hósdagur 29. august 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019
SOSIALURIN 99
9
eingi ráð, sigur hann.
Hann hevur roynt at gjørt allar
teir viðkomandi myndugleikarnar
varugar við hansara ynski. Men
hann hevur ikki fingið nakað
ordiligt svar frá stovnunum, sum
hava við sálarsjúku í Føroyum at
gera.
- Eg skilji ikki hví, einki er hent
enn, sigur hann.
- Óbehagiligt at
ringja til 112
Tó veit hann, at tað ber til at ringja
til alarmsentralin á 112, um mann
er í neyð. Men hetta er ikki ein
optimal loysn.
- Tað er nokkso óbehagiligt,
at tað einasta staðið, mann kann
ringja til, er 112. Mann tímir ikki
ordiliga at ringja til 112, hvørja
ferð mann hevur sálarligar
trupulleikar, sigur hann.
Tað eru alsamt fleiri fólk, ið fáa
staðfest tunglyndi og angist, og
hetta er ungi maðurin væl vitandi
um. Hann hevur fleiri ferðir hjálpt
vinfólki og kenningum burturúr
keðiligum støðum. Hóast hann
hjálpir teimum við opnum ørmum,
vildi han ynskt, at tey eisini kundu
fingið serkøna hjálp frá onkrum
øðrum, ið var tøkur í einari telefon
alt samdøgrið.
- Tá onkur vinfólk hava tað
trupult, tosa tey við meg um tað.
Men tíni vinfólk kunnu ikki vera
tínir sálarfrøðingar, og tey kunnu
heldur ikki altíð loypa frá øllum
fyri at hjálpa tær. Hvat gert tú,
tá tey ikki kunnu hjálpa tær?
Og hvønn tosar tú við, tá eingin
bráðfeingis telefonhjálp er? spyr
hann retoriskt.
Hann leggur dent á, at
telefonhjálpin ikki neyðturviliga
bara skal venda sær til fólk í
bráðfeingis neyð. Ynskið er bara
at hava eitt telefonnummar, sum
hann veit, at hann altíð kann
venda sær til og fáa vegleiðing.
Innlagdur heldur
enn at tosa
Ungi
maðurin
sigur,
at
myndugleikarnir í Føroyum
ikki er nóg dugnaligir til at taka
hond um fólk við sálarligum
avbjóðingum.
- Um tú fortelur læknanum,
at tú stríðist við alt hetta, sum eg
stríðist við, so kanst tú risikera at
blíva innlagdur. Men tað er ikki
altíð, at tú hevur tørv á at verða
innlagdur. Onkuntíð hevur tú
bara tørv á at fáa onkran at tosa
við, sigur hann og greiðir víðari
frá.
- Tað, sum so hendir, er, at fólk
tora ikki at fortelja nøkrum um
sína sálarliga støðu. Tí um tey
siga tað hart, so kunnu tey blíva
innløgd. Tað er einki galið við at
vera innlagdur, men tað er bara
ikki altíð neyðugt.
Í dag hevur dulnevndi maðurin
tað eftir umstøðunum gott,
millum annað tí hann tekur
heiligvág fyri sínar diagnosur.
Tí fær hann ikki óttaherðindi og
heldur ikki so ofta depressivar
niðurtúrar. Men kortini ynskir
hann at føla seg tryggan við at
vita, at onkur altíð er har at lofta
honum, um hann nú skuldi komið
í óbehagiligu støðuna aftur og
fingið eitt óttaherðindi ella ein
niðurtúr - men tað er tað ikki
ordiliga.
AT
Har er eingin, sum
eg kann ringja til, tá
eg havi depressivar
niðurtúrar, ella
um eg fái eitt
óttaherðindi
Tilvildarlig mynd (Mynd: Ólafur Steinar Gestsson/Ritzau Scanpix)