Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-08-29, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 29. august 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 30. AUGUST 2019 SOSIALURIN 99 10 - Tey kunnu ringja til lækna­ vaktina Teir báðir stovnarnir, sum hava við sálarsjúk í Føroyum at gera, vísa sálarsjúkum til kommunulæknan ella læknavaktina, um tey koma í eina bráðfeingis støðu PÆTUR HJALMAR EVENSSON PATURE@SOSIALURIN.FO Í 2002 varð mælt til at skipa eitt toymi, sum í høvuðs­heit­ um veitti ambul­ant til­boð til fólk við sál­ar­ligum av­ bjóð­ingum. Tá varð spurn­ingurin um eina akutt tele­fon­tænastu á Psykiatriska depl­inum umrøddur, men nú 17 ár seinni er enn eingin slík telefon­tæn­asta sett í verk. Vit hava spurt depilsleiðsluna á psykiatisku deild, hvussu sál­ar­ sjúk skulu gera, um tey til døm­is fáa eitt óttaherðindi ella ein depr­ essivan niðurtúr og sjálv­morðs­ tankar. - Allir borgarar í Føroyum hava somu rættindi. Tey kunnu venda sær til sín kommunulækna ella læknavaktina á 1870, um teimum tørvar bráðfeingis hjálp vegna sjúku; hetta bæði í sambandi við sálarliga og likamliga sjúku, sig­ur Beinta Danielsen, leiðandi lækna­ skrivari á Psykiatiska deplinum. Sama svar fingu vit frá Al­ manna­verkinum. Beinta Danielsen sigur, at egin lækni ella vaktlækni handlar uppá støðuna, um fólk við bráðfeingis sálarligum trupulleikum ringja inn. - Teir borgarar, sum hava sam­ band við Psykiatriska depilin, hava oftast eina avtalu við sín við­ gera um, hvussu farast skal fram, sigur hon. Kommunulæknarnir hava tele­ fontíðir, og Læknavaktin svarar frá klokkan 16.00-08.00. Ógreitt hvar telefonhjálpin kann vera Hermann Mortensen, depilsstjóri í Almannaverkinum, vísir á, at tað er ógreitt, hvør stovnur hevði kunnað varðað av einari tele­fon­ tænastu til sálarsjúk, um hon skuldi blivið til veruleika. - Tað hevur verið frammi í al­menna rúminum, at ein slík tæn­asta kundi verið partur av ein­ari sálarligari skaðastovu, men slíka hava vit ikki í Før­oy­ um. Tað er heldur ikki greitt, um ein slík tænasta skuldi ligið í Almannaverkinum ella á Psyk­ iatriska Deplinum á Lands­sjúkra­ húsinum, sigur Hermann Mort­ ensen. 1870 skal svara Fleiri fakfólk og áhugafeløg hava áður víst á týdningin av at seta eina serliga sálarliga skaða­stovu á stovn. Men hetta ligg­ur ikki í kort­ un­um, sambært Heild­ar­ætl­anini fyri sálarliga heilsu í Før­oyum frá 2018, sum ein arbeiðs­bólkur gjørdi. Har stendur: - Sjálvmorðshótt og onnur skulu altíð kunna ringja og fáa hjálp. Arbeiðsbólkurin heldur tó, at hetta skal vera sama bráð­móttøka, sum tey, ið hava likam­ligar sjúkur venda sær til. Arbeiðs­bólkurin mælir til, at Lækna­vaktin 1870 eisini skal taka sær av teimum, sum brádliga ger­ ast álvarsliga illa fyri sálarliga. Til tess krevst, at starvsfólk við neyð­ug­um førleikum at handfara sálar­ligar bráðstøður og at veita tele­fonráðgeving, verða knýtt at Lækna­vaktini. Góð hjálp at heinta í Danmark Í Danmark eru fleiri ymisk tele­ fon­nummur, sum sálarsjúk kann ringja til, alt eftir hvørjari støðu mann er í. Har er eitt nú sjálv­ morðs­hjálpin, Livslinien, sum svar­ar telefonini hvønn dag á árin­um millum klokkan 11 og 04. Síðst í mai mánað í ár stóð ein grein at lesa í avísini, Politiken, har sjey fakfólk mæltu til at gera eina akuttlinju til sálarliga sjúku við telefonnummarinum 115. Hugskotið er, at akuttlinjan skal virka á sama hátt sum 112 og 114. Hetta kom nettupp í kvalar­ vørr­inum av, at ov fá fólk vita, hvar tey skulu ringja, tá tey sjálvi - ella onkur avvarðandi - fær eina bráðfeingis sálarliga sjúku. Upp­ skotið fekk bæði góð­ar og ivandi afturmeldingar frá donsk­um politikarum og áhuga­bólk­um. TAÐ KANN VERA OV SEINT AT BÍÐA - Fólk, ið hava sálarligt órógv og sjúku, hava brúk fyri onkrum at lurta eftir sær og fáa hjálp, sigur Sinnisbati Sinnisbati, sum er áhuga­ felags­skapurin hjá teimum, ið hava sálarsjúku, meinar, at tað er neyðugt er við eini bráð­ feingis­linju til sálarsjúk. Tað kem­ur fram í valskránni hjá Sinni­bata til løgtingsvalið 2019. - Fólk, ið hava sálarligt órógv og sjúku, hava ofta brúk fyri onkrum at lurta eftir sær og fáa hjálp - eisini tá komm­unu­ læknin ikki er tøkur. Við eini slíkari linju, kunnu inn­legg­ ingar, tungir tankar og sjálv­ morðs­royndir fyribyrgjast. Á henda hátt ber til at fyribyrgja inn­leggingar og psykiatriska við­gerð, sigur Sinnisbati. Sinnisbati vísir á, at eitt slíkt tilboð kann knýtast at sálar­ skaða­stovuni ella 112. - Fólk, ið brádliga fáa ógvus­ ligt angist, tunglyndi, psykosu, sjálvmorðstankar o.a. hava tørv á einum staði at venda sær. Hes­ar støður kunnu taka seg upp óvæntað, og tá er tørvur á bráð­feingishjálp. Tá er ikki tíð til at bíða til kommunulæknin hev­ur opið aftur og møguliga verða víst/ur til Psykiatriska depil­in, ella bíða eftir tíð hjá sálar­frøðingi. Soleiðis virkar sálar­sjúka ikki. Tá kann eisini vera ov seint at bíða. SÁLARSJÚK Almannaverkið og psykiatiski depilin: Sinnisbati: