týsdagur 28. mai 2019síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 29. mai 2019 · Nr. 61
16
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
TÍÐINDI
- Eg vóni sjálvandi, at eg vinni, og arbeiði hart fyri tí í løtuni. Men burtursæð frá tí, so veit eg, at eg fari
at fáa nógv góð ting burturúr, sum eg kann brúka restina av lívinum, sigur 20 ára gamla Monika Midjord
Nolsøe, sum er ein av finalistunum til stórfingnu vakurleikakappingina Miss Universe Danmark
Pætur Hjalmar Evensson
Mánadagin kunngjørdi árliga vakur
leikakappingin Miss Universe Dan
mark tær fyrstu kvinnurnar, ið skulu
kappast um at sleppa til altjóðu Miss
Universe kappingina. Millum tær, ið
skulu luttaka til stóru donsku vakur
leikafinaluna 7. juni, er 20 ára gamla
Monika Midjord Nolsøe úr Vági.
Monika, sum dagliga gongur á Glasi,
hevur leingi umhugsað at meldað seg
til eina líknandi kapping.
- Eg havi altíð havt áhuga fyri vak
urleika og havi í nógv ár havt ein stóran
dreym um at standa á palli til eina vak
urleikakapping, sigur Monika Midjord
Nolsøe.
Í 2017 royndi hon seg í føroysku vak
urleikakappingini Miss Føroyar, og síð
an tá hevur hon viljað kappast í vakur
leika aftur.
- Eg meldaði meg til Miss Føroyar í
2018, men av tí at kappingin ikki bleiv
hildin tá, valdi eg at melda meg til Miss
Danmark, tá eg sá, at tey søktu eftir
luttakarum. Mær dámar ræðuliga væl
at gera nógv burtur úr mær sjálvari við
nógvari sminku, flottum hári og penum
klæðum - so eg føli, at eg passi væl inn í
kappingina.
Donald Trump átti kappingina
Vinnarin av Miss Universe Danmark
kappingini skal umboða Danmark í
altjóðu Miss Universe kappingini, har
umboð frá upp ímóti 90 øðrum tjóðum
luttaka.
Altjóða Miss Universe kappingin
varð fyrstu ferð hildin í 1952, og í nógv
ár var tað amerikanski handilsmaðurin
og núverandi forsetin Donald Trump,
sum átti kappingina.
Í 2015 varð kappingin seld WME/
IMG Talent Agency, sum er at rokna
sum eitt av heimsins størstu model-
agenturum. Tey umboða eitt nú Gisele
Bündchen, Gigi Hadid og Ashley Gra
ham, og hava eisini virksemi í film- og
reklamuvinnuni.
Billaði fólki inn hon ferðaðist
hvørt vikuskifti
Tað eru nakrir mánaðir síðan, at Mon
ika fekk at vita, at hon var millum árs
ins Miss Universe Danmark finalistar.
Síðan tá hevur hon hildið tað loyniligt,
sum ikki hevur verið so lætt.
- Tað hevur verið ótrúliga ringt at
hildið tað loyniligt. Tað var ringt ikki at
kunna tosa um nakað, sum eg hevði
hug at fortelja øllum, tí eg var so glað
og spent. Tað var heldur ikki lætt at
billa fólki inn, at eg bara var í Danmark
og ferðaðist, tá eg fleyg niður næstan
hvørt vikuskifti í sambandi við kapp
ingina, sigur Monika Midjord Nolsøe.
- Nøkur fólk roknaðu beinavegin út,
hvat tað var, sum fyrigekk, og onnur
fingu bara at vita, at tey máttu bíða í
nakrar vikur, til tey kundu fáa tað at
vita.
- Fólk eru glað mína vegna
Tí var tað ein lætti at kunngera tíðind
ini mánadagin. Síðan tá hevur hon
havt úr at gera við at svara fólki, sum
spent ynskja henni til lukku og góða
eydnu.
- Eg havi fingið ótrúliga nógvar
positivar afturmeldingar frá familju og
vinum, ið skriva, at tey eru glað mína
vegna, og at tey gleða seg at fylgja mær
á mínari leið, sigur Monika Midjord
Nolsøe.
Hon fær eisini boð í heilum frá út
Vágbingur í Miss Universe:
- EG HAVI DROY
UM HETTA Í FLE
Monika Midjord Nolsøe (Mynd: Christina Anaya/MissDanmark.dk)
Mann kann læra
nógv frá fólki við
menningartarni, tí
tey hava ein heilt
serligan máta at
síggja verðina uppá