Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-06-18, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 18. juni 2019síða 9

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mikudagur 22. oktober 2014 · Nr. 120 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 1. mai 2019 · Nr. 49 Mikudagur 19. juni 2019 · Nr. 69 TÍÐINDI Skipið Brigitte Bardot er á veg til Íslands at mótmæla hvalaveiði har Felagsskapurin Sea Shep­herd, sum hevur verið høv­uðs­mót­ stand­ari av føroyska grinda­ drápi­num, hevur seinastu ári­ni eisini vent eyguni í móti ís­lendskari grindaveiði. Sea Shepherd hevur á ym­iskan hátt gjørt vart við síni sjónarmið um íslendska hval­a­veiði, og nú er greitt, at ís­lend­ing­ar fáa vitjan av Sea Shep­herd skipi um stutta tíð. Fyrr­a­dagin var Brigitte Bardot inni í St. John’s í Kanada, og haðani setti skip­ið kós í móti Íslandi, har tað skal virka í móti hvalaveiði. Brigitte Bardot er tríkilja, sum áð­ur hevur verið partur av á­taki hjá Sea Shepherd í Før­oy­um. Brigitte Bardot kann siga 27 míl, men van­lig siglingarferð er 22 míl. Skipið er upp­kall­ að eftir fronsku sjón­leik­ ar­ind­uni Brigitte Bar­dot, sum nú er 84 ára gomul og áður hev­ur verið virkin í um­hvørv­is­á­tøk­ um – eitt nú í móti kóp­ a­veiði. Regnið hóttir Danska veðurstovan DMI rokn­ar við, at bæði í dag og í morg­in verður regn partar av deg­num. Í dag verður 2-7 m/s av eystri, mest skýggjað og tíð­ar­skeið við regni. Hitin verð­ur millum, 7 og 12 stig. Hós­dag­in verður 2-7 m/s av yms­um ættum. Regn ella æla­ veð­ur, men onkra løtu kag­ar sólin fram. Hitin verð­ur mill­ um 10 og 12 stig. DMI roknar við, at eisini fríggjadagin og leyg­ar­dag­in verður nakað av regni, men sunn­u­dagin rokna tey við, at tað verður turt. Heiðra Billy Joel Leygarkvøldið verður fagn­að­ ar­kon­sert fyri amerikanska popp­sang­a­ranum Billy Joel í Span­iastovu í Klaksvík. Kon­ sertin er í sambandi við, at Billy Joel fyrr í ár fylti 70 ár. Kend­ir sangir hjá Billy Joel verða tulkaðir av føroyskum sang­arum og tónleikarum. Í hús­a­or­kestrinum spæla Páll Sól­stein, Jógvan Fróðin Bald­ vins­son, Jens Pauli Joensen og Rani Nolsøe. Solistar verða Karl Martin Samuelsen, Dai­ sy Jo­hann­e­sen Lolk, Hans Andr­ias Jacobsen, Rani Nol­s­ øe og Ingibjørg Hansen. Seinastu trý árini eru fleiri fólk gift og færri fólk skild enn árini frammanundan Eyðun Klakstein Síðani aldarsskiftið eru 4.810 pør gift í Føroyum. Hetta sama tíð­ar­ skeið eru 1.245 hjún skild. Gongdin sein­astu 10 árini hevur verið, at fleiri giftast og færri skiljast. Hetta vísa tøl, sum Hagstova Før­oya hevur skrásett. Tá ið tað kemur til hjúnavígslur, var 2006 besta árið í hesari øldini. Tá vórðu 292 pør gift. Næstbesta árið var í fjør, tá ið 285 pør vórðu gift. Árini frá 2009 til 2012 vóru mill­um 206 og 237 pør vígd. Síðani hava vígslurnar verið fleiri í tali – sein­astu fýra árini eru millum 268 og 285 pør gift. Eisini tá ið tølini verða roknað sum vígslur av hvørjum túsund í­búgv­um, er talið hægri seinnu árini, enn tað var fyri átta og tíggju ár­um síðani. Skilnaðir Talið á hjúnaskilnaðum hevur seinnu árini verið minkandi, men eru fram­vegis ikki so fáir, sum teir vóru um ald­arsskiftið. Í hesi øldini er 2001 besta árið, tá ið tað kem­ur til hjúnaskilnaðir. Tá vórðu bert 36 hjún skild. Frá 2010 og nøkur ár fram hækk­ aði talið á hjúnaskilnaðum mun­ andi. Í 2010 vóru heili 92 hjún skild, og árið eftir vórðu 87 hjún skild. Síð­ani komu fýra ár við millum 76 og 83 hjúnaskilnaðum um árið. Seinastu trý árini hevur talið á hjúna­skilnaðum verið minkandi – mill­um 52 og 65 skilnaðir. Eis­ ini tá ið tølini verða roknað sum hjúnaskilnaðir av hvørjum tús­und íbúgvum, er talið væl lægri seina­stu trý árini, enn tað var árini framm­ anundan. Danmark, og ein av teimum, sum hevur set­an­ar­samrøður, er ráðgevin Belinda Bram­s­næs. – Tú kanst kanna headhuntaran og vit alt um viðkomandi, men tað er ikki tað, setanarsamrøðan snýr seg um. Tú skalt heldur royna at vera besta útgávan av tær sjálvum og vísa, at tú veitst nógv um fyri­ tøkuna, sum tú vilt arbeiða fyri, sigur hon við TV2. Lars Lundmann roynir hinvegin at undirbyggja sína fatan við at geva ítøkiliga dømi um, hvussu umsøkjarar kunnu snúgva sær í sambandi við starvssetanir. Í nýggju bók síni gevur hann lesarum amboð og ráð í sambandi við starvssetanir, og hansara høvuðsniðurstøða er, at hóast tú ikki hevur rætta cv’ið ella røttu persónligheitina, kanst tú kortini koma upp á tal til nógv størv. Seinastu árini hevur gongdini verið, at fleiri giftast, og færri skiljast Fleiri giftast – færri skiljast Sálarfrøðingur heldur, at tú skalt ikki vera tú sjálv, tá ið tú fert til setanarsamrøðu Watson sendir skip til Íslands TÚ