týsdagur 16. juli 2019síða 17
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 17. juli 2019 · Nr. 81
KJAK
Majbritt Jacobsen
Aftan á innslagið í Degi
og viku fríggjadagin 12.
juli 2019 sat eg við einari
tómari
kenslu.
Hóast
sjey leiðarar eru farnir
úr starvi hetta seinasta
hálva árið, fimm teirra í
Tórshavnar kommunu, so
sigur Gunvør Balle, vara
borgarstjóri og forkvinna
í mentamálanevndini, at:
“Eg haldi ikki at normer
ingin er ov lítil, (…) Hóast
vit hava nógv hjálparfólk,
so hava vit altíð náms
frøðina upp á pláss”???
Hvat byggir hon tað á?
Ein
av
dugnaligu
leiðarunum í Føroyum
stendur fram og greiðir
frá, hvussu arbeiðsbyrð
an hevur verið so stór,
at viðkomandi sá seg
noydda at fara úr starvi.
At viðurskiftini fyri hana
sum leiðara, fyri starvs
fólkini og børnini á stað
num vóru so tyngjandi, at
hon ikki sá aðra loysn.
Er tað nakar, ið hoyrdi
tað, hon segði?
Er tað í lagi, at ein av
loysari/vikarur
hevur
ábyrgdina av skúlagongd
ini hjá tínum barni?
Hvønn dag og gjøgnum
alla skúlagongdina? Ella
at tú ella ein av tínum
verður skurðviðgjørd av
øðrum enn einum skurð
lækna? Nei, men hví er
tað so í lagi, at hjálparfólk
taka sær av tínum barni?
Sambært míni serrit
gerð í almennari náms
frøði frá 2015 er tað stór
ur munur, um tað er ein
námsfrøðingur, ið tekur
sær av børnunum ella tað
er hjálparfólk.
Í 2019 eiga vit ikki at
góðtaka
nakað
annað
enn, at tað eru náms
frøðingar, ið starvast á
dagstovnaøkinum. Hetta
kjakið hoyrir til tey lang
sigtaðu málini, ið bæði
pedagogfelagið og sam
felagið sum heild eiga at
arbeiða fram í móti.
Støðan í dag
At leiðarin er námsfrøð
ingur er ikki gott nokk.
Arbeiðsbyrðan hjá einum
leiðara er alt ov stór til at
viðkomandi kann tryggja
námsfrøðina.
At
ein
leiðari kann læra hvørt
einstakt hjálparfólk upp
og tryggja, at viðkomandi
útinnur
tað
gjøgnum
dagin er ein utopi.
Nógv
spyrja
meg,
hvat er problemið á dag
stovnaøkinum, halda at
námsfrøðingar
grenja
so illa. Ja, fyri fólk uttan
fyri námsfrøðiliga økið
og fyri tann skyld eisini
okkum, ið starvast innan
økið, kann tað tykjast
sera fløkt, og tað er tað.
Men
námsfrøðingar
grenja ikki!
Tað eru alt ov nógv
viðurskifti á dagstovna
økinum, ið eru út av lagi
vánalig og nú er nokk!
Um vit skulu tryggja
námsfrøðiligu
dygdina
á dagstovnaøkinum, eru
fleiri
viðurskifti
sum
bøtast skal uppá og tað í
stundini:
Hægri løn:
Fyri at tiltrekkja fólk
við góðum førleikum, er
hægri løn ein treyt.
Tíð til annað virksemi:
Námsfrøðingar
skulu
hava tíð til tilrættaleggjan
av námsfrøðiligum ar
beiði, eygleiðing, reflek
tión,
skjalfesting,
for
eldrafundir, tvørfakligt
samstarv, Sernám, B&U,
Sosiala deil o.a. og hetta
skal ikki lækka normer
ingina á stovuni.
Hægri normering:
Hvørt barn skal útloysa
eitt fast tal, sum er
tryggja barninum. Í dag
svinga tølini millum 10
og 11 tímar pr. vøggu
stovubarn og 5 til 6 tímar
pr. barnagarðsbarn. Men
so verður skavað av. Í
Tórshavnar kommunu er
leiðarin partur av norm
eringini, tvs at barnatalið
á gólvinum lækkar, eingin
pengar eru settir av til
avloysarar, so normer
ingin lækkar. Eingir peng
ar eru til drúgv starvs
fólkamál osf. Tvs. at
hóast normeringin kann
ljóða góð nokk, so er hon
tað ikki í veruleikanum.
