Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-29, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2019síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019 SOSIALURIN 99 8 PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO U m tú dettur og meiðslar teg, veitst tú beinanvegin, hvønn tú skalt ringja til. Tú ringir til tín kommunulækna ella til lækavaktina á 1870. Sært tú eitt ferðsluóhapp, ella ert tú í lívsvanda, ringir tú til vaktsentralin á 112. Men um tú brádliga gerst álvarsliga illa fyri sálarliga, so er eingin hjálp at heinta, sum er beinleiðis tilætlað tær. Hetta veit ein ungur maður, vit hava hitt, alt um. Hann hevur nevniliga upplivað at verið í støðum, har alt honum tørvaði var ein bráðfeingis telefonhjálp. - Har er eingin, sum eg kann ringja til, tá eg havi depressivar niðurtúrar, ella um eg fái eitt óttaherðindi. Eg má bara bíða í tveir tímar, inntil tað er runnið av aftur, sigur maðurin, sum av persónligum ávum ynskir at vera dulnevndur í hesari greinini. Seinastu tvey árini hevur hann stríðst serliga nógv við tunglyndi, og so hevur hann eisini angist. Í fjørsummar kom tað har til, at hann varð innlagdur á psykiatiska depilin í eina tíð. - Tú kanst gera skaða á teg sjálvan Ungi maðurin eftirlýsir eina bráðfeingis telefonlinju, sum er ætlað fólkum í hansara støðu. Telefonin skal svara alt samdøgrið, og har skulu serkøn vera tøk at vegleiða persónin hinumegin hornið. Endamálið skal vera at fyribyrgja, at sálarliga sjúk fólk gera skaða á seg sjálvan. - Um tú hevur tunglyndi, og niðurtúrarnir blíva nóg ringir, kanst tú væl fáa sjálvmorðstankar. Og um tú hevur sjálvmorðstankar uttan at hava nakran at ringja til, so er tað nokkso álvarsligt. Tí er tað umráðandi at hava eina akutta telefonhjálp, sigur hann og vísir á vandan við ikki at hava nakran at tosa við, sum kann sissa seg. - Tú kanst enda við at gera álvarsligan skaða á teg sjálvan. Tú kanst enntá fara so langt, at tú kanst gera av við teg sjálvan. Dulnevndi unglingin sær tað sum ómakaleyst at innføra eina slíka tænastu. Hann sigur, at mann kundi sett fólk at arbeiða í dag- og náttarvaktum, soleiðis at hjálpin altíð bara er eitt uppkall burtur. Eingin kundi hjálpa Dulnevndi maðurin minnist aftur á seinast, tá hann fekk eitt ógvusligt óttaherðindi. Hann hyperventileraði í ein góðan tíma og visti ikki síni livandi ráð. - Eg lá sum ein stungin hundur, sigur hann. Óttaherðindi eru sera óbehagilig, og mann skilir ikki, hvat hendir, annað enn at mann er óvanliga bangin. Vanlig eyðkenni eru sveitti, hjartabankan og at mann ristist uttan at hava tamarhald á sær sjálvum. Maðurin greiðir frá sínari roynd at fáa onkran at hjálpa sær viðvíkjandi akuttari hjálp til sálaravbjóðingar. - Eg ringdi til Landssjúkrahúsið og spurdi, hvønn eg kundi ringja til. Tey vistu ongan. So ringdi eg til Sinnisbata, men tey vistu heldur SÁLARSJÚK HAVA ONGAN RINGJA TIL - Um tú hevur sjálvmorðstankar uttan at hava nakran at ringja til, so er tað nokkso álvarsligt. Tí er tað umráðandi at hava eina telefonhjálp, sum svarar alt samdøgrið, sigur ein ungur maður, sum saknar eina bráðfeingis telefontænastu at hjálpa sær í sambandi við hansara sálarligu avbjóðingar Um tú hevur tunglyndi, og niðurtúrarnir blíva nóg ringir, kanst tú væl fáa sjálvmorðstankar. Og um tú hevur sjálvmorðstankar uttan at hava nakran at ringja til, so er tað nokkso álvarsligt SÁLARSJÚK Akutt telefonhjálp: