mánadagur 4. november 2019síða 8
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 4. november 2019 · Nr. 127
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Steinar Patursson
– Hetta er mín fyrsta konsert
ferð fyri mítt soloprojekt. Eg
havi verið á konsertferðum í
nógv, nógv ár, men hetta er
fyrstu ferð, at eg eri á kon
sertferð við einum solopro
jekti, sigur Janus Rasmussen,
sum eisini er væl nøgdur við
framførslurnar og móttøku
na, sum hann hevur fingið.
– Tað hava verið nøkur
góð støð, og bookarin hjá
mær er góður. Móttøkan
hevur eisini verið øgiliga
góð. Eg spældi í Turkalandi
leygarkvøldið - sama stað,
sum eg spældi við Kiasmos
fyri nøkrum árum síðani -
tað var øgiliga gott. Gott ljós,
gott ljóð, gott fólk. Alt var
kul, sigur Janus Rasmussen.
Tónleikurin hjá Janusi
Rasmussen hoyrir fyri tað
mesta heima á náttklubbum,
og tað hevur í ávísan mun
eisini sett dám á, hvat tað
er fyri støð, ið hava verið á
skrá til konsertferðina. Tó,
so hava "vanlig" spælistøð
eisini verið á skrá.
– Har, sum eg spældi leyg
arkvøldið, var ikki ein nátt
klubbur. Tað var eitt spæli
stað. Har vóru um 500 fólk
ella so. Í Prag og í Varsjava
spældi eg eisini á konsert
støðum. Tað er kanska helvt
um helvt konsertstøð og
náttklubbar.
Janus Rasmussen er eisini
partur av íslendskum bólki,
sum eitur Kiasmos. Sjálvur
hevur hann sama booking-
agent sum Kiasmos, sum
hann eisini hevur tournera
við í fleiri ár. Tað er eisini
hagani, at konsertferðin er
fingin í lag.
– Aftaná at hava verið á
konsertferð við Kiasmos í
fleiri ár, so er samstarvið við
booking-agentin
rættiliga
gott, so tá eg vildi gera mítt
egna, so arbeiddi eg víðari
við teimum somu.
Fleiri DJ-gigs í Evropa
Tá vit fingu orð á Janus
Rasmussen, var hann á veg
heim til Íslands, har hann
hevur búð seinastu 11 árini.
Tað verður tó ikki ein langur
steðgur við hús. Komandi
vikuskifti er frívikuskifti,
men eftir hetta er so at siga
hvørt vikuskiftið lagt av til
framførslur ymsastaðni í
Evropa.
– Eg havi fleiri framførsl
ur eftir í ár, eg skal til Lond
on, Berlin, Hetland, Barce
lona, Beograd. Okkurt er í
Hollandi og Fraklandi eisini.
Talan er ikki um fram
førslur í sambandi við kon
serferðina, men einstakar
DJ framførslur við bólkinum
Kiasmos.
Asia á nýggjárinum
Konserferðin
í
Evropa
er av á hesum sinni, men
stutt
eftir
nýggjar
skal
Janus Rasmussen aftur á
konsertferð
fyri
nýggju
útgávuna, hesaferð í Asia.
Alt er ikki komið upp á
pláss enn. Allar bókingarnar
eru ikki avgreiddar, og alt
gongur eitt sindur seinri fyri
seg í Asia, sigur Janus Ras
mussen, sum tó kann siga, at
hann skal framføra í Tokyo
fyrst í januar. Væntað verður
eisini, at Suðurkorea kemur
á skránna, men bíðað verður
framvegis
eftir
endaligu
skránni. Eftir ætlan verður
konsertferðin um tvær vikur
til longdar.
Ferðin til Asia byrjar tó
longu júst eftir jól, tí saman
við Kiasmos skal hann eisini
framføra í Vietnam áðrenn
nýggjár.
Onnur projekt
Janus Rasmussen hevur mill
um ár og dag verið partur av
rættiliga nógvum ymiskum
projektum og bólkum. Tey
flestu her heima kenna
hann kanska best sum onnur
helvtin av Byrtu, men tað
projektið liggur stilt í løtuni.
– Eg havi mítt egna, og
Kiasmos koyrir jú enn, men
eg mátti leggja alt annað til
síðis ímeðan, tí tað ber ikki
til at hava ov nógv projekt
koyrandi í senn, sigur Janus
Rasmussen.
Týskland til Turkalands –
konsertferð við Janusi Rasmussen
Í sambandi við útgávuna Vín hevur Janus Rasmussen júst verið á konsertferð í Evropa.
Týskland, Sveis, Kekkia, Poland, Holland og Turkaland stóðu á skrá hesaferð, og konsertferðin
eydnaðist væl, sigur Janus Rasmussen
Spælistøðini
á ferðini
Insel der Jugend
2 Okt. 2019
Magdeburg, Týskland
L’Amalgame
4 Okt. 2019
Yverdon-Les-Bains,
Sveis
Cross Club
5 Okt. 2019
Prag, Kekkia
Ritter Butzke
10 Okt. 2019
Berlin, Týskland
Milosc
11 Okt. 2019
Varsjava, Poland
Ruigoord
19 Okt. 2019
Amsterdam, Holland
Salon İKSV 26 Okt. 2019
Istanbul, Turkaland
AVLÝSING
AV TVINGSILS SØLU
YVIR FISKI SKIPIÐ
KARLA MAGNUS,
KALLIBÓK STAVIR
XPLV
Tvingsilssølan, sum varð
ásett at verða týsdagin tann
26. november 2019, kl. 9:30, í
Føroya Rætti , rættarsali VI, C.
Pløyensgøta 1, 100 Tórshavn,
yvir fiskiskipið Karlamagnus,
kallibókstavur XPLV, AS.nr.
2-20012/2019, er avlýst og
verður sostatt ikki. Harvið er
fyrireikandi tvingsilssølu-
fundurin týsdagin 12.
november 2019, kl. 13:00
eisini avlýstur.
Føroya Fútarættur,
tann 4. november 2019.
PROKLAMA
Øll, sum hava krøv í búnum
eftir Henny Helma Agna
Amanda Jarnskor,
Sjúrðargøta 37, 512
Norðragøta, fødd tann 30.
juli 1938, deyð tann 24. juli
2019, og eftirsitandi
hjúnarfelaga Martin Juul
Jógvanson Jarnskor, verða
við hesum biðin um innan 3
mánaðar frá kunngerð av
hesi lýsing at boða frá og
skjalprógva krøv síni fyri
undirritaða skiftirætti.
Tikið er ikki við skuld.
Krøv skulu gerast upp pr.
deyðsdagin, og sendast til
advokat Páll Nielsen,
Skansavegur 1, 100 Tórshavn,
vísandi til sks.nr. 262/2019,
saman við frumriti av
teimum skjølum, sum
krøvini eru grundað á.
FØROYA SKIFTIRÆTTUR,
tann 24. oktober 2019.