Leiðari er fulltíðar
starv:
Leiðarin skal ikki telja
við í normeringini, men
verða eitt fulltíðarstarv.
Góðu politikkarar, eg
vil heita á tykkum til at
taka hetta skriv í álvara
og
tryggja
komandi
ættarliðnum betri viður
skifti.
Avbjóðingar á dagstovnaøkinum
Jens Heri Bolstad Mortensen
Valevni fyri Sjálvstýri
Santos felti, Brasil
Eg eri ótrúliga erpin av at
vera føroyingur. Vit hava
nøkur av fremstu vinnu
lívsfólkum og íverksetar
um í heiminum.
Heimsins bestu trol
lemmar verða ikki gjørdir
í Russlandi ella í Norra,
nei, teir verða gjørdir av
Hans í Líðini og hansara
monnum suðuri í Vági.
Vit hava Jan Ziskasen,
ein visoneran stjóra á
Føroya Tele, sum er í
holt við at útvega okkum
skjótasta
breiðband
í
heiminum, og hartil er
ein partur av einari sera
spennandi rúmdarætlan.
Vínelskarar
kring
allan knøttin finna teirra
bestu dropar á einari app,
ið Heini Zacharissen hev
ur ment.
David Arge Klevang
hevur verið við til at
menna software til ak
farið, sum í løtuni koyrir
uppi á Mars.
Poul
Andrias
Ziska
hevur
fingið
tvær
Michelinstjørnir , og er
vónandi ávegis tí triðju.
Eg kundi hildið áfram
við dømum um, hvussu
ótrúligt tilfeingi vit hava,
og er tað av stórum týdn
ingi, at fólk eins og hesi
verða stimbra í teirra
hugskotum.
Nógv verður tosað, at
Føroyar mugu hava eitt
triðja bein at standa á,
og eru nógv, ið halda, at
ferðavinnan kann gerast
hetta
beinið.
Atlantic
spílar seg út og bíleggur
nýggj flogfør eins og
tey byggja nýtt stásiligt
hotel, sum verður partur
av
Hilton
ketini
við
hundratals hotellum, og
harvið øktum fokus á
Føroyar.
Smyril Line byggir nýtt
Hotel, eins og Gist og Vist
økir um teirra kapasitet.
Í øllum hesum, hava
vit ein flogvøll vesturi
í Vágum, sum longu er
ov lítil til at taka imóti
økta
ferðafólka
tali
num. Um tað ikki var fyri
teimum ómetliga dugna
ligu og fryntligu starvs
fólkunum, so hevði tað
verið nógv týðiligari, at
umstøðurnar als ikki eru
nøktandi, havandi í huga
stóra vøksturin, íð vænt
andi kemur at vera.
Spurningurin er, um
tíðin ikki er komin til
at fara undir flogvøllin
á Glyvursnesi.
Landafrøðaliga
sæð
eru
stórar
broytingar
farnar
fram
seinastu
árini, og um fimtan ár,
eru nærum allar Føroyar
ein eind, og verður tað
í mesta lagi ein tími at
koyra, líkamikið, hvar í
Føroyum tú býrt.
Politiskt eru væl øll
samd um, at vit skulu
yvirtaka loftrúmið, og
saman við einum altjóða
flogvølli, skuldi góður
møguleiki verði fyri stór
um inntøkum.
Liverpool hevur John
Lennon airport, Gdansk
hevur Lech Valesa air
port.
New York hevur John
F. Kennedy airport.
Føroyar
skal
eftir
ætlan vera eitt av heim
sins mest grønu sam
feløgum
í
2030
og
saman við verðins besta
telefonneti, latum okkum
uppkalla
vøllin
eftir
honum, sum var fyrstur
her á landi bæði við el og
telefon, einum undan
gongumanni
úr
Vest
manna - Ólavur á Heyg
um.
Lat
okkum
nevna
vøllin “ Heygum Airport “
Eiga at fara undir
flogvøll á Glyvursnesi
Savnsmynd