týsdagur 18. juni 2019síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 18. juni 2019 · Nr. 69
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
HEILSA
Hava vit gloymt gleðina
við at vera menniskja?
Mistrivnaður og
sálarlig líðing millum
børn og ung eru
fløkjaslig fyribrigdi,
og tað er breið semja
millum serfrøðingar
um, at tað sjáldan
bara er ein orsøk
til eina slíka støðu.
Men, tá kurvan
fyri mistrivnað
gongur upp eftir,
bendir mangt á, at
okkurt er galið
Vilmund Jacobsen
Alt fleiri børn og ung hava
tørv á sálarligari viðgerð, og í
eitt nú Región Sælandi í Dan
mark sæst ein munandi vøkst
ur í ávísingum til barna-og
ungdómssálarfrøðina.
Talið av børnum og ungum,
sum fingu ávísingar til sálar
hjálp í 2012, var 1340, men hetta
tal vaks upp í heili 2058 í 2018 –
ella ein vøkstur á heili 718 børn
og ung eftir bert seks árum.
Men, tað er ikki bara í Dan
mark, at hetta er gongdin. Al
tjóða heilsuprofilar siga tað
sama. Hetta eru viðurskifti hjá
børnum og ungum, sum hava
tað trupult á lívsleiðini, og ser
frøðingar vísa á, at henda
gongd eigur at verða loyst í
felagsskapi – eisini í felags
skapi millum lond.
Sálarfrøðingurin og dagligi
leiðarin í Girltalk.dk, Anna
Bjerre, vísir á, at tað eru nakrir
bygnaðir ella strukturar, sum
eru við til at trýsta tey ungu á
ein ósunnan hátt.
- Vit kunnu eisini spyrja
soleiðis: Um tey ungu standa í
einum herviligum illveðri –
skulu vit tá læra tey at finna
fótafesti í storminum, ella
skulu vit flyta tey burtur úr
melduródnini?
Anna Bjerre heldur tað vera
utopi at snakka um, hvussu
sterk ella harðfør tey ungu
eru.
- Eg haldi, at vit leggja ov
nógv á tey ungu. Tað eru nøkur
bygnaðarlig
viðurskifti,
vit
sum samfelag skulu broyta,
heldur sálarfrøðingurin.
Ung skulu fremja
Anna Bjerre sær í stóran mun
fyri sær, at útbúgvingarskip
anin spælir ein leiklut, og at
skipanin er við til at fremja
eina hugmynd um nakrar hug
sjónir, sum næstan eru ómøgu
ligar at liva upp til.
Sálarfrøðingurin er heldur
ikki hin einasta, sum vísir á
hesi viðurskifti – at tað er skip
anin, sum í ov stóran mun
leggur upp til, at tey ungu alla
tíðina skulu fremja ella vísa,
hvat tey duga.
Háskúlaleiðarin, Anja Ryk
ind-Eriksen, upplivir eisini, at
tað er eitt øgiligt fokus á góð
próvtøl, og at tey ungu alla tíð
ina er á veg eina ella aðra
staðni.
- Tað byrjar rættiliga tíðliga,
at tey skulu taka støðu til, hvat
tey vilja – ja, hetta byrjar longu
í 5.-6. flokki. Tað er ikki vist, at
tað verður, sum tey ætla, men
hetta ger nakað við børnini,
sigur háskúlaleiðarin.
Hon heldur tað næstan vera
ræðandi, hvussu nógv tey ungu
eru ”vand” í at skula fremja.
Hon vísir á, at fleiri av hennara
háskúlanæmingum
kunnu
ivast í, um teimum bagir okk
urt, nú tey ”bara” hava valt at
fara á háskúla.
Hon heldur, at hetta er ein
ógvuliga keðligur hugsunar
háttur, tí tað ræður jú um at
vera tann, tú ert.
- Men, tað eru tey ungu ikki
von við. Tey eru von við at
krógva sínar minni attraktivu
síður og gloyma, at tey eru nóg
góð við bara at vera til, sigur
Anja Rykind-Eriksen.
Politiski myndugleikin hev
ur eisini heft seg við, at fleiri
børn og ung mistrívast. Tí er
peningur eisini veittur til bráð
feingisátøk í Danmark, har
regiónirnar saman við komm
ununum fram móti 2021 skulu
arbeiða við tí, sum rópt verður
”framskundað átøk”.
Hesi átøk hava til endamáls
at síggja møgulig tekin um
mistrivnað fyrr, enn gjørt
verður í dag, og á henda hátt
verður vónað, at tiltøk kunnu
setast í verk, áðrenn mistrivn
aður
mennist
til
sálarliga
sjúku.
Ræður um samstarv
Kresten Dørup er leiðari í
barna-og ungdómspsykiatriini
í Región Høvuðsstaðnum, og
hann er eisini næstformaður í
stýrisbólkinum
fyri
fram
skundaða átakinum.
Hann sigur, at kommunur
og regiónir eru samd um at
brúka meginpartin av pengun
um í framskundaða átakinum
í sjey kommunum, har serligur
dentur verður lagdur á at
stuðla starvsfólkunum, sum
arbeiða
við
børnunum
og
teimum ungu.
Kresten Dørup sigur, at
málið er at styrkja samstarvið
um tann partin, sum beinleiðis
hevur við børn og ung at gera,
og her kann talan vera um
sálarfrøðingar,
skúlalærarar,
námsfrøðingar og onnur.
- Vit trúgva, at sálarfrøðin í
samstarvi við tann kunnleika,
sum kommunur og tess starvs
fólk hava til børnini og tey
ungu, kann verða við til at
veita neyðugu hjálpina fyrr,
sigur hann.
Charlotte Djuraas er PPR-
leiðari í Gladsaxe kommunu,
og hon er eisini forkvinna í
stýrisbólkinum
fyri
fram
skundaða átakið.
Hon ásannar eisini, at talið
av børnum og ungum, sum
hava tað trupult, er veksandi,
og
avbjóðingarnar
gerast
meira truplar.
- Tað er tørvur á at menna
nýggj átøk fyri at finna fram
til børn og ung, soleiðis at hesi
tíðliga kunnu hjálpast. Hetta
skal gerast, áðrenn trupulleik
arnir gerast ov stórir, sigur
Charlotte Djuraas.
At ganga í toku
Ein háttur at umgangast, at
trupulleikarnir veksa, er at
snakka um tingini og vísa
børnum og ungum, at tað er í
lagi ikki altíð at vera í góðum
lag – og at góða lagið saktans
kann koma.
- Men, hetta krevur, at tú
hevur nøkur amboð og kunn
leika til kenslur, sum børn og
ung ikki fáa, um trupulleik
arnir ikki verða viðgjørdir og
arbeiddir, sigur sálarfrøðing
urin, Anna Bjerre.
Hon vísir á, at tað nyttar
einki við lappaloysnum, sum
einki geva í longdini. Neyðugt
er heldur at taka um rótina á
trupulleikunum.
Háskúlaleiðarin, Anja Ryk
ind-Eriksen, hevur eisini sæð,
at pláss er ikki fyri mistøkum
hjá børnum og ungum, og tað
hendir eisini, at tað eru for
eldrini sum óbeinleiðis trýsta
børnini við spurningum sum:
- Hvat hevur tú gjørt? Hvag
ar gongur leiðin, og hvussu
kemur tú har til?
Hetta kann verða viðvirk
andi til, sigur háskúlaleiðarin,
at pláss ikki er fyri skeivum
valum. Kortini sær hon eisini,
at foreldur í størri mun enn
áður eru barnagenta fyri síni
egnu børn.
- Foreldur vilja helst ikki, at
børnini eru við undirlutan í
staðin fyri at taka barnið, sum
grætur, til sín og snakka um
tingini. Knappliga skulu hesi
ungu standa á egnum beinum,
og tað er tá, at tey verða sligin
um koll, sigur háskúlaleiðarin,
Anja Rykind-Eriksen.
Sálarfrøðingurin,
Anna
Bjerre, sær eisini eina gongd,
har pláss ikki er fyri mistøkum.
- Tað sær út til, at tey ungu í
dag ganga sum eftir einari
linju í toku, tá tey skulu taka
sínar avgerðir. Men, tá eg var
barn, høvdu vit ein heilan fót
bóltsvøll at spæla á. Mangt
bendir á, at fólk gloyma virðini
í at vera menniskja – uttan alla
tíðina at hugsa um avrik, sigur
sálarfrøðingurin.
- Um tey ungu standa í einum herviligum illveðri – skulu vit tá læra tey at finna fótafesti í
storminum, ella skulu vit flyta tey burtur úr melduródnini? spyr sálarfrøðingur