hósdagur 28. november 2019síða 43
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
19
Føroysk framleiðsla
umborð á nýggjum
havrannsóknarskipi
- El-skipanin umborð á havrannsóknarskipinum verður í heimsflokki, og hon
verður proppað við teknikki, sigur veitarin í Norðragøtu, sum stendur fyri
hesum partinum av arbeiðnum
T
að er El-talvuvirkið í Norðragøtu,
stytt ETV, sum er størsti undirveitari
hjá Mest í samband við byggingina av
nýggja havrannsóknarskipinum á Skála.
Vit hava spurt stjóran, Eyðun
Hansen, hvat tað merkir fyri fyritøkuna
at hava fingið henda partin av arbeiðnum at gera umborð
á einum framkomnum nýbygningi til havrannsóknir.
- Havrannsóknarskipið verður sera væl útgjørt tekniskt,
og hetta er avgjørt tað mest framkomna skipið, sum
fyritøkan hevur verið við til at projekterað, sigur hann.
Stjórin vísir á, at øll el-projektering og framleiðsla av
talvum, eitt nú høvuðstalvum, neyðtalvum og undir
talvum, er gjørt frá botni av á ETV í Norðragøtu.
- Umframt at vit framleiða alt hetta og nógv aftrat á
virkinum hjá okkum, verða tað eisini okkara starvsfólk,
sum skulu installera og annars seta upp alla ta útgerð, sum
verður umborð á havrannsóknarskipinum.
Umfatandi arbeiði
Eyðun Hansen sigur, at ETV eisini hevur sum sína upp
gávu at framleiða el-skipanina og automatikkin til verk
smiðjuna. Sama er við ávaringarskipan og PMS-skipan,
sum eru ógvuliga umfatandi skipanir.
- Vit skulu eisini framleiða tilhoyrandi skermyndir –
ella mimikk, sum tað verður rópt á fakmáli – av skip
anum, sum verða installeraðar umborð.
Stjórin í ETV sigur, at tað eisini er uppgávan hjá
virkinum í Norðragøtu at installera øll navigatiónstól og
samskiftistól umborð.
- Tað hevur eisini verið partur av okkara arbeiði sum
undirveitari at designa pultar og staðseta øll tól í stýrhús
inum, sigur Eyðun Hansen.
Hann vísir á, at framdriftin hjá skipinum er ein diesel-
elektrisk skipan, sum hevur tveir diesel-motorar á 1500
kW.
- Hesir dríva ein 2400 kW stóran el-motor, ið er
serbygdur, sum so aftur drívur skrúvuna á skipinum,
leggur hann aftrat.
El-drivin trolspøl
Umborð á nýggja havrannsóknarskipinum verða øll
trolspøl el-drivin, og skipið er útgjørt við síðuskrúvu, ið
eisini kann brúkast sum azimuttur.
- Bæði azimutturin og kjølurin kunnu lorast niður úr
skipinum - kjølurin fyri at fáa reinari signal til leitiút
gerðina umborð.
Eyðun Hansen vísir á, at havrannsóknarskipið er ein
sera spennandi, krevjandi og mennandi uppgáva hjá
ETV, men fyritøkan hevur nógvar royndir við at arbeiða
umborð á skipum.
- Líknandi skip, sum verða bygd í útlondum, eru
vanliga størri enn hetta. Tó verður nýggja føroyska hav
rannsóknarskipið júst líka so framkomið, sum onnur hav
rannsóknarskip, og skipið verður bygt við allar nýggjastu
tøknini á marknaðinum, sigur hann.
Fyrimyndarligt samstarv
Eyðun Hansen sigur, at samstarvið, sum ETV hevur havt
við skipasmiðuna Mest í hesi verkætlan, hevur verið sera
gott.
- Vit halda, at henda verkætlan vísir, at vit í Føroyum
megna væl at byggja skip, sum eru á altjóða støði.
Stjórin í ETV sigur seg tískil vóna, at føroyskir reiðarar
í framtíðini fara at lata síni skip byggja í Føroyum.
- Hetta eigur saktans at lata seg gera í góðum samstarvi
millum partar, og tað hevði verið fantastiskt fyri at
varðveitt førleikarnar í Føroyum, sigur Eyðun Hansen.
15 fólk arbeiða umborð
Í løtuni starvast umleið 25 fólk hjá El-talvuvirkinum
í Norðragøtu, harav 15 starvast umborð á nýggja
havrannsóknarskipinum.
- Vit arbeiða mest umborð á skipum og á virkjum, og
vit leggja stóran dent á at vera væl við í nýggjastu tøknini
á økinum. Tað merkir eisini, at vit javnan fara á skeið
at menna okkara starvsfólk innan ávísar skipanir og í
teimum forritum, vit brúka.
Eyðun Hansen vísir á, at ETV seinastu árini hevur
installerað fleiri orkusparandi loysnir umborð á skipum í
føroyska flotanum.
- Vit hugsa “grønt”, bæði tá ræður um ljóskeldur og
bæði smáar og stórar skipanir, leggur hann aftrat.
Drúgvu royndirnar
El-talvuvirkið varð stovnað í 1982 við tí endamáli at
framleiða el-talvur til føroyska marknaðin.
Eyðun Hansen vísir á, at hóast ETV enn er eitt
talvuframleiðandi virki og helst er fremst á sínum
øki í Føroyum við sínum drúgvu royndum á føroyska
marknaðinum, so er ETV eisini eitt virki, sum nógvu
seinastu árini hevur lagt stóran dent á automatión,
projektering og at veita orkusparandi loysnir.
Brosandi tekur stjórin til, at nú eru eisini fleiri úr hans
ara húsi – ella familju – partur av virkseminum, sum hann
í sínari tíð legði lunnar undir saman við góðum fólki.
- Í løtuni eru tað bert konan, Torgerð og hundurin
Mjús í familjuni, sum ikki arbeiða á El-talvuvirkinum.
Hann vísir á, at eldri sonurin, Hans Kristian, arbeiðir
við at tekna skipið í 3D design, yngri sonurin Bogi
arbeiðir sum elektrikaralærlingur og dóttirin, Katrina, er
í starvi sum skrivstovufólk.
- Aftrat okkum hava vit nógv dugnalig fólk, sum
gera tað møguligt hjá fyritøkuni at røkka teimum
málum, vit seta okkum, sigur Eyðun Hansen, stjóri í El-
talvuvirkinum í Norðragøtu.
Samrøða