týsdagur 28. mai 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 29. mai 2019 · Nr. 61
TÍÐINDI
lendingum, sum heppa upp á hana.
- Danmark og Føroyar eru ikki lond,
har vakurleika kappingar eru líka stór
ar, sum í millum annað Filipinunum,
Thailandi og Suður Amerika, har fólk
fylgja væl við í vakurleikakappingum í
øðrum londum. Tí fái eg nógv boð frá
fremmandum fólki, sum koma frá
teimum londunum, tí tey ganga so
høgt upp í hesar kappinganar, sigur
Monika Nolsøe.
Hetta er meira enn ein
vakurleikakapping
Fyri Moniku er Miss Universe meira
enn bara ein vakurleikakapping.
- Fyrst og fremst er tað ein vakur
leika kapping, tað kann man ikki gloyma,
men tað er eisini so nógv annað enn
bara tað, sigur hon og greiðir frá:
- Vit blíva ikki bara dømdar eftir,
hvussu vit síggja út, men eisini eftir
hvussu væl vit duga at ganga catwalk,
okkara persónligheit, hvussu vit eru
yvir fyri øðrum, hvussu sjálvsikrar vit
eru, og hvørjar dreymar vit hava fyri
framtíðina hjá okkum.
Stuðlar fólki við menningartarni
Í sambandi við kappingina skulu allar
luttakandi genturnar velja eitt felag, ið
tær ynskja at stuðla og varpa ljós á.
Monika hevur valt landsfelagið LEV
við tí fyri eyga at fáa verkætlanina Best
Buddies til Føroya.
Best Buddies er ein altjóða verkætl
an, ið setur fólk við menningartarni í
samband við onnur fólk, ið ikki eru
menningartarnað, men hava felags
áhugamál. Tey møtast minst einaferð
um mánaðin, har tey hugna sær saman.
Hetta kann vera alt frá at fara á kafé, í
biograf ella at læra seg at mála.
- Eg havi valt at samstarva við LEV
um at fáa Best Buddies til Føroyar, tí eg
haldi, at tað kundi verið áhugavert hjá
teimum við menningartarni at fáa vin
ir, sum ikki bert eru familja og ansing
arfólk. Mann kann læra nógv frá fólki
við menningartarni, tí tey hava ein
heilt serligan máta at síggja verðina
uppá, sigur Monika Midjord Nolsøe,
sum hevur lært LEV at kenna gjøgnum
mammu sína.
- Mamma mín hevur altíð arbeitt
við fólki, ið bera ymisk brek, og eg
eri tí komin heilt tætt at øllum
hesum fólkunum, sum hava
verið rundan um meg, líka
síðan eg var heilt lítil
genta. Mann fær eitt
serligt samband við
tey.
- Eg vóni
eg vinni
Monika
Midjord
Nolsøe hevur góðar
vónir fyri sína luttøku,
men fyri hana snýr tað
seg ikki bara um at vinna.
- Eg vóni sjálvandi, at eg vinni, og tað
er tað, ið eg arbeiði hart fyri í løtuni.
Men burtursæð frá tí, so veit eg, at eg
fari at fáa nógv góð ting burtur úr
hesari kappingini, sum eg kann brúka
restina av lívinum. Eitt nú læra vit
nógv um at liva ein sunnan lívsstíl,
bæði mentalt og fysiskt, og vit læra
nógv um kropsmál, sum millum annað
kann brúkast, tá vit skulu til starvs
samrøðu.
Heilt ítøkiligt ætlar ungi vágbingur
in at seta sína egnu fyritøku á stovn, og
í hesum sambandi kann Miss Universe
koma væl við.
- Vónandi fái eg nógva umtalu,
soleiðis at eg einaferð kann byrja egnu
fyritøku og kann brúka tað uppmerk
semið, ið eg fái nú, til at byggja fyritøk
una upp.
YMT
EIRI ÁR
Tað hevur verið
ótrúliga ringt at
hildið tað loyniligt.
Tað var ikki lætt at
billa fólki inn, at eg
bara var í Danmark
og ferðaðist, tá eg
fleyg niður næstan
hvørt vikuskifti
í sambandi við
kappingina