hósdagur 28. november 2019síða 44
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
- Tætt samstarv millum okkum sum framleiðara og føroysku alivinnuna hevur
stóran týdning í menningini av útgerð og tøkni til eina alivinnu í heimsflokki,
sigur stjórin í KJ, Ólavur Asafsson Olsen
K
J byggir í løtuni størstu tvíkilju – ella
størsta alibát – sum felagið nakrantíð
hevur havt sáttmála um at byggja. Hetta
verður nýbygningur nummar 54 hjá
fyritøkuni, sum hevur sítt høvuðssæti
á Kambsdali. Samstundis verður hetta
annar alibáturin í røðini, sum KJ letur Bakkafrosti í heyst
og í vetur.
Týsdagin 5. november í ár fekk Bakkafrost nevniliga
tvíkiljuna Lambanes, sum var nýbygningur nummar 53
hjá KJ. Lambanes, sum er 15,5 metrar long og sjey metrar
breið, er heimahoyrandi í Lamba.
Lambanes hevur tveir høvuðsmotorar á 420 HK hvør,
og hon hevur eisini ein 115 KWA ljósmotor.
Av deksútgerð hevur tvíkiljan ein Palfinger 50 TM
(tons/metur) krana, eitt 15 tons deksspæl, ein kapstan á
trý tons og tveir á 1,2 tons.
Lambanes er útgjørd við messu, wc, arbeiðs-og klædna
rúmi og allari vanligari nautiskari útgerð.
Tvíkilja til Skotlands
Men, KJ hevur ikki bara bygt alibátar til føroyska markn
aðin í ár.
Í endanum av september í ár varð alibáturin og tvíkiljan
við navninum – Courageous – sum var nýbygningur
nummar 52, latin Grieg Seafood í Skotlandi, og hetta er
onnur tvíkiljan, sum KJ byggir fyri Grieg Seafood.
Courageous er 16 metrar long og átta metrar breið.
Hon hevur tveir høvuðsmotorar á 410 HK hvør og ein
115 KVA ljósmotor.
Av deksútgerð hevur tvíkiljan eitt nú ein Palfinger
50 TM (tons/metur) krana, eitt deksspæl á 15 tons, ein
kapstan á trý tons og tveir á tvey tons.
Tað serliga við tvíkiljuni Courageous er, at hon er út
gjørd við koyggjum, messu, wc, arbeiðs-og klædnarúmi
og annars allari vanligar nautiskari útgerð.
Henda tvíkiljan til Skotlands fór av Fuglafirði leygar
dagin hin 28. September í ár, og hon stevndi inn á Ler
wick í Hetlandi eitt lítið samdøgur seinni.
Tey, sum vóru við tvíkiljuni á ferðini um opið hav, siga,
at hóast veðrið ikki var av tí besta, kláraði Courageous seg
væl í sjónum.
Hin størsta nakrantíð
Tá KJ nú er í holt við enn ein nýbygning, sum eisini hesa
ferð er til Bakkafrost, er hetta samstundis størsta tvíkilj
an, sum fyritøkan nakrantíð hevur havt sáttmála um at
byggja.
Hjá KJ rópa tey kendu tvíkiljurnar, Hydrocat. Tær
síggjast á nógvum firðum og sundum kring landið, og
hetta verður so nýbygningur hjá KJ nummar 54 síðan
1999.
Higartil hevur KJ við tvíkiljuni Lambanes, sum varð
latin Bakkafrost fyri sløkum mánaði síðan, bygt tilsamans
25 alibátar til stóru alifyritøkuna á Glyvrum.
Á Kambsdali eru tey sera væl nøgd við tað góða
samstarv, sum KJ hevur havt við Bakkafrost í fleiri ár, og
í fyritøkuni meta tey eisini, at tætta samstarvið millum
framleiðara og alivinnu hevur stóran týdning í menningini
av útgerð og tøkni til eina alivinnu í heimsflokki.
Nýggjasta tvíkiljan, sum KJ nú byggir til Bakkafrost og
sum verður latin alifyritøkuni í januar komandi ár, verður
heilar 18 metrar long og átta metrar breið.
Størstu alibátarnir, sum KJ frammanundan hevur bygt,
eru 16 metrar langir og átta metrar breiðir, og hesir eru
báðir bygdir til Skotlands.
Stjórin í KJ, Ólavur Asafsson Olsen, sigur, at nýggjasta
tvíkiljan, sum liggur við bryggju í Fuglafirði, er ov stór til
at taka inn í byggihøllina á Kambsdali, og hon er eisini
ov tung til vegirnar í Fuglafirði, haðani vanligt er, at
tvíkiljurnar verða koyrdar á vogni.
- Í hesum førinum er sandblásing og mettalisering gjørd
í Letlandi, har skrokkarnir verða bygdir eftir tekningum
hjá okkum. Stóra tvíkiljan verður tískil gjørd liðug, meðan
hon liggur á sjónum í Fuglafirði, og tá skrokkurin verður
málaður, verður hon tikin upp á bedingina í Fugafirðri,
sigur hann.
TEKSTUR VILMUND JACOBSEN MYNDIR ÁLVUR HARALDSEN
Samstarv merkir eisini
menning í okkara alivinnu
Umframt at byggja tvíkiljur, byggir KJ eisini nógvar aliringar til alivinnuna, og sum árini eru liðin, eru ringarnir vorðnir størri og størri