Sosialurinarkiv
Sosialurin 2019-11-25, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 25. november 2019síða 10

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 25. november 2019 · Nr. 136 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Gummiblandið í vetrardekkum er bleytari enn í summardekkum Eirikur Lindenskov Vetrardekk um veturin og summ­ar­dekk um summ­ar­ ið er avgjørt besta loysn­in. Tað skrivar Super Dekk í tíðindaskrivi....... – Men hvussu við heil­árs­ dekk­um? – er ein spurningur, sum ofta kemur upp. Tá ið okkurt verður rópt »heil­árs­ dekk« er tað væl tí, at tey eru góð og kunnu brúkast árið , hugsa mong. Tað er tó ikki so., skrivar Super Dekk: – Taka vit støði í vetr­ar­ dekkum, so er gumm­i­bland­ið bleytari enn í summ­ar­dekk­ um, og mynstrið á vetrar­ dekk­i­num er sniðgivið til at virka best á vátum og køld­ um vegum og hava gott veg­ tak í kava og á ísi. Summardekkið virkar best, tá ið tað er heitt í veðr­ i­num, tí stívleikin í gummi­ num er øðrvísi, og yv­ir­flatan er slættari. Hugsa bara um turr­veðursdekk til rasara­bil­ ar, sum ikki hava mynstur, men eru púra sløtt fyri at hava besta vegtakið. So koma vit til heil­árs­ dekk­ið, sum mynsturliga er eitt bland ella samanseting av hin­um dekkunum. Dent­ ur er tá lagdur á at virka betri um summarið ELLA um veturin, tí tað er ikki gjør­ligt at fáa gummibland og mynst­ur í einum og sama dekki at virka skilabest til ym­isku veður- og hita­við­ ur­skiftini, sum eru í ym­isku árs­tíð­u­num. Eitt heil­árs­dekk er ein semja ella ein neyð­ semja, men kann vera ein møg­u­leiki, um tú ikki koyrir so nógv, koyrir stuttar túrar og kann lata bilin standa, um vet­urin av álvara vísir seg við kulda, kava og ísi. Vilt tú hinvegin vera vís­ur í at kunna koyra árið við besta vegtaki, stytstu brems­i­longd og besta veg­ festi og gagn­nýta dekk­ini best møguligt fyri um­hvørv­ ið og búskapin, so er loysn­ in at velja dekk til árs­tíð­ ina einasti farbari veg­ur, og minst til, at stend­ur tað M+S á síðuni á dekk­i­num, skulu øll dekkini hava sama M+S merki. Tað er ikki loyvt at blanda M+S merkt dekk við dekk utt­an sama merki – heldur ikki á summ­ar­dekk­ um og heilársdekkum. Tað er lætt at kenna vetr­ ar­dekkið á mongu smáu foyr­u­num ella rivu­num í mynstr­inum. Tær gera dekk­ ið smidligt og geva gott veg­ tak á vátum og hálum und­ ir­lagi. Summardekkið hevur í mun til vetrardekkið furur ella rill­ur eftir longdini og sløtt mynst­ur. Heilársdekkið, sum er eitt eitt bland ella ein sam­an­seting av vetrar- og summ­ar­mynstri, hevur mun­andi færri smáar furur ella rillur í mynstrinum í mun til vetrardekkið og minni slætta yvirflatu í mun til summ­ar­dekkið. Munur á summar-, heilárs- og vetrardekkum Tað er ikki líka mikið, hvørji dekk vit hava á bilinum á vetri og á sumri – og hugtakið »heilársdekk« er í veruliekanum ikki til Vetrardekkið hevur nógvar smáar foyrur / rillur í mynstrinum. Hesi gera dekkið smidligt og geva eitt gott Ein samanseting av vetrar- og summarmynstri hevur mun­ andi færri furur / rillur í mynstrinum í mun til vetrardekkið og minni slætta yvirflatu í mun til summardekkið Summardekkið hevur foyrur / rillur frameftir og slætta yvirflatu í mynstrinum. Cybertruck eitur nýggi last­bil­ur­in hjá Tesla-stjór­ a­num, Elon Musk. Men rút­ ar­nir brotn­aðu, tá hann varð vístur fram Ovasti stjórin í am­er­ik­ ansku bila­verksmiðjuni Tesla, Elon Musk hevur víst fram ein nýggjan batt­ ar­í­drivn­an pickup, sum ikki er sum aðrir bilar. Akfarið, sum hevur fing­ ið navnið Cybertruck, hev­ ur tikið øll á bóli við skørpu útsjóndini og sum er gjørd­ ur úr rustfríum stáli, tá hann fríggj­a­náttina okkara tíð varð sýndur fram á heima­vølli í Hawthorne í Kali­fornia. Men alt gekk ikki eftir ætl­an undir framsýningini. Best sum Elon Musk stend­ur á pallinum og vísir nýggja Cybertruckin fram, skuldi hann vísa, hvussu steriki pansaðu bilrútarnir vóru. Við eini stong sló hann á síð­u­rút­ar­nar, og knas segði tað. Sam­bært BBC hoyrdist Elon Musk banna, áðrenn hann segði: »Vit hava pláss til betringar«. Ætlanin er at vinna ein stór­an part av amerikanska markn­að­inum fyri pickup og smá­ar lastbilar. Prísurin er 39.000 doll­ar­ ar ella umleið 263.000 krón­ ur fyri bíligastu útgávuna. Um okk­ara leiðir hevði hann kost­að munandi meira, tí vit hava nógv hægri avgjøld og toll, sum hevði kom­ið oman á prísin. /ritzau/ Musk við heilt nýggjum Tesla pickup Elon Musk sýnir nýggja pickup bilin frá Tesla fram (Photo by FREDERIC J. BROWN / AFP)