Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-04, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 4. november 2019síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 4. november · Nr. 127 Allir næmingar skulu hava javnt góð skúlaamboð Vágs kommuna hevur í samráð við Vágs skúla keypt teldur til allar næmingar í 4. flokki til og við 10. flokki Vilmund Jacobsen Allir skúlanæmingar í Vágs skúla - úr 4. flokki til og við 10. flokki - hava nú fingið teldur frá Vágs Skúla. Í Vágs kommunu siga tey, at hetta er liður í framhaldandi menning av tilboðnum til skúla­ næm­ingarnar í komm­ un­uni. - Teldur eru eitt týð­ andi arbeiðsamboð í nú­ tíðarsamfelagnum og eru eisini vorðnar eitt týð­andi amboð í fólka­ skúl­anum. Í Vágs kommunu vilja tey við hesum tryggja, at allir næmingar hava skúla­amboð, sum eru javnt góð. - Tí hava vit í samráð við skúlan gjørt av at keypa teldur til allar næm­ingarnar í nevndu skúlaflokkum. Tað sigur Eydis Kjær­ bo, sum er forkvinna í mentu­narnevndini hjá Vágs kommunu. - Ein týðandi liður í, at børn og ung hava ein góð­an uppvøkstur er, at tey trívast og hava tað gott í skúlanum. Menna tilboðini Forkvinnan í mentan­ar­ nevnd­ini sigur, at Vágs kommuna saman við skúla­leiðsluni hevur ar­ beitt miðvíst við at menna tilboðini til skúla­næmingar í Vági. - Játtan til keyp av teld­um til næmingarnar er ein liður í hesum, sigur Eydis Kjærbo. Á heimasíðuni hjá Vágs kommunu verður víst á, at næmingarnir hava fingið teldurnar og hava goldið eitt deposit­ um fyri teldurnar. - Hetta depositum fáa næmingarnir aftur, tá teldan verður latin inn aftur, verður lagt aftrat. 113 METRAR: Í Traðardali vórðu boraðir 57 metrar í síðstu viku, og á Gomlu­rætt vórðu boraðir 56 metrar – ella 113 metrar tilsamans. Nú eru tilsamans 1.327 metrar boraðir av teim­ um tilsamans 10.785, sum Sand­oyar­tunnilin verður langur. Útbygging ávirkar ferðslu norðanfyri - Vegurin við grótbrotið í Depli verður stongdur, tá sprongt verður, siga tey í Hvannasunds kommunu Vilmund Jacobsen Arbeiðið at gera lendið klárt til útbygging hjá Bakkafrost á Norð­toft­ um er byrjað, og lendis­ arbeiðið verður ætlandi liðugt í apríl í 2020. Í Hvannasunds komm­ unu vita tey at siga, at í samband við útbygg­ing­ ina verður nakað av tung­ari ferðslu millum grót­brotið í Depli og Norð­toftir. Sagt verður, at hám­ arksferðin millum grót­ brotið og Norðtoftir verð­ ur sett niður í 60 kilo­metrar um tíman, með­an arbeiðið verður gjørt. - Vegurin við grót­ brotið í Depli verður eis­ ini stongdur í umleið fimm minuttir hvørja ferð, at sprongt verður, verður lagt aftrat. Soleiðis gongur at fiska Vilmund Jacobsen Fríggjadagin vóru flestu línuskip til fiskiskap, harav tey flestu fiska í føroyskum sjógvi. Men, fleiri skip eru nýliga byrjaði túr. - Tískil verða tað ikki øll, sum koma inn at landa hesa vikuna. Tað vita tey á Fiskamarknaði Føroya at siga. Eitt ísfiskalínuskip, sum hevur fiskað á Íslandsrygginum, kemur inn at landa í dag, og væntandi landa eisini tvey ísfiskalínuskip undan Føroyum í dag. Línuskipini, sum fiska undir Føroyum, fáa mest av toski og hýsu og so nakað av longu og brosmu. Umframt fleiri ísfiskalínuskip, eru eisini fýra frystilínuskip til fiskiskap undir Føroyum í løtuni. Eitt ísfiskalínuskip fiskar í íslendskum sjógvi, men teir koma neyvan heim at landa hesa vikuna. Streymurin verður góður tað mesta av vikuni, og veðrið verður helst eisini á einari leið. - Tí er væntandi, at nakað verður av útróðri hesa vikuna, verður lagt aftrat. Festu partrolarar eru til fiskiskap í løtuni. Øll skipini fiska upsa, men fiskiskapurin er smáligur. Skipini koma inn at landa, sum vikan gongur. Tveir djúpvatnstrolarar fiska kongafisk, og helst koma báðir inn at landa síðst í vikuni. Fríggjadagin vóru fimm av teimum smáu trolbátunum til fiskiskap. Teir fáa mest av havtasku, toski og hýsu, og teir flestu koma inn at landa fyrst ella miðskeiðis í hesi vikuni. Á Fiskamarknaði Føroya leggja tey aftrat, at trý garnaskip fiska svartkalva, men fiskiskapurin er smáligur. Tvey garnaskip fiska havtasku, eitt frystir, og hitt ísar havtaskuna. NÝGGJUR LEIÐARI: 26 ára gamla, Jórunn Gudmundsen, er sett sum leiðari í Garnhúsinum á Oyri. Garnhúsið, sum er opið týskvøld og fríggjakvøld, er ungdómshús og tilhaldsstaður hjá ungdómi í Sunda kommunu.