Tað er týdn­ ing­armikið at vera tilvitaður um virðisarbeiðið, og at skúlin kanska í størri mun er til­vit­ aður um, hvussu hann umsitur sín myndugleika, sigur Katrin av Kák. Fyrimyndin hjá børnunum hev­ur eisini nógv at siga. – Er tað nakað, sum børn leggja til merkis, so eru tað sign­alini, ið koma frá teimum vaksnu. Tað vil siga, at um ein næm­ingur upplivir, at onkur happ­ing er farin fram, og lær­ ar­arnir kanska hava sæð tað, men einki sagt, so hevur næm­ ing­urin skrásett tað í sítt minni sum eitt signal um, at tað er nokk í lagi at happa við­ hvørt, sigur Katrin av Kák. Ein bati í mun til undanfarnu kanningar Úrslitini fyri kanningina í 2019 vísti, at tølini eru batnað nakað í mun til undanfarnu kann­ingar. Um átøkini hava havt ávirkan, er tó trupult at siga. – Vit kunnu ikki vísa ítøki­ liga á, at hatta og hatta átakið hev­ur munað og givið úrslit. Men vit vita frá næmingum her í Føroyum og aðrastaðni, at hetta at seta ljósið á happ­ ing, at tosa um tað, og at vera til­vitaður um tað, tað í sjálvum sær er viðvirkandi at minka um happingina, sigur Katrin av Kák. Hon vísir, at skúlin hevur gjørt nógv, fyri at betra um støð­una, og at tað eisini eru aðr­ir instansir í Føroyum, sum hava ávirkan á børn, sum til dømis Betri vinir hjá Barna­ bata, ABC, SSP og barna­um­ boðs­maðurin, sum gera mun. Støðan ymisk kring landið Úrslitini hjá teimum ymisku skúl­unum kring landið eru ikki almenn, men teir skúl­ar­ nir, sum eru yvir eina ávísa stødd, fáa tó úrslitið fyri sín skúla. Dátueftirlitið hevur álagt nakr­ar treytir, nevniliga at bara teir skúlar, har fleiri enn 20 næmingar hava svarað, fáa sítt úrslit. – Vit vita, at tað er munur á skúlunum, men tey tølini eru ikki greinað enn. Vit eru tó sann­førd um, at tað er ymisk sløg av happing, sum fara fram á teimum ymisku skúlunum. Tað vil siga, at tilmælini til teir einstøku skúlarnar vera ym­ isk, sigur Erla Olsen, ið eisini hev­ur verið við til at gera kann­ingina. – Í mun til undanfarin ár, so geva vit í ár skúlunum eina meira ítøkiliga vegleiðing um, hvat teir kunnu gera við tað, ið fer fram júst hjá teimum, ístað­in fyri at hugt bara verður eftir happingini, sum miðal úrs­lit fyri alt landið, sigur Erla Olsen. Kanst tú siga nakað, um tað er stórur munur á happingini á einum skúla í mun til einum øðr­um? – Ja, tað er sjálvandi munur á. Vit skulu tó minnast til, at ein næmingur, sum hevur tað trupult á einum lítlum skúla, hann fær tølini at síggja heilt øðrvísi út, í mun til ein næming á einum stórum skúla, sigur Erla Olsen. Tølini fyri happing eru nakað hægri í Føroyum í mun til í hinum Norðurlondunum. Happing minkar spakuliga í fólkaskúlunum Nýggj kanning millum fólkaskúlanæmingar í 5., 7. og 9. flokkunum kring landið vísir, at tað eru 11 prosent, ið eru vorðin happað í skúlanum. Hetta er framvegis ov nógv, men tað er frægari enn í mun til 2015, tá ið talið var 13 prosent, og 2007, tá ið talið var 15 prosent Frants Jensen frants@sosialurin.fo Mánadagin løgdu Olga Biskup­ stø, cand.comm, Katrin av Kák, cand.mag og cand.ped.psyk, og Erla Olsen, ph.d., lektari í lív­ frøði og náttúrulærufrøði, fram úrslit í Menta­mála­ráðn­ um av stórari kanning, ið tær hava gjørt millum fólka­skúla­ næm­ingar í Føroyum. Kanningin er eitt framhald av kanningum, ið vórðu gjørd­ ar í 2007 og 2015. Úrslitini vísa, at happing fer fram bæði í flokshølunum, í fríkorterinum og uttanfyri skúlan. Happingin fer eisini fram á internetinum, í fartelefonini, í skiftirúminum, á vesinum, í ungdómshúsinum, á vøllinum og aðrastaðni. Tilsamans vóru 2020 næm­ ingar, ið svaraðu. Tað svarar til 89,5 prosent av øllum næm­ing­ unum í 5., 7. og 9. flokkunum kring landið. Tilsamans 33 spurn­ingar vórðu svaraðir, harav fýra, ið næmingarnir kundu svara frítt. Spurn­ing­ arnir vórðu svaraðir teldutøkt, og kvantitativt háttalag varð nýtt. Tær tríggjar vístu á, at gongdin fer rætta vegin, men at enn er nógv at arbeiða við. Tað góða og ringa við skúlanum Úttalilsini frá børnunum í kann­ingini eru sera ymisk. Millum annað segði ein næm­ingur: “Tað besta við at vera í skúla, er at vera saman við hin­um í flokkinum og paralell­ flokkunum. Eg gangi í flokki við míni bestu vinkonu, so tað er mega deiligt. Lærararnir, eg havi, eru mega góðir, bæði við­ víkjandi læring og við meg. Teir eru so við uppá tað, og man tímir at sita og lurta eftir tí, teir hava at siga, sjálvt um tað kann vera strævið, longur tað líður út á dagin”. Ein annar næmingur segði:ª “Tað ringasta við at vera í skúla er, at har eru fólk, ið hyggja strangliga at mær, bara eg gera okkurt lítið. Eg hati, tá ið fleiri í flokkinum bólka seg saman og fara ímóti mær. Eg fái eina negativa kenslu, og eg dugi ikki at aftursvara, og tí byrji eg at tára. Ta ið eg so fari at tára, halda hini meg vera veikan, og tað er tað síðsta eg vil vera. So tað ringasta við at vera í skúla, er at eg føli, at eg ikki hoyri til.” 10 tilmæli Niðurstøðan er, at arbeiðið at fyribyrgja og steðga happing, støðugt skal halda fram, tí happing fæst bert til lívs við at arbeiða skipað við øllum um­hvørvinum og pørtunum í skúl­anum í skipaðum sam­ starvi. Bólkurin hevur tíggju til­ mæli, sum mælt verður at ar­ beiða víðari við. Tilmælini eru hesi: • Trivnaðarætlanin í skúl­ un­um skal hava eina ser­ skilda anti-happi ætlan. • Fríkorterini skulu endur­ hugsast, soleiðis at størri tryggleiki kemur inn í óformligu skúlatíðina. • Næmingaráð skulu stovn­ ast í øllum skúlum. • Serstøk námsætlan fyri trivnað skal gerast. • Trivnaðarvegleiðari skal setast í Nám. • Læringsumhvørvið og sál­ arliga heilsan hjá øllum í skúlanum skal raðfestast. • Anti-happingardagur verð­ur á hvørjum ári tann 4. mai. • Skúlarnir skulu arbeiða eft­ir vitanar­fróða­leist­in­ um við happing í nakrar vik­ur av skúlaárinum. • Kunningartilfar um happ­ ing skal gerast, sum vendir sær bæði til næmingar og foreldur. • Trivnaðarkanningar skulu gerast á hvørjum ári sam­ an við landsroyndunum. Katrin av Kák, cand.mag og cand.ped.psyk, Olga Biskupstø, cand.comm, og Erla Olsen, ph.d., lektari í lívfrøði og náttúrulærufrøði hava gjørt kanningina Kanningin vísir, at 11 prosent av næmingunum í føroyska fólkaskúlanum eru vorðin happað í skúlanum.