Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-04, síða 5
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. november 2019síða 5

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

5 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. november · Nr. 127 TÍÐINDI sjey ár, at tey byrja at skilja og liva eftir hesum væntanum, tá tey forma sín kynssamleika. Og tí er hetta ein avbjóðing, sum vit eiga at taka okkum av longu í barnauppalingini - bæði í professionella náms­ frøði­liga rúminum hjá børn­ un­um og eisini privat og í al­menna rúminum, so sum í miðl­um og øðrum almennum aktørum. Júst orsøkin til ójavnan millum mannfólk og konufólk er ógreið, greiðir Magni Mohr frá, men tað er eyðsýnt, at hann er har. Sum dømi kann nevnast, at í donskum stud­ enta­skúlum eru próvtølini hjá dreingjum í miðal eitt tal lægri enn hjá gentum. - Eru fyritreytirnar hjá mann­fólki í samfelagnum, sum vit í dag hava innrættað, verri enn hjá kvinnum, og seta vit annað kynið í váða sosialt og sálarfrøðisliga, spyr hann. Svarið upp á spurningin hjá Magna Mohr er ikki einfalt, heldur Lív Patursson, men um­ ráðandi er at arbeiða tilvitað við javnstøðu í námsfrøðini. -Dreingir eru ymiskir og gent­ur eru ymiskar, tað er ov stirvið bert at hava tveir møguleikar at velja í. Tað skal ikki blandast við, at nú skulu vit vera eins, tað er júst tað øvuta. Vit skulu hava møgu­ leika at vera ymisk ótengt at stirvnum samfelagsnormum og fat­anum, staðfestir hon. Magni Mohr greiðir víðari frá, at tað tykist, sum eru mann­fólk í 2019 ørkymlaði, tí tey ikki sum fyrr fáa fylgt greiðum leiðreglum fyri atferð og muni á monnum og kvinn­ um. - Fyri fáum árum síðani var stórur tørvur á monnum, og tá var greitt, hvørjar uppgávur maðurin átti. Nú liva vit í einum samfelag, har maðurin møguliga hevur trupult við at síggja seg sjálvan aftur, sigur hann álvarsliga. Magni Mohr sigur, at tað undr­ar hann stórliga, at evnið ikki verður tikið upp í størri mun sum eitt javnstøðu­trupul­ leiki. - Vit áttu at arbeitt við hes­ um bæði í barnagørðum og í skúlum. Tí tað er umráðandi, at smádreingir læra, at tað er í lagi at vera sympatiskur og um­sorganarfullur, hóast man er maður. Mannfólk skulu ikki altíð vera teir, sum er teir sterku, staðfestir hann. Fleiri aktivar mannfólkarøddir Ringt verður tó, at broyta hend­an hugburðin, tí vit sum sam­felag ikki eru von at skifta orð um mannfólk og javnstøðu, og trupult er at lata evnið í ein maskulinan ham, sum fangar uppmerksemið hjá mannfólki. - Vit sum miðla heilsu ikki duga nóg væl at raka menn­ir­ nar, sigur Magni Mohr. Hesum tekur samskiparin í javnstøðumálum eisini undir við, og hon greiðir frá, at javn­ støðukjakið samanumtikið ikki er serstakliga næverandi og búgvið í Føroyum, hóast tað er batnað seinatu árini. - Tað er ikki bara Javn­støðu­ nevndin, sum hevur ábyrgd av, at hesi evnini verða viðgjørd, og tí er tað so gleðiligt, at aðrir stovnar, feløg og einstaklingar eisini taka lut. Okkurt bendir á, at vit taka betri ímóti ráðum frá okkara líkum, og tí er tað nærliggjandi at hugsa, at vit mugu hava fleiri aktivar mann­fólkarøddir frammi um evni sum hetta. Vit síggja ein tend­ens í londunum rundan um okkum, har menn í størri mun síggja, at javnstøðukjakið ikki bert er eitt kvinnustríð, men at vit bara kunnu loysa avbjóðingarnar, um vit síggja alt í einum felags ljósi, og eisini her hevur Javnstøðunevndin eina ábyrgd, sum vit eru sera tilvitaði um og upptikin av, stað­festir Lív Patursson. NSTØÐUSPURNING Í fyrsta parti av javnstøðulógini, undir endamáli stendur soljóðandi: § 1. Henda lóg hevur til endamáls at beina burtur allan mismun vegna kyn.  Stk. 2. Tað stríðir kortini ikki móti hesi lóg, at tryggjað verður øðrum kyninum serlig rættindi, tá ið hesi ætlast at náa endamáli lógarinnar.  Stk. 3. Veitast skal kvinnum og monnum eins møguleikar til útbúgving, arbeiði, yrkisliga og mentanarliga menning. Í sætta parti undir javnstøðunevnduni stendur soljóðandi: § 9. Javnstøðunevndin virkar undir Føroya Landsstýri. Umframt tær uppgávur, nevndar eru í hesi lóg, er virksemi nevndarinnar hetta: at hava eftirlit við, at henda lóg verður hildin, at vera ráðgevi hjá myndugleikum, stovnum, feløgum og einstaklingum í javnstøðuspurningum, at geva tilmæli í javnstøðumálum. Mánadagin 4. november varpar Krabbameinsfelagið ljós á heilsuna hjá monnum yvirhøvur, og hvussu teir handfara støður, tá sjúka verður staðfest og skal basast. Almenna tiltakið verður frá kl. 19.00 til 21.30 og tað er ókeypis. Tó er tilmelding neyðug. Í næstum fara Fólkaheilsuráðið og Javnstøðunevndin saman við Sinnisbata, at stinga høvdini saman í samband við at altjóða mannfólkadagur er 19. november. Ringt verður tó, at broyta hendan hugburðin, tí vit sum samfelag ikki eru von at skifta orð um mannfólk og javnstøðu Rákið er tað sama í Føroyum, sum tað er aðra staðni, hóast vit nýliga veruliga hava sett hol á kjakið her heima Fakta Fakta Fakta Lív Patursson, samskipari í javnstøðumálum, sigur, at at vit mugu hava fleiri aktivar mannfólkarøddir frammi um evni sum hetta