mánadagur 4. november 2019síða 9
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 4. november · Nr. 127
TÍÐINDI
Stórur áhugi fyri
grundstykkjum á Skála
– Longu nú eru
23 av teimum 27
grundstykkjunum,
sum skulu
útstykkjast á Skála,
umbiðin. Bústaðir
hevur eisini ætlanir
um at byggja fleiri
íbúðir á Skála,
sigur Hans Jákup
Johannesen av
Skála, sum eisini
er limur í byggi-
og býarskipanar
nevndini í Runavíkar
kommunu
Frants Jensen
frants@sosialurin.fo
Runavíkar kommuna og Arti
con
skrivaðu
fríggjadagin
undir sáttmála um at stykkja
út grundøkir suður frá Hór
heiðum á Skála. Talan er um
sáttmála um útstykking av 27
grundøkjum.
Skrivað varð undir í húsin
um, har gamla Skála kommuna
helt til, og sum nú er húsið hjá
fornminnisfelagnum. Í Húsin
um eru millum annað fleiri av
lutunum, sum hava verið nýtt
ir á Skála Skipasmiðju.
Friðingarmyndugleikar
uppí
– Einki er stykkjað út á Skála
síðani kommunurnar løgdu
saman, og tí er tørvurin stórur
at fáa nýggj grundstykki hjá
skálafólk, sigur Hans Jákup
Johannesen.
Kommunurnar løgdu sam
an 1. januar 2005, og tá var ein
útstykking júst gjørd. Seinnu
árini hevur tó verið arbeitt við
ætlanunum um at stykkja út á
Hórheiðum. Steðgur kom tó í,
tí at friðingarmyndugleikarnir
komu inn í myndina.
– Ætlanin steðgaði vegna
eina kæru. Nakað sunnanfyri
hetta økið var ein gomul bú
seting og ein gomul neytagøta,
sum er friðað. Alt steðgaði upp
í meira enn eitt ár, men niður
støðan hjá friðingarmyndug
leikunum var, at einki forn
minni afturat var í hasum
økinum, sigur Hans Jákup Jo
hannesen.
Vøkstur í fólkatali
Sambært nýggjastu uppgerð
ini frá Hagstovuni búðu 728
fólk á Skála 1. september í ár. 1.
september 2005 var fólkatalið
616.
– Fólkatalið á Skála er
vaksið nokk so fitt síðstu árini.
Tað minkaði ikki so nógv í
kreppuárunum. Í drúgva tíð
hevur næstan verið ómøguligt
at fáa fatur á húsum á Skála,
og tí er gott, at fleiri grund
stykkir nú vera tøk aftur, sigur
Hans Jákup Johannesen.
Bústaðir ynskir at
byggja á Skála
Í framtíðini kann eisini vænt
ast, at tað vera fleiri bústaðir
at fáa á Skála, tí Bústaðir ynsk
ir at gera fleiri íbúðir á Skála.
– Bústaðir hevur søkt at
byggja fleiri íbúðir. Kommun
an hevur givið tilsøgn, og skriv
er sent út til jarðareigarar um
at selja. Teir vilja hava stórt
byggilendi, sigur Hans Jákup
Johannesen, sum er ein av
tveimum
býráðslimum
á
Skála.
Økið, ið Bústaðir ynskir at
fáa fatur á, er frá skúlanum á
Skála og suðureftir og oman
fyri dagtilhaldið, ið er á Skála.
Liðugt um eitt ár
Arbeiðið, sum Articon skal
gera í sambandi við útstykk
ingina, umfatar planering av
grundøkjunum,
kantsteinar,
gongubreytir, gøtuljós, asfalt
ering og rottangar. Sáttmála
kostnaðurin er 17,67 milliónir
krónur.
Útstykkingin
skal
verða liðug í november 2020.
Grundstykkini fara at kosta
575 krónur fyri fermeturin, og
tá er klárt hjá fólki at byggja.
140 grundstykkir
í kommununi
Runavíkar kommuna hevur
útstykkjað og er framvegis í
gongd við fleiri útstykkingar.
Á Hórheiðum á Skála vera
27 grundstykkir, í Leitinum í
Runavík/Saltangará vera 84
grundstykkir, og í Rituvík,
Æðuvík og í fleiri av minnu
bygdunum í kommununi er
eisini stykkjað út.
Talan er um umleið 140
grundstykkir tilsamans.
– At tað verður koyrandi
undir Skálafjørðinum um eitt
ár, er við til at skapa áhuga hjá
fólki at búseta seg í kommun
uni. Tá eru vit ein partur av
miðstaðnum í Føroyum, sigur
Torbjørn
Jacobsen,
borgar
stjórin í Runavíkar kommunu.
Umframt borgarstjóran, vóru tríggir av býráðslimunum við, tá ið avtalan við Articon varð undirskrivað á Skála fríggjadagin. Frá vinstru: Etly
Nord Højgaard, Jonnhild Reynholdsdóttir, Hans Jákup Johannesen, Torbjørn Jacobsen, borgarstjóri, og Jón Sigurdsson, stjóri í Articon
27 grundstykki skulu nú útstykkjast suður frá Hórheiðum á Skála