mánadagur 25. november 2019síða 11
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 25. november · Nr. 136
TÍÐINDI
Foreldur skulu kannast
heldur enn nýføðingar
Tað er gott, at
Landssjúkrahúsið
fer undir at kanna
nýføðingar fyri fleiri
arvaligur sjúkur,
men spurningurin
er, um ikki tað er
frægari at kanna
komandi foreldur
ístaðin, áðrenn tey
fáa sær børn.
Steinar Patursson
Tað heldur Hans Atli Dahl, ið
rekur
fyritøkuna
Amplexa
Genetics. Amplexa Genetics
ger ílegukanningar fyri 12 sjúk
ur, ið eru vanligar í Føroyum.
Men ístaðin fyri at kanna
pinkabørn, kannar Amplexa
Genetics foreldur ella komandi
foreldur fyri tey ílegu-íbregði,
ið elva til sjúkurnar.
- Trupulleikin í Føroyum er,
at vit hava verið genetiskt
isolerað í 1000 ár. Tað ger, at vit
hava fingið serligar víkjandi
variantar. Tá skalt tú hava
genfeilin bæði frá mammuni
og pápanum, áðrenn sjúkan
vísir seg. Tað vil so siga, at tú
kanst hava berarastatus, hóast
tú ikki sjálvur hevur sjúkuna
ella sjúkutekin, sigur Hans Atli
Dahl.
Hetta merkir samstundis
eisini, at fólk vita sum oftast
ikki, at tey bera sjúkuvariantin,
og tey kunnu uttan at vita tað
geva sjúkuvariantin víðari til
børn síni.
- Beraratítleikin í Føroyum
er høgur, so sannlíkindini fyri,
at tú fert út og finnur tær ein
maka við varianti av sama
geni er rættiliga høgur. Tá tú
hevur hesa støðuna, so er
vandi fyri, at 25 prosent av
børnunum hjá einum tílíkum
pari verða sjúk.
Greiðir fyrimunir við
foreldrakanningum
Fyrimunirnir við at lata seg
kanna - ella screena - áðrenn
tú fært børn, eru greiðir, held
ur Hans Atli Dahl. Hann vísir
á, at fyri tað fyrsta ber til at
fyrihalda seg til, at tað at verða
við barn, kann enda við sjúku,
og út frá teirri vitanini kanst
tú velja at fáa børn ella at lata
vera.
Haraftrat ber til at gera egg
skiljing. Við eggskiljing velur
tú egg, sum ikki bera sjúkuíleg
ur, at gita og seta upp í mamm
una.
- Tað ber í prinsippinum til
at velja sjúkur frá, sigur Hans
Atli Dahl.
Tað eru ikki allar sjúkurnar,
ið eru eins vandamiklar, og tað
eru heldur ikki allar, sum eru
deyðiligar. Men tess fyrr tú
fært ásett diagnosu, tess lætt
ari verður at seta inn við við
gerð.
- Sum til dømis CTD.. Um tú
veitst, at tú ert berari, og at
makin hjá tær er berari, so eru
sannlíkindini fyri, at tú fært
eitt sjúkt barn 25 prosent. Í tí
førinum verður tað kannað
beinanveg, og so kanst tú seta
inn við viðgerð umgangandi.
Við summum av hesum sjúk
unum fært tú rættiliga góð úrs
lit, um viðgerðin byrjar tíðliga,
sigur Hans Atli Dahl og vísir á,
at ítøkiliga við CTD merkir
tað, at tú ikki brádliga endar á
sjúkrahúsinum sum ára gamal
við álvarsligum hjartatrupul
leikum.
Nógvir pengar at spara
Tað at fáa staðfest sjúkur í
góðari tíð kann eisini spara
samfelagnum nógvar pengar,
sigur Hans Atli Dahl og vísir á
samstarv, sum Amplexa hevur
havt við King's College í Lond
on, har arbeitt hevur verið við
at kanna epilepsisjúklingar,
soleiðis at teir fáa neyva og
skjóta diagnosu.
- Vit hava sett prísin á tí,
sum verður kalla "diagnostic
journey" hjá einum sjúklingi
úr 11.000 pundum niður í 2800
pund. Vit fara inn og síggja,
hvar tað er galið, og hvar við
gerðin skal setast inn. Tað
sparir sjúklingum fyri trupul
leikar, og tað sparir sjúkrahús
verkinum pengar og tíð. Ístað
in fyri, at sjúklingurin skal inn
at kannast fleiri ferðir um árið,
fær hann diagnosu beinanveg,
sigur Hans Atli Dahl.
Spýttroyndir sendast niður
Amplexa Genetics heldur til í
Odense, og hevur heldur ikki
laboratorium í Føroyum í løt
uni. Skalt tú ílegukannast, er
tí neyðugt at fáa royndirnar
niður til Danmarkar. Hetta
verður gjørt á tann hátt, at
bíleggur tú eina kanning frá
Amplexa, fært tú sendandi eitt
bikar til spýttroynd, ið síðani
skal sendast niður til Dan
markar. Har verður spýttið
síðani kannað, og úrslitini
verða send upp aftur til Føroy
ar. Amplexa hevur samstarv
við tveir føroyskar læknar
Pero Sore og Jenis av Rana,
sum taka sær av klinisku ráð
gevingini í Føroyum. Ítøkiliga
merkir hetta, at tá úrslitini
fyriliggja, fert tú viðtalu hjá
teimum, har teir greiða frá,
hvat úrslitini merkja.
Nýggju kanningarnar, ið
Landssjúkrahúsið
er
farið
undir at gera, kunnu staðfesta
fýra ymiskar sjúkur, CTD,
HLCS brek, cystiska fibrosu,
og GSDIIIa. Hjá Amplexa verð
ur tú tó kannaður fyri fleiri
sjúkusløg av 12 ymiskum sjúk
um, teirra millum herviligu
føroysku sjúkuna. Tá spurdur
um, hví nakar skal velja at
verða kannaður fyri 4 sjúkur á
landssjúkrahúsinum,
tá
tú
kanst kannast fyri 12 sjúkur
aðrastaðni, sigur Hans Atli
Dahl, at tað veit hann ikki.
- Tað veit eg ikki, og eg veit
heldur ikki, hví tey gera tað
sum eitt neonatalt programm.
Í grundini skuldi tað verið for
eldrini, ið fingu tilboðið. Sum
eg skilji tað, er tilboðið hjá
sjúkrahúsinum neotalar kann
ingar, og tað eru pinkubarna
kanningar. Um tú skuldi fingið
eitt barn, so hevði eg skotið
upp, at vit kannaðu tykkum,
áðrenn vit kannaðu barnið. Tí
um tit eru berarar, so er eingin
orsøk at kanna barnið, sigur
Hans Atli Dahl.
Arvaligar sjúkur: