týsdagur 29. oktober 2019síða 31
‹ fyrra síða allar 56 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
31
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mikudagur 30. oktober 2019 · Nr. 125
Birgir Waag Høgnesen
Í hesum døgum er danska
samfelagið
leskað
við
nýggjari kringvarpsrás.
Í eitt heilt ár ella meira
hava donsku politikar
arnir keglast og meklast
um radiostøðina Radio
24/7. Hetta var rásin, sum
var “heimsins besta rás í
Danmark”. Støðin skuldi
flytast til Aarhus, tí tað
var alt ov nógv “køben
havnersnak” í miðlunum.
Politikararnir vildu hava
meira “bygdasnakk” og
minni frá teim bonaðu
gólvunum í Keypmanna
havn.
Flokkarnir gjørdu eina
semju um flytingina, men
tá fóru fólkini aftanfyri
Radio 24/7 uppá bak
beinini, tí tey vildu ikki
flyta til Aarhus. Síðani
fóru politikararnir aftur
at royna nýggja semju
og bjóðaðu eina sendirás
út, so ein og hvør kundi
bjóða. Tað var Radio
Loud, sum nýggja rásin
eitur, sum vann útboðið.
Eigararnir
av
nýggju
rásini eru eisini eigarar
av øðrum lokalum rásum
í Jútlandi.
”Haldið kjaft”-pengar
Sum kunnugt er tað
vanligt,
at
flokkarnir
í
Fólkatinginum
gera
breiðar
semjur.
Hetta
er so eitt dømi um eina
miðlasemju
ella
eitt
miðlaforlík, ið snýr seg
um, hvat skal henda við
miðlalandslagnum
tey
næstu árini.
Her hjá okkum er
tað sum best ber til,
eftir míni metan. Teir
smærru miðlarnir vóru
eitt sindur ónøgdir við
atburðin hjá KvF og tess
peningaríkiligheit.
Fyri
at fáa teir smærru miðl
arnir at tiga, so fingu
teir “haldið kjaft”-pengar
undir heitinum 'miðla
stuðul'. Tað virkaði, tí
smáu miðlarnir tagdu við
brestin.
Lat meg beinanvegin
siga, at eg eri ikki serfrøð
ingur á hesum øki. Hin
vegin, so havi eg arbeitt
í miðlavinnuni síðan juli
2005, og tað hevur givið
eitt gott innlit í, hvussu
miðlarnir virka. Eg kann
í
hvussu
er
forvissa
politikarar um, at “haldið
kjaft”-peningurin
ikki
hevur
lyft
støðið
á
teimum smáu miðlunum.
Nýtt – men ikki ný
skapandi og mennandi
Ivan
Niclasen
hevur
verið við í og staðið fyri
framgongd í kringvarpi
num í nógv ár, ikki minst
á
mentanarpartinum.
Tá ið hann tók við sum
stjóri, boðaði hann frá
broytingum, og smátt um
smátt hoyra vit um tær
broytingar, sum verða
umhugsaðar.
Í sendingini Pressan
herfyri umrøddi mentan
arleiðarin hjá KvF, Kári
Sólstein, eina av hesum
broytingum
–
hann
nevndi
tað
'útveiting'
av
sendingum.
Broyt
ingarhugurin í KvF er
at fegnast um, men tað,
sum
mentanarleiðarin
umrøðir, er ikki útveiting
– í roynd og veru er talan
um ein “kom og ger eina
sending”-sáttmála
við
onnur. So tað kundi verði
gjørt øðrvísi.
Í somu Pressu-sending
kom
mentanarleiðarin
inn aðra – møguliga –
broyting. Hann upplýsti,
at tað eru yvir 32 send
ingar á skránni hjá kring
varpinum – m.a. tí kring
varpið skal fylgja einum
public service-sáttmála
við Mentamálaráðið. Tað
er ein avbjóðing at upp
fylla ásetingarnar í sátt
málanum við bara einari
rás, og tí hevur KvF spælt
sær við tankan at seta á
stovn ein nýggja rás, legði
hann aftrat.
Kann okkurt
útveitast?
Tað gleðir meg, at tað
almenna
kringvarpið
arbeiðir við hugsanini
um eina nýggja kring
varpsrás – hóast eg haldi,
at tað kundi verið gjørt
annarleiðis. Tá tað nú
er so trongligt í skránni
hjá kringvarpinum, sum
Kári
Sólstein
sigur
í
Pressuni, so er ikki bara
ein møguleiki, at loysa
tann trupulleikan, men
helst fleiri ...
Tað er langt frá mær
at koma við eini loysn
á einum stovni, eg ikki
sjálvur arbeiða í, tí vit á
R7 hava ríkiligt við okk
um sjálvum, men eg havi
onkrar
tankar.
Stutt
sagt, so haldi eg, at bæði
hugsanin um útveiting
og meiri rásarúm høvdu
fingið bæði substans og
perspektiv, um KvF hugdi
oman yvir alt miðlalands
lagið.
KvF hevur longu fleiri
rásir fyri hondina – og í
prinsippinum óendaliga
nógvar. Ber ikki til at
flyta nakrar milliónir til
eina, tvær ella tríggjar
uttanhýsis rásir, so tað
gerst rúmligari á sjálvari
KvF-skránni? Uttanhýsis
rásirnar kundu so fram
leitt ávísar sendingar í
einum
“miðlasáttmála”
við kringvarpið.
Hví ikki?
Uttanhýsis rásir kundu so
útvarpað t.d. allan ítrótt
– flogbólt, hondbólt, fót
bólt, borðtennis, badmin
ton, svimjing o.a., hóast
sjónvarpið
hjá
kring
varpinum gjørdi sínar
sendingar – óheft av tí,
sum
uttanhýsis
rásin
gjørdi. Hví ikki?
Er tað púra óhugsandi,
at
kringvarpið
leigaði
senditíðina
hjá
einari
uttanhýsis rás t.d. frá kl.
13.00 til 17.00 hvønn dag
365 dagar um árið. Við
hesum leistinum kundi
viðkomandi uttanhýsis
rás fylt part av sendi
flatuni hjá KvF.
Óneygugt at siga: Tað,
ið eg umrøði omanfyri
sum
'uttanhýsis
rás',
nýtist ikki at vera ein
av verandi kringvarps
støðum, men kanska ein
nýggj – bara hon lýkur
krøvini.
Miðlasemja – tveir
flugur í einum bresti
Kanska
er
hetta
ein
frymil, sum er verdur at
umhugsa. Tá hevði veru
liga verðið talan um út
veiting – og talan hevði
blivið um ikki bara um
eina, men heldur fleiri
rásir afturat til KvF, so
tað varð meiri enn ført
fyri at lúka krøvini í
sáttmálanum við Menta
málaráðið.
Tað tykist vera sam
semja um, at KvF er ein
mastodontur,
ið
fyllir
nógv. Í hesari støðuni
skurrar tað í mínum
oyrum, at man gevur
smærru miðlunum “hald
ið
kjaft”-pengar,
fyri
síðani at hoyra, at kring
varpið arbeiðir við at gera
ein nýggja útvarpsrás,
tí tað manglar pláss í al
mennu útvarpsskránni.
Hevur KvF so nógvar
skyldur og so stóra fram
leiðsluorku, at tilfarið ikki
rúmast á KvF-rásini, so er
at brúka tær rásir, sum
longu eru fyri hondina.
Tørvur er tískil á einari
miðlasemju, har miðla
stuðulin – ”haldið kjaft”-
pengarnir – verður tikin
av og KvF keypir sær
ávíst tímatal á uttanhýsis
rásum.
KvF hevur longu fleiri rásir fyri hendurnar
Mong stríðast við
pínu, og mong
stríðast við vekt.
Hjá Trimform í
Kollafirði hava
fleiri fingið hjálp
Vilmund Jacobsen
Trimform
í
Kollafirði
veitir elektroterapi til
bæði kvinnur og menn,
ung sum eldri. Hetta
er ein spennandi við
gerðarstova, sum hevur
hjálpt nógvum fólki –
bæði við at sleppa av við
tyngjandi pínu og við
at sleppa av við nøkur
kilo. Harumframt bjóðar
viðgerðarstovan
eisini
vøddamýking.
- Ert tú troytt/-ur
av nívandi pínu, kann
viðgerðin
við
elektro
terapi hjálpa tær. Sama
er, um tú ert móð/-ur av
ov høgari vekt ella leysari
húð.
Jónleyg Hansen, sum
rekur viðgerðarstovuna,
sigur,
at
viðgerðirnar
gera, at tú minkar í vekt
og
sentimetrum,
eins
og vøddar og húð verða
strammað upp, og møgu
lig appelsinhúð minkar –
ella verður burtur.
-
Pínulinnandi
við
gerðirnar hjálpa eitt nú
upp á iskias, gikt, sovandi
bein/
hendur,
pínu
í
knøum, lendum og ryggi,
og tær hjálpa eisini upp
á spenningshøvuðpínu,
hovin bein/ hendur og
strongd.
Hon sigur, at Trimform
eisini hevur viðgjørt fólk
við ítróttarskaðum við
góðum úrsliti.
- Eg havi tvær eins
Trimform-elektromask
inur, ið hvør hevur 32
elektrodur, sum kunnu
setast á kroppin. Við
tveimum slíkum maski
num, kann eg hava tvey
fólk í viðgerð í senn, sigur
Jónleyg Hansen.
- Venjingar við koku
botninum kunnu hjálpa
tær, um tú hevur trupult
við
at
halda
vatni
num; viðgerðirnar geva
tær størri vælveru og
meira orku – tú verður
avstressað/-ur,
og
klænkiviðgerðin reinsar
eisini avfaldsevni og yvir
skotsvætu úr kroppinum.
Hon vísir á, at viðgerðin
eisini er góð eftir barnsburð,
har
kroppurin
verður
strammaður upp aftur, og
tú fært sterkari vøddar.
- Viðgerðir við elektro
terapi eru ógvuliga mild
ar, men tær eru sera
effektivar, sigur Jónleyg
Hansen.
Góðar royndir
Katrin Hammer í Kolla
firði misti nakrar senti
metrar, men tað, sum
hevði størstan týdning
fyri hana, var, at hon
slapp av við hitabylgjur
nar, soleiðis at hon aftur
kundi sova væl um nátti
na. Hon fekk bæði orku
na og svøvnin aftur við
viðgerðunum hjá Trim
form.
Edith á Løgmansbø
í Miðvági fekk hjálp
móti pínu í lendum og
tennisalboga, og tá hon
føldi, hvussu væl viðgerð
irnar hjálptu, sendi hon
eisini mannin í viðgerð
fyri pínu í ørmum og
lendum.
Jónleyg Hansen sigur,
at nú tíðin styttist til jól
ar, eru fólk vælkomin at
keypa gávukort – eins og
fólk eru vælkomin inn á
gólvið í Kollafirði til eina
ókeypis royndarviðgerð.
vilmund@sos.fo/ sølugrein
Fleiri fáa hjálp móti pínu hjá Trimform
KJAK