týsdagur 28. mai 2019síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. mai 2019 · Nr. 61
14
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Vilmund Jacobsen
Fyri 54 ára gamla, Allan
Rasmussen, var sjúku
staðfestingin
krabba
mein enn eitt stig niður
eftir
bakkanum
eftir
tíggju trupul ár.
Men, tá krabbameins
ráðgevingin
í
Aarhus
syrgdi fyri, at ein so
nevndur
navigatorur
– ella vegleiðari – varð
settur at hjálpa honum
í sjúkugongdini, byrjaði
tað at lýsa í hjá honum.
Í dag er Allan Rasmus
sen frískur; hann hevur
ikki krabbamein longur
og er til reiðar til seinna
hálvleik í lívinum.
Tað
er
soleiðis,
at
krabbameinssjúkingar,
sum hava serligan tørv
á stuðli, kunnu fáa ein
sjálvbodnan navigator –
ella vegleiðara – knýttan
aftrat
sær
gjøgnum
Kræftens
Bekæmpelse,
meðan tey eru sjúk.
Talan kann vera um
sjúklingar, sum ikki hava
nakran avvarðandi og
sum hava brúk fyri hjálp
til at hava tamarhald
á ymiskum tingum og
viðurskiftum, eitt nú av
talum,
kanningum
og
viðgerðum í samband við
sjúkuna.
Eykastuðulin,
sum
Allan Rasmussen fekk frá
krabbameinsráðgeving
ini, fekk avgerandi týdn
ing fyri hansara sjúku
viðgerð.
Soleiðis byrjaði tað
- Allan, tú hevur krabba
mein, og tað er álvarsamt.
Tveir læknar royndu at
greiða honum frá støðu
ni, men tað var trupult
hjá honum at skilja álvar
an, sum læknarnir løgdu
fyri dagin.
- Hatta orðið - álvar
samt - hvat meina lækn
arnir við tað, og hvussu
álvarsamt er álvarsamt?
hugsaði hann.
Læknarnir royndu at
greiða Allani Rasmussen
frá, at neyva sjúkugrein
ingin var næsa-og hjá
holukrabbi, sum hevði
spreitt seg til heilan.
Sjúkan var eisini orsøkin
til, at sjónin hjá honum
hevði verið løgin seinastu
tíðina.
Hin 54 ára gamli býr í
einum lítlum býi uttan
fyri Horsens. Einaferð
var hann múrari, men fyri
10 árum síðan gjørdist
hann arbeiðsleysur, og
síðan tá hevur hann
fingið tað, sum danir
rópa ”kontanthjálp” ella
pengahjálp.
Í dag býr hann einsa
mallur og hevur eingi
avvarðandi. Hann hevur
havt tunglyndi og líðing
ar við angist.
Við sjúkustaðfestingini
krabbamein gekk lívið
hjá honum – soleiðis, sum
hann sjálvur málber seg –
nakað longur niður eftir
bakkanum og boðini, sum
læknarnir góvu honum,
vóru ov ógvuslig til at
fata.
Læknarnir mæltu hon
um tí til at fara inn á gólv
ið hjá ráðgevingini hjá
Kræftens Bekæmpelse í
Aarhus, sum liggur beint
við sjúkrahúsið.
Tó, at hetta kravdi
bæði mót og tár, fekk
hann kortini at enda tikið
seg saman og fór hagar.
Týdningarmikil stuðul
Hjá
Kræftens
Be
kæmpelse
fekk
Allan
Rasmussen
ein
sjálv
bodnan ”navigator”, Per
Lindholm, sum gjørdist
hansara hjásiti og stuðul í
krabbameinstilgongdini.
Hesin var eitt nú við til
tær samrøður, sum vóru
á sjúkrahúsinum. Teir
fyrireikaðu samrøðurnar
saman og snakkað um
tingini, tá samrøðurnar
vóru lidnar.
- Per Lindholm hjálpti
mær at skilja tað, sum
læknarnir søgdu, og hann
segði mær, hvat eg skuldi
spyrja um. Hetta gjørdi,
at eg fekk greitt frá øllum
mínum sjúkueyðkennum
og kundi greiða frá, hvus
su eg hevði tað.
Allan Rasmussen vísir
á, at tað er ein miljón
spurningar, sum mala í
høvdinum alla tíðina, tá
tú fær slík boð, sum hann
hevði fingið.
-
Hesir
spurningar
noyðist tú at læra at
kóka niður, soleiðis at
tú kemur til tey týðandi
tingini, tá tú ert til sam
røðu hjá læknanum, sigur
hann.
Tað hevur havt stóran
týdning fyri hann, at
hann alla tíðina hevur
fingið smá skump og er
vorðin eggjaður.
- Kom nú, kom nú – tú
skalt upp, upp… upp - upp
at standa og út at ganga –
ja, eins og tú skalt læra at
standa á egnum beinum,
sigur Allan Rasmussen.
Per Lindholm hjálpti
honum eisini at skilja
tey mongu brøvini og
innkallingarnar,
sum
dumsaðu inn í postkass
an.
- Eg eri orðblindur, og
tað havi eg góðtikið fyri
langari tíð síðan. Soleiðis
eri eg. Onkuntíð vendi
eg setningunum runt,
soleiðis at teir fáa eina
heilt aðra merking. Tað
hevur verið gott at hava
Per Lindholm, soleiðis at
vit saman kundu hyggja
tilfarið ígjøgnum. Hvat
merkir henda kanningin,
og hvat fer nú at henda?
Við at snakka um brøvini
og greina tey saman,
lærdi eg jú eisini nakað,
soleiðis at eg sjálvur
gjørdist betri at lesa brøv.
Allan Rasmussen er
ikki í iva um, at hjálpin,
sum
Per
Lindholm
veitti honum, tá harðast
leikaði á, hevði avgerandi
týdning fyri, at hann í dag
er komin væl ígjøgnum
sína sjúku og hevur fingið
ein nýggjan og positivan
hugburð til lívið.
- Hevði eg ikki havt Per
Lindholm, hevði eg farið
heilt niður við flagginum.
Eg
hevði
helst
havt
forsømt fleiri kanningar
og hevði kropið inn í
meg sjálvan. Her hevði
eg sitið við øllum mínum
spurningum, sum høvdu
brent
innan
í
høvdi
mínum, sigur hann.
Sum eitt nýtt fólk
Tá Allan Rasmussen sær
seg sjálvan í speglinum í
dag, hevur hann trupult
við at kenna seg sjálvan
aftur.
Longu
krúllutu
lokkarnir, hann hevði fyri
krabbameinsviðgerðina,
er burtur, og hann er
skjótur til tár.
Men, tað er ikki bara
hetta, sum er broytt.
Persónurin er eisini
broyttur; hann sær lívið
øðrvísi nú, enn hann
gjørdi fyri sjúkuna, og
haraftrat er hann grødd
ur.
At hann nú ikki hevur
krabbamein longur, er
næstan líka so trupult at
skilja, sum tá hann fekk
sjúkustaðfestingina,
krabbamein.
- Tað tók dagar, áðrenn
eg skilti, at nú er eingin
krabbasjúka
meira.
Nú skal eg hava hesa
ræðslu úr kroppinum.
Eg havi hugsað um at
gera okkurt sjálvboðið
arbeiði, soleiðist at eg
kann byrja spakuliga. Tí,
eg vil aftur. Eg havi fingið
pengahjálp í tíggju ár, og
soleiðis er ikki nógv hent
hesi árini. Nú eri eg til
reiðar til seinna hálvleik
í lívinum – eisini fyri at
koma út millum onnur
fólk og soleiðis fáa eina
enn størri gleði í lívinum,
sigur Allan Rasmussen.
Tað er í stóran mun
Per Lindholm og nakrar
góðar
samrøður
við
sjúkrahúsprest,
sum
hava hjálpt honum undir
sjúkuviðgerðini og fram
eftir í lívinum. Nú hevur
hann fingið nøkur amboð
til at heysa seg sjálvan
uppaftur við.
- Tað var ikki ábyrgdin
hjá mínum vegleiðara at
hála meg upp aftur alla
tíðina. Men, hann gav
mær tey smáu skumpini
til, at eg sjálvur kom upp
og lærdi at standa á egn
um beinum. Nú síggi eg
ljósglottarnar aftur, og
lívið hevur fingið eitt nýtt
perspektiv, sigur Allan
Rasmussen smílandi.
Slepp tær út ein túr
Meðan hann var sjúkur
og var í viðgerð, byrjaði
Allan Rasmussen eisini
at ganga túrar, sum hann
ongantíð
hevði
gjørt
áður, og hetta var ikki
minst
lívgevandi
fyri
hann.
- Bara tað at koma
út, smílast og siga ”hey”
við onkran, fekk stóran
týdning fyri meg, tó at eg
var sjúkur og illa fyri. Tá
tú ert úti, sær tú tingini
øðrvísi. Hevur tú fingið
eitt bræv, sum er trupult
at skilja – legg so brævið
frá tær og far ein túr. Tá
tú ert aftur, sært tú betri,
hvat
í
veruleikanum
stendur
í
brævinum.
Tankarnir broytast, tá
tú ert úti, og tí er tað so
týdningarmikið at koma
út, sigur Allan Rasmus
sen.
Kelda: www.cancer.dk
- ALLAN, TÚ HEVUR KRABBAMEIN
OG TAÐ ER ÁLVARSAMT
Tað kann vera næstan líka so trupult at skilja,
at tú ert vorðin lektur fyri krabbamein, sum
tað var at skilja boðini, tá tú fekk at vita, at
tú hevur fingið staðfest krabbamein
- Bara tað at koma út, smílast og siga ”hey” við onkran, fekk stóran týdning
fyri meg, tó at eg var sjúkur og illa fyri. Tá tú ert úti, sær tú tingini øðrvísi,
sigur Allan Rasmussen, sum nú er lektur fyri krabbasjúku