mánadagur 4. november 2019síða 4
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. november · Nr. 127
TÍÐINDI
Heilsa snýr seg
ikki bert um kost
og rørslu. Nei, hon
snýr seg eisini í
stóran mun um
virðisgrundarlag,
samleika og
fólkaræði, sigur
Magni Mohr,
formaður í
Fólkaheilsuráðnum
Annika Kunoy Im
annika@sosialurin.fo
Magni Mohr er ørkymlaður.
Heilsustøðan hjá monnum -
bæði í Føroyum og aðra staðni
í heiminum – er verri enn
heilsustøðan
hjá
kvinnum.
Hetta má ikki fara framvið, og
tí heldur hann, at Javnstøðu
nevndin átti at tikið evnið upp.
Hann greiðir frá, at rákið er
tað sama í Føroyum, sum tað
er aðra staðni, hóast vit nýliga
veruliga hava sett hol á hetta
kjakið her heima.
Í miðal liva menn fýra ár
styttri enn kvinnur. Orsøkirnar
eru fleiri: menn drekka og
roykja meir, røra seg minni,
fara seint til lækna og fáa fleiri
fólkasjúkur enn kvinnur. Eis
ini eru tað fleiri menn enn
kvinnur, sum gera sjálvmorð.
Umframt tað, so vísir tað seg,
at dreingir klára seg verri í
skúlanum enn gentur.
Í
framkomna
heiminum
standast nógvar av sjúkunum
av
óheppnum
lívsvanum.
World Health Organization
(WHO) metir, at ósunnur livi
háttur er orsøkin til 70 prosent
av teimum sjúkunum, ið raka
menn harðast.
Í
dokumentarinum
hjá
Kringvarpinum »Teir váðafúsu
menninir«, ið varð vístur 2. mai
í ár, segði Jansy Gaardlykke,
ráðgevandi sjúkrarøktarfrøð
ingur hjá Krabbameinsfelag
um, at menn fara seinni til
lækna og taka ikki ávaringar
tekini teir hava í álvara. Og tá
teir fara til lækna, so er tað
ofta ikki av egnum ávum.
Kvinnur
venda
sær
eisini
oftari til Krabbameinsfelagið,
har 80 prosent fráboðanum
eru frá kvinnum og bert 20
prosent frá monnum.
Meir enn kropsligar sjúkur
Øll parametur vísa, at menn
duga verri at lurta eftir heilsu
ráðum enn kvinnur, og av
leiðingin fevnir breiðari enn
kropsligar sjúkur.
- Vit ynskja sum fólka
heilsaráð at seta fokus á hend
an
vaksandi
trupulleikan,
staðfestir Magni Mohr.
Lív Patursson, samskipari í
javnstøðumálum, tekur undir
við Magna Mohr í, at Javn
støðunevndin hevur ábyrgd í
hesum
ójavnanum
millum
kynini.
- Umframt at hava eftirlit
við at javnstøðulógin verður
hildin, hevur javnstøðunevnd
in millum annað eisini ábyrgd
av at vera ráðgevi hjá myndug
leikum, stovnum, feløgum og
einstaklingum
í
javnstøðu
spurningum og at geva tilmæli
í javnstøðumálum. Eitt tilmæli,
sum javnstøðunevndin hevur
havt er at varpa ljós á menn og
heilsu, tí vit viðurkenna, at
hetta krevur uppmerksemi.
Tað er umráðandi altíð at gera
greitt, at javnstøða ikki er eitt
kynskríggj, og at tað altíð eru
tvær ella fleiri síður av somu
medalju. Tá vit tosa um serlig
vánalig kor fyri menn, tosa vit
ikki um ein mannfólkatrupul
leika burturav, men vit tosa
um ein samfelagstrupulleika,
sum er orsakað av ójavnstøðu
og ójøvnum umstøðum og
livikorum fyri menn, kvinnur
og onnur. Á sama hátt, tá vit
tosa um øki, har serliga kvinnur
eru fyri vanbýti, er ikki talan
um
ein
kvinnutrupulleika,
men ein samfelagstrupulleika
sum vit øll í felag - og myndug
leikarnir sum vara av - hava
ábyrgd
av
at
viðurkenna,
varpa ljós á og gera nakað við,
staðfestir Lív Patursson.
Mannfólk eru ikki bert fyri
vanbýti, tá talan er um van
ligastu kropsligu sjúkurnar, so
sum krabbamein, hjarta- og
æðrasjúkur og diabetis. Teir
eru eisini grundleggjandi fyri
vanbýti heilt frá barnaárum,
og talan er um virðisgrundar
lagið í samfelagnum, samleika
og fólkaræði.
Inntriv í barnaárum
- Heilsa er ikki bara gularøtur
og rennitúrar, staðfestir for
maðurin í Fólkaheilsuráðnum.
Talan er eisini um ein javn
støðu spurning, tí hevur annað
kynið tað verri innan eitt ávíst
øki, so má man taka kynspolit
iska støðu, tí sosiala støðan hjá
dreingjum og monnum er
tengd at, at hetta verður tikið
upp, sigur formaðurin í Fólka
heilsuráðnum.
Lív Patursson leggur aftur
at, at trupulleikin er tann, at
vit hava sera stirvnar rammur
og væntanir til bæði menn og
kvinnur í føroyska samfelagn
um. Hon greiðir frá, at tað ser
liga er, tá børn eru frá fimm til
TALAN ER UM JAVN
Menn eru fyri heilsuvanbýti:
Kanningar vísa, at menn generelt eru verri
fyri heilsuliga enn kvinnur, og tí varpar
Fólkaheilsuráðið ljós á menn og heilsu.
Sum liður í javnstøðupolitikkinum hjá tí almenna ynskti
Fólkaheilsuráðið betur javnstøðu á heilsuøkinum. Tí varð
fólkaheilsuráðstevnan “Hvussu hevur tú tað, Maður?”
hildin í januar mánaða í ár. Undirtøkan til ráðstevnuna var
ómetaliga stór, og formaðurin í Fólkaheilsuráðnum, Magni
Mohr, heldur, at hon setti ferð á orðaskiftið um evnið.
Hevur annað
kynið tað verri
innan eitt
ávíst øki, so
má man taka
kynspolitiska
støðu
Hevur annað
kynið tað verri
innan eitt
ávíst øki, so
má man taka
kynspolitiska
støðu
Tá vit tosa um
serlig vánalig
kor fyri menn,
tosa vit ikki um
ein mannfólka
trupulleika,
men um ein
samfelags
trupulleika
sum er orsakað
av ójavnstøðu
og ójøvnum
umstøðum og
livikorum fyri
menn, kvinnur
og onnur
Fakta
Magni Mohr, formaður í Fólkaheilsuráðnum, undrast á, at evnið
ikki verður tikið upp sum eitt javnstøðutrupulleiki