Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-29, síða 29
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 2019síða 29

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

29 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125 HEILSA Á FLEIRI DONSKUM APOTEKUM KUNNU FÓLK FÁA KOPPSETING Vilmund Jacobsen Tíðin við smittandi virus­ sjúku - ella beinkrími, sum tað eisini verður rópt - nærkast skjótt, og tað merkir, at nøkur fólk fara at leggjast sjúk í vet­ ur. Tá veðrið verður kald­ ari, spreiða bakteriur og virus seg lættari, og fleiri noyðast nakrar dagar undir dýnina, tí tey gerast sjúk og illa fyri. Beinkrím er virus­ smitta, ið vanliga gevur sjúkueyðkenni sum fepur, høvuðspínu og eymar liðir og vøddar. Sjúk­an rakar flest í vetrar­hálvuni – frá desem­ber til mars. Ókeypis fyri vandabólk Í Danmark kanst tú lata teg koppseta á fleiri apotekum kring landið, og tær nýtist ikki at biðja um tíð til koppseting fram­man­undan. Tað er altíð irriterandi at gerast sjúkur. Men, hjá summum kann virus­ sjúka gerast álvarsom. Hon kann føra til inn­ legg­ingar á sjúkrahús, og í ringasta føra kann hon verða orsøk til deyða. Fólk, sum serliga eru í vandabólki, tá virus­ sjúkur ganga, eru fólk, sum eru 65 ár og eldri, fyri­tíðarpensjónistar, fólk við kroniskum sjúk­ um, fólk sum hava eitt BMI hægri enn 40, kvinn­ ur sum eru komnar áveg­ is við barnsburði og fólk annars, sum hava niður­ setta immunverju. Øll hesi kunnu í Danmark fáa ókeypis kopp­seting móti virus­ sjúku. Fólk, sum ikki eru í hesum vandabólkum, kunnu eisini fáa kopp­ seting móti gjaldi. Heimsheilsustovnurin WHO og ES stremba eftir, at 75 prosent av teimum, sum eru í vandabóki, verða koppsett. Í fjør heyst vórðu um­ leið 50 prosent í nevndu vandabólkum koppsett í Danmark, og bæði Heilsu­ málaráðið og Apotekara­ felagið arbeiða fyri, at enn fleiri fara at lata seg koppseta í heyst. Koppseting á apotekum Koppingarevnið ger, at tú ert í minni vanda fyri at verða smittaður – at tú endar á sjúkrahúsi ella í ringasta føri doyr av sjúkuni. Koppsetingin ger eisini, at tú ert í minni vanda fyri at gerast álvars­liga sjúkur, um tú kort­ini verður smittaður. Í Danmark kanst tú koma beint inn av gøtuni og á eitt apotek at fáa koppsetingina, og tað er ikki neyðugt at biðja um tíð. Í fjør vórðu 65.000 dan­ ir soleiðis koppsettir móti beinkrími á donskum apotekum, og í ár verð­ur koppingarevnið atkomi­ ligt hjá enn fleiri donsk­ um apotekum. Onnur ár hava fólk fingið bjóðað koppseting móti virussjúku frá 1. oktober, men í ár verða tey fyrstu koppsett í Dan­ mark frá 1. november, tí funnið er út av, at sjúkan toppar seinni í tíðar­skeið­ num. Koppingarevnið í kroppinum minkar stig­ víst, og verður tú kopp­ settur seinni, merkir tað, at verjan er betri, tá vand­ in er størstur. Fakta um koppseting Tilmælt verður, at kopp­ setingin fer fram frá 1. november og fram til 15. januar, tó fyri kvinnur við barn og fólk við veikari immunverju til endan av februar. Koppsetingin verjir í seks til tólv mánaðir, og tí er neyðugt at lata seg kop­p­seta á hvørjum ári fyri at nøgdin av mótevni skal vera í kroppinum. Á hvørjum ári verður kopp­ingarevnið lagað til slag av virussjúku, sum er mest sannlíkt fer at raka, tá veturin kem­ ur, og tillagingin verður gjørd av einum stór­ um alheims netverki av miðstøðum undir Heims­ heilsu­stovninum. Tá koppingarevnið passar til virussjúkuna, sum er í umfari, fyri­byrg­ ir koppsertingin 70-90 pro­sent av sjúku­til­burð­ unum, sum annars høvdu verið millum ung og frísk fólk. Millum tey eldru er verjan móti vanligum bein­krími nakað lægri, men verjan móti álvars­ ligum eftirsjúkum, inn­ legg­ingum á sjúkrahús og deyðsføllum millum eldri minkar við út við 50 pro­ sentum. Á donsku heimasíðuni apoteket.dk/influenza­ vaccination finnur tú nærmasta apotek í Dan­ mark, sum veitir kopp­ set­ingar móti beinkrími. Ikki í Føroyum Sosialurin kann legg­ ja aftrat, at tað er ikki møguligt at fáa kopp­set­ ing móti virussjúku á før­ oysku apotekunum, eins og møguligt er á fleiri apo­tekum í Danmark. Á Tjaldurs Apoteki í Havn siga tey, at hetta hevur verið frammi, men sum er – og heldur ikki nú í heyst – verður hetta ein møgu­leiki. Keldur: Statens Serum Institut - Men, hetta er ikki møguligt á føroysku apotekunum, sum er, og hetta verður heldur ikki møguligt í vetur, siga tey á Tjaldurs Apoteki í Havn Í fjør lótu 65.000 danir seg koppseta á donskum apotekum, men í Føroyum er hetta ikki ein møguleiki – ikki sum er