týsdagur 28. mai 2019síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 29. mai 2019 · Nr. 61
NØVN
Einu Jacobsen
skyldkonuni til minnis.
( f. 22.mai 1941 d. 21. apríl 2019)
Hon hevur sungið við Fuglafjarðar sangkóri alt
sítt lív. Hevði so sera vakra sopranrødd.
Munnstillt og friðarligt
var lívslagið títt.
Tú hevði eina alfagra,
skaldakenda sopranrødd.
Sang so ljóst og fagurliga,
ið nørdi um tónsettu løtuna,
gav lív til ein kensluligan dám,
ið fjálgaði um kórtónarnar
á margblømdu sangkóra gøtuni.
Tók hendur mangan dag
um ljómin,
ljóðið og livandi
vøkru sangrøddina,
Ið lyfti kórið, sangin upp
Í ljóst randvovið
kórlag.
Borin í heim
22. mai nítjanhundrað
fýrati eitt- fagra, snøgga, fitta Eina-
væl úr hondum greidd,
sum skrivast kann um
á fleiri rókum -
við døggvovnum stavum -
undan skarðvøkrum varðum.
Mangan lyfti tú tína vøkru rødd upp
á loftinum í kirkjuni -
undir Gudstænastuni.
Nú syngur tú sálmar vakrar
í himmiríkis høllum -
á vøkrum, tónsettum vøllum
millum ævigar, vaggandi akrar.
Frits
Mogens Petersen
17.06.1929 – 08-05-2019
in memoriam
Nú fórst tú um ta síðstu lág,
nú evsta lið tú náddi
og slepti bæði nál og tráð,
sum tú so tolin tráddi.
Tú vart so birgur lívið langt
í øllum, sum tú gjørdi,
og megnaði hvønn dag so mangt,
sum vítt um fold teg førdi.
Men fjálgast kendist heim títt kært,
har barnaspor tú átti,
har lívsins lærdóm tú fekst lært,
og mangar dygdir náddi.
Og sjónleikin tú ikki sveik,
í dansistovu inni,
har tú við hegni leikti leik,
sum livir enn í minni.
Og Henny tín varð eydnusól,
her børn tit áttu saman,
her fylgja fylti heim og hól
við kærleika og gaman.
So vøkur sjón var oss at sjá,
ja, okkum fragd og frøi,
tá tit hvønn dagin sóust gá,
um tún á bygdarbøi.
Ja, Mogens aldri sá eg mann,
har ár ei skaldu sinni,
tí hvat eg spurdi, svar tú fann
úr tínum ríka minni.
Nú fylgdi tú í fedra slóð
um góða gylta liðið,
har forløg eru sælum fró.
Vár vinur: Hvíl í friði!
pmp
Til minnis um mammu mína
Sólveig Olsen
Eg takki tær fyri alt tú er fyri meg og mína familju
Takki tær fyri allan kærleika og umsorgan tú gav mær
Mangar góðar løtur vit eiga saman – Serliga
Íslandstúrurin stóð okkum nær
Tær løturnar eru varðar í mínum lívi.
“Lítli Viggo er mín verndareingil”
Brosið á tínum andliti lýsti upp.
Hann var títt eitt og alt - eitt ljós í myrku tíðini
Síðsta tíðin her á fold var ikki løtt hjá tær
Eftir longri sjúkralegu orkaði tú ikki meir
Eg vil sleppa Heim - segði tú, tá kreftirnar ikki
vóru meir.
Nú ljósið eftir langan vetur skyggir
Var tíðarljósið hjá tær mamma – runnið
Saknurin er stórur, nú tú er farin Heim
Í Himnahøll, har einglavakt tær tekur ímóti
Hvíl í friði góða mamma og takk fyri alt!
Lat Harran styrkja okkum í sorgini
Ærðað verið minni um okkara elskaða mammu
Jesus ver hjá tær – vit møtast ein dag í
Himnahøll aftur
Steinbjørn v/ familju
Sosialurin 341800
fyrst og fremst
www.in.fo