Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-10-29, síða 30
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 29. oktober 2019síða 30

‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 23. oktober 2019 · Nr. 122 30 Sosialurin Ja, mangt og mikið logar uppvið, tá ið ein røkkur tey sjeytifimm ár­ini. Hans Petur er føddur 29. februar 1944, leypár. Vit gingu í flokki saman, so hann var bara 3 ára gam­ al, tá ið hann gekk í sjenda flokki. Jú mangt og mikið kann rógv­ast afturá, tá ið árini eru har. For­eldrini vóru Petrina og Sigurd. Petr­ina var dóttir Malenu og Símun Eli­asen við Gjógvará í Fuglafirði. Mal­ena var ættað av Slættanesi. Tað komu 3 systrar úr hesari bygd til Fugla­ fjarð­ar- Katrina, giftist við Símun Jo­han við Garð. Hon doyði í barsil við Ketty 1926. Ketty vaks upp í Árn­ a­firði, Elisabeth tók húsið upp á seg og var undir hesum bitum, til hon fór um sýn. Hon tók eisini Hanna, beiggja Evald, til fosturs. Omman og abbin í faðirlegg búðu Uppi við Garð. Her varð Hans Petur borin í heim og varð upp­kall­ aður eftir abbanum, Hans Pet­uri. Omman æt Petra. Abbin var ætt­ að­ur av Rætt í Syðrugøtu og omm­ an úr umhvørvinum Við Garð hjá Billu og Óla Heindrik. Hans Petur vaks upp her tey fyrstu árini. Petr­ina og Sigurd fluttu oman til Gjógv­ará, í Rossagerðið, 1948, har tey høvdu bygt. Hans Petur flutti við, men var mangan náttlagdur uppi hjá ommuni og abbanum, tí her vóru spælibrøður hansara, og hetta var tætt við skúlan. Malan er syst­ir Hans Petur og gift við Pet­ uri Jensen úr Norðagøtu, sonur Hellu-Meinhard og Martinu. Hellu-Meinhard var trímenningur mammu grein-skrivaran, ið æt Jo­ hanna, ættað úr Oyndarfirði. Barnaárini Dreingjaárini Heimi á Sandi við Oyr­ina vóru sera rík. Áartutlið úr Gjógv­ará, og alduskvatlið við san­d­ ríka sjóvarmálan og við fjøruklettin søgdu sína søgu og kveiktu lív í sinnð á smádreingjunum, ið reik­ aðu dag og dagliga um hesar leið­ir. Tá ið teir vórðu lagstir, komu hug­ mynd­ir­nar fram, sum settu sini spor í sinn­ið. Ikki so fáir fuglfirðingar hava mál­að hetta umhvørvið við Síl­ a­tanga, sum førir okkum út í tann steinsetta fjørulutin fram við Ross­ a­gerðinum Út á Land. Hetta er eitt vakurt motiv. Mangan varð róð fram við landi, út á fjørðin, lína sett á Poll­ i­num og eisini varð heklað - lodd og húkar festir í stáltráð og knýtt­ ir í teymasnørið. Roynt varð eft­ ir brislingi. Ofta var so nógv sild á fjørðinum, at loddið steðg­aði á og kom ikki á botn. Tá ið drig­ið varð, var á hvørjum jarni. Skrubbu­lodd­ið átti eisini nógvar góðar løt­ur um hetta mundið. Abbi hans­ara hevði bæði maskinbát og ára­bát. Árabáturin varð nýttur til at seta silda – og seiðagørn við. Við mask­in­bát­i­num var róð út á Stapan. Hans Petur vildi fegin sleppa við, men tað vildi abbin ikki. Fyri at fugl­ur ikki skuldi fáa fatur á agn­i­num, áðrenn farið varð á flot, varð eitt posastykki lagt oman yv­ir línutrogini. Einum sinni farið varð av stað, fjaldi Hans Petur seg undir hesum posastykki millum trog­ini. Tá ið teir vóru komnir út í­móti Stapanum til setingar, kem­ ur Hans Petur undan. Onkur helt, sum við var, at best var at fara inn við honum, tí eingin visti, hvar hann var. - Nei, helt abbin, lat hann nú verða við okkum. Og so varð. Av­reitt varð til Pidda, Haraldsen og Kjølbro. Hans Petur var tá 6 ára gam­al. Hans Petur og Árni hjá Einar á Brúnni fiskaðu kalvaspraggur og skrubb­ur, sum vórðu seldar til Kjøt­ búð­ina hjá Haraldsen, sum Leirvíks Pól tók særav. Aberdeenari, Erik, Royndin Fríða og Mækjuvík Tað tykist sera sjáldsamt, at Hans Pet­ur var við einum aberdeenara( trol­ari úr Aberdeen) sum 12 ára gam­al. Hetta var í 1956. Fleiri fugl­ firð­ing­ar sigldu javnan um hetta mund­ið við enskum trola-rum, og komu teir ofta inn á Fuglafjørð. Við úr Fuglafirði vóru t. d. Arthur, pápa­beiggi Hans Petur, og Hans Sig­ mund, bóndin. Einir 8 eingilskmenn vóru við. Hans Petur hjálpti kokk­ i­num at vaska upp . Kokkurin var deyv­stumm­ur, so tað var lætt at samskifta við hann, sigur Hans Pet­ ur. Hans Petur var eisini í lastini og hjálpti til at ísa niður. Hetta var tungt arbeiði. Hann var eisini á dekk­inum, kruvdi og reins-aði fisk­ in, ið fór niður í lastina. Ja, sum 12 ára gamal var Hans Petur eina viku við hesum trolara og eisini sum kynd­ari. Slapp at royna alt sjálvur Línan varð rakt í kjallaranum í Piddasa­handli, og tað vóru fleiri, ið hjálptu til, t. d. tá ið pápin sigldi við Eriki. Engt varð, meðan siglt var út á fiskileið. Alexandur hjá Sig­valdi var formaður. Við vóru Pet­ur hjá Hellu Johan, Solberg hjá Nikl­asi, Hans Pauli í Króki, Sámal í Króki og Rudolf hjá Bakka Jógvani mot­ or­pass­ari. Pápin sigldi eisini við Roynd­ini Fríðu og Mækjuvík, har Jens Tofte­gaard var formaður. Hans Pet­ur var við nakrar túrar í summ­ ar­frítíðini. Fóru til Skálabotn eft­ir agni, og har komu bátur úr Klaks­vík og Leirvík eisini eftir agni. Onk­untíð kundi hetta taka rætti­liga langa tíð at liggja og bíða eftir hesum fongi. Teir yngru dreingirnir sparkaðu bólt inni við botn­in í Skalafirði fyri at stytta um stund­ina. Tá ið avreitt varð, t. d. í Klaksvík hjá Kjøl­bro, fór Hans Petur sjabb­ andi við kalvalivrum niðan til Olaf á Stongunum, handilsmann og bak­ ara. Hann fekk breyð,longdir og vin­a­breyð afturfyri, sum varð býtt mill­um teir, ið við vóru. 1958,1959 1958 varð farið á Sild við Sæborg. Hetta var í septembur mánaði. Túr­urin vardi í 14 dagar, og varð fiskað upp í 400 tunnur. 1959 fer Hans Petur til íslands við snøri við Gull­drangi. Meinhard Jacob-sen, Mein­hard á Gulldrangi var skip­ari. Upplivdi ein túr við snøri í sjálv­ drátti, annars var tað ei-nans feli, sum galt. Síðani varð farið á sild um summ­arið og at rógva út allan veturin. Engt varð um borð og roynt var­ð mest norðanfyri, men eisini vest­an­fyri og sunnanfyri. Fiskurin varð stund­um seldur í Aberdeen, og var fisk­ur eisini í lastini frá øðr­um skipum við í hesi sølu. Ikki so sjáld­ an varð avreitt til sjálvan reiðaran við Stóru Brúgv, og fiskurin varð flakt­ur og saltaður í kjallaranum í Stór­húsi. Hans Petur var við Gull­ drangi til summarið 1961. Ingrid Pau, Pállsdrangur og Eirikur Jallur 1961 kemur Ingrid Pau inn á Fugla­ fjørð, stálskip, 120 t úr Skagen. Kristj­an, farbróðir Hans Petur, hevði verið við hesum skipi sum skip­ari og stýrimaður. Tað hilnaðist ikki so væl við veiðini. Sjálvur reið­ arin kom við tí hugskoti at fara til Før­oyar at royna. Sum hugsað, so varð gjørt í 1961, og kom Kristjan við skip­i­num inn á Fuglafjørð hetta árið. Tað vóru einans 8 koyggjur um­borð á skipinum. Hesar koyggj­ ur vóru aftantil í skipinum. Gjørt varð eitt logar frammi í skipinum til 12 mans. Roynt varð við línu og fisk­uri­n varð seldur í Bretlandi. Um summ­arið varð roynt eftir sild. Hans Petur róði út við Pálls­ drangi úr Leirvík veturin 1962 og út á várið 1963. Johan á Geilagarði átti Pállsdrang og Birgi. John bleiv skip­ari á Eiriki Jalli, tá ið farið var til Grøn­lands um várið, og Hans Petur var við. Túrurin vardi í 2 mánaðir, og fingu teir 200 tons. Á heysttúrinum var lítið at fáa, so farið varð undir at fáa 3 mask­ in­bátar úr Føroyingahavnini. Far­ið var suður á Kappan, har teir fingu ein maskinbát (útróðrarbát) aft­urat, so teir høvdu 4 bátar tilsa-mans. Róð varð út á Kappanum, og vóru 4 mans við hvørjum báti, so tað vóru 26 mans tilsamans við Eiriki Jalli, sostatt vóru 11 mans um borð, sum tóku sær av fiskinum. Tað var nógv at fáa, og ikki so sjáld­an varð róð tvær ferðir um dagin við fullum báti. Ein dagin, teir lógu við Egersø, kem­ur ein bátur stimandi ímóti teim­um. Hans Petur ber kenslu á bát­in og sær, at hetta er ein bát­ur úr Fuglafirði og var hetta Norð­hav­ið, sum Kristjan Sofus átti, og 4 mans vóru við – Tórik, bróðir Kristj­an, Jens, faðirin og Joan Jakku, pápa­ beiggi hansara. Hetta var ein sæl løta, tá ið vit møttust og fingu vit eitt gott prát. Á heimferðini hetta ári(1963) var veðr­ið avbera gott alla ta langu leið av Kappanum til Føroyar. Hetta var heppið, tí teir, sum komu aft­an­á, høvdu ikki so gott veður. 4 seks­ær­ ingar vóru á dekki-num . Lastin var full og stakkur við fiski um leið 10 tons stóð frammi móti bakkanum tvørs av ski-pinum. Komu teir í ógv­ is­ligt óveður, bleiv hetta ikki nakar gam­ans­leikur. Tey næstu árini róði Hans Petur út við før­oyskum útróðrarbátum, t. d. Havd­is, Gulldrangi, Gulaklet-ti og Fisk­i­múla. Hetta var um heystið og veturin. Um várið 1965, 66 og 67 var Hans Petur í Grindavík í ìslandi og róði út við línu og gørnum. Vertíðin var liðug um hálvan mai, og so varð farið heim. Um sumrarnar varð farið á sild við Havfarinum, sum far­bróð­irin Bernhard førdi. 1970 Leif Årseth, Støbak, og Erik Ja, at vera sjómaður var ein sjáld­ som tilvera. Ein fjøllbroytt lunnbót til lívs­ins gongd at koma undan og fáa alt at ganga upp í eina hægri, nør­andi og lívgevandi ond. Hans Pet­ur fór 1970 við ei-num norskum báti, Leif Årseth, á saltfiskaveiðu í Grøn­landi og á Flemmish Cap. Hetta var ein stórur línubátur, ið tók 500 tons, og túrarnir vardu 4-5 mán­aðir. Tá ið komið varð aftur, møtt­ust Hans Petur og Óli Olsen, sum hevði verið við línubátinum Stø­b­ak, sum eisini var ein norskur línu­bátur. Teir fullu í prát um at keypa motorbátin Erik, sum stóð til sølu. Sum hugsað, so gjørt. Teir keyptu bátin og góvu honum navn­ið Brandur. Ta fyrstu tíðina var bara ekk­o­lodd í bátinum, eingin radari og eing­in plottari. Tá ið ýtað varð av, varð hugt inn á land fyri at finna, hvar setast skuldi. Erik var bara til heimaróður um vet­urin, og Hans Petur og Óli ar­ beiddu um summarið á sildaverk­ smiðj­uni – landaðu og sekkjaðu av. Um summarið 1973 fóru Hans Pet­ur og Óli við Hvítanesi á rækju­ veiðu og laksaveiðu undir Grøn- landi. Hetta var seinasta árið, at laks­ur varð veiddur í Grønlandi við gørn­um. Heimafturkomnir fóru teir at rógva út við Brandi. Báturin varð 1976 seldur til Havnar til Sør­in Pram Sørensen og Torbjørn Sør­en­sen. Nýggjur línubátur úr stáli, bygd­ur í Noregi 1976 Avgjørt varð, at byggja ein nýggjan bát, Ja, tað gjørdist stórur munur á hes­um báti og øðrum førum, sum teir høvdu roynt við. Hann varð bygd­ur í Brastad millum Åle­sund og Molde í Noregi. Hetta var ein stálbátur 20 tonsari við stýr­i­hús­i­ num framman til. Ja, tað var vak­ urt at líta út á fjørðin, tá ið hann kom grøvandi inn eft­ir vágni, 14. mars 1977. So løgið tað ljóð­ar, so stóð Hans David á Støð­ini, sum var ein eldri skipari, við róðr­ið. Tað var sjáldsamt hjá hon­um at koma við ei-num tílíkum ný­mót­ans fari inn á vágna. Hann hevði mang­an brattan hevði farið í sínari tíð á sjónum við mangari slupp. Hetta var ein fagnaðarløta. Horn­ork­estr­ið spældi, tá ið lagt varð at, so kenslurnar settu seg í henda ynd­is­liga, vakra ljómin henda dag. Í fyrstuni varð farið at fiska við snellu undir Føroyum og síðani um summ­arið í maimánaði til Ís-lands. Um heyst­ið og veturin varð róð við línu og snellu undir Føroyum. Báturin var í minna lagi at fara t. d. und­ir Ísland at royna, tí varð av­gjørt 1985 at leingja bátin. Het- ta varð gjørt á Skála skipasmiðju. Eft­ir at verða umbygdur tók hann 10 tons meira – 30 túsund pund áðr­ enn og 50 túsund pund aftaná. Um­ støð­ur­nar um borð á hesum báti vóru stak góðar. So leingi kvota var við Ís­land, har meginparturin var tosk­ur, varð roynt við Langanes og á Gletti­ngi, beint út av Seyðisfirði. Royn­ast kundi for í klettin bæði við Lang­anes og Glettingarnes. Tá ið sjaskveður var, tók tað bara eitt korter ella hálvan tíma at sigla inn á slætt­an sjógv, t. d. munnan á Seyð­ is­firði. Við Langanes høvdu vit eina for­ toyn­ing eystanfyri og eina vestan­ fyri. Báturin varð seldur 2006 til við­ oy­ing­ar, og Hans Petur keypti sær ein 27 fót glastrevjabát, sum hann hevði sær til frítíðarbát. Nógv er at takka Harranum fyri, sum hevur hild­ið hondina yvir okkum, so vit altíð komu heilska-paðir til lands. Hans Petur giftist við Borghild 1973. Hon er ættað úr Leirvík. Tey eiga 3 børn: Jóna, Poula og Svenn­ ing, 10 ommu- og abbabørn og 2 lang­ommu- og langabbabørn. Frits, javnaldurin Hans Petur Hansen sjeytifimm ára gamal