mánadagur 4. november 2019síða 6
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. november · Nr. 127
Koppseting ímóti
beinkrími verður
fríggjadagin 8. november frá
klokkan 13-16 í
læknaviðtaluni við
Norðskála, sí heimasíðuna
www.sunda.fo
Stórur áhugi fyri uppskoti
til nýggja dátuverndarlóg
Hósdagin í síðstu viku varð skipað fyri kunningartiltaki
í Vinnuhúsinum um uppskotið til nýggja dátuverndarlóg
(GDPR), og tað var Katrin Thorsvig Hansen frá
løgmansskrivstovuni, sum legði fram
Vilmund Jacobsen
Katrin Thorsvig Hansen legði
dent á, at nýggja uppskotið er
ein menning av verandi lóg
heldur enn ein kollvelting.
- Tó eru broytingar í sam
bandi við lógina, sum hava við
sær, at tað kann vera viðkom
andi fyri fyritøkur at seta seg
betri inn í hana. Eitt nú verða
bøturnar fyri brot á lógina
hækkaðar munandi og fyri
nakrar fáar fyritøkur merkir
nýggja lógin, at tær skulu
tilnevna ein dátuábyrgdara.
Tað veit Vinnuhúsið at siga í
dag.
- Enn er talan um eitt lóg
aruppskot, sum er í hoyring,
og tí ber til at viðmerkja og
koma við uppskotum til broyt
ingar
í
lógaruppskotinum.
Seinasta freist at senda inn
hoyringssvar er fríggjadagin 8.
november.
Í Vinnuhúsinum verður víst
á, at til ber at síggja uppskotið
til nýggja dátuverndarlóg um
heimasíðuna www.industry.fo
Á
kunningartiltakinum
í
Vinnuhúsinum
vísti
Katrin
Thorsvig Hansen á, at tá lógin
er løgd fyri løgtingið og sam
tykt, verður farið undir at gera
skrivligar vegleiðingar fyri, at
fyritøkur og stovnar lættari
kunnu liva upp til krøvini í
lógini.
Nýggja lógin kemur ætlandi
í gildi 1. januar 2021.
Limir fáa atgongd
Í Vinnuhúsinum vita tey at
siga, at eini 50-60 fólk luttóku
á kunningartiltakinum sein
asta hósdag, antin í Vinnuhús
inum ella umvegis Youtube,
har tiltakið varð stroymað.
- Luttakararnir høvdu fleiri
spurningar til lógaruppskotið
og verandi lóg.
Í Vinnuhúsinum vísa tey í
dag á, at limir í einum av feløg
unum í Vinnuhúsinum kunnu
fáa atgongd til framløguna og
upptøkuna av tiltakinum við
at venda sær til industry@
industry.fo.
Skoytubreyt
letur uppaftur
á Vaglinum
Vilmund Jacobsen
Á Vaglinum í Havn hava
tey nú gjørt klárt til at
leggja
skoytibreytina
á
aftur, og ætlanin hjá Tórs
havnar kommunu er, at
breytin
skal
lata
upp
fríggjadagin hin 15. nov
ember.
Á skoytibreytini verður
sum vant tónleikur at
hoyra, og kaffi og kakao
verða til keyps í sølubúð
um nærindis.
- Skoytibreytin verður
ætlandi opin frá 15. nov
ember 2019 til 15. januar
2020 – ella í tveir mánaðir
tilsamans, siga tey í Tórs
havnar kommunu.
ØKIÐ skal ruddast: Í samband
við, at nýtt virksemi í næstum
verður á økinum kring
oljubryggjuna við Grótrætt,
skal økið nú ruddast, vita tey í
Klaksvíkar kommunu at siga.
Ósemja fyri gerðarrætt
Herfyri vóru fundir í Keypmannahavn
millum Polar Seafood og Grønlands
Erhverv øðrumegin og Maskin
meistarafelagið hinumegin
Vilmund Jacobsen
- Ósemja hevur tikið seg upp
millum Polar Seafood og
Maskinmeistarafelagið
um,
hvussu bonus og annað skal
avroknast eftir sáttmálanum
fyri Polar Nanoq og Polar
Princess, og endamálið við
hesum fundum var at royna
at fáa semju í lag um hetta.
Maskinmeistarafelagið
veit at siga, at ætlanin eisini
var at fáa dagført sáttmálan,
sum var gjørdur við APK við
gildi frá 1. januar 2006. Reið
arafelagið APK er ikki til
longur, og nú er tað Grøn
lands Erhverv, sum varðar av
hesum sáttmála.
- Tað eydnaðist ikki at
semjast um avrokningarhátt
in, og í staðin samdust part
arnir um at royna málið í ein
um gerðarrætti soleiðis, sum
tað er ásett í høvuðsavtalu
millum partarnar, siga tey í
Maskinmeistarafelagnum